mikudagur 29. juni 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 121 - 29. juni 2005
Ein av teimum, ið
hevur ein av sínum
allarkærastu á røktar-
og umlættingarheim-
inum Lágargarði, er
Elin Reinert Planck.
Hon sigur, at tað
kenst ógvuliga svárt,
nú pápi hennara og
hini búfólkini verða
svikin av lands-
myndugleikunum.
Sparingar
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Á fundi á Lágargarði mána-
kvøldið vóru avvarðandi
hjá búfólkunum á stovnin-
um kunnað um, hvørjar
avleiðingar tað fer at hava,
nú stovnurin hevur fingið
álagt at fremja umfatandi
sparingar. Tey okkurt um
hálvthundrað fólkini, ið
vóru á fundinum, fingu ein
skelk, tá ið tey frættu, at
sparingarnar fara at hava
við sær, at teirra kæru nú
millum annað noyðast at
liggja longri í songini,
soleiðis at vandin fyri
liggisárum
og
lungna-
sjúkum veksur.
Ógvuliga kensluborið
Ein av teimum avvarðandi
er Elin Reinert Planck,
hvørs pápi er búfólk á
Lágargarði. Elin situr eisini
í búfólkaráðnum á stovnin-
um, og hon dylur ikki fyri,
at tað er ógvuliga kenslu-
borið at frætta um sparing-
arnar.
- Sum avvarðandi avlev-
era vit okkara allarkærastu
á Lágargarð, og vit halda
so, at tey fáa tað røkt og
umsorgan, ið tey hava tørv
á, men vit gerast klókari.
Pápi mín fær ikki neyðugu
røktina,
og
tað
kenst
ógvuliga svárt, tí hann
hevur verið virkin alt sítt
lív, men nú hevur hann
brúk fyri, at onkur tekur
hond um seg, sigur Elin
Reinert Planck.
Hon leggur afturat, at
starvsfólkið á Lágargarði
ger alt tað, ið tey eru ment,
so at búfólkið skal hava tað
so gott sum gjørligt, men
tað er avmarkað, hvussu
skjótt tey kunnu renna.
- Fólkini, ið starvast
innan eldrarøktina gera eitt
veldugt arbeiði, men tey
verða niðkoyrd av arbeiði,
sigur Elin Reinert Planck.
Veikur bólkur
Sjálv heldur Elin Reinert
Planck, at eldraøki er eitt
øki, sum er lætt at fremja
sparingar á, tí talan er um
ein bólk, ið fyri ein stóran
part einki talirør hevur, sum
kann fara út og gera vart við
teirra
sjónarmið.
Hon
heldur eisini, at øki heldur
ikki er serliga sjónligt, og
nógv av fólkunum, ið verða
rakt av sparingunum eru
hjálparsleys og fáa ikki kært
sína neyð.
Elin
Reinert
Planck
heldur, at minstakravið hjá
teimum gomlu á Lágar-
garði má verða, at tey fáa
eitt virðiligt lív á ellisárum,
uttan at tað noyðist at verða
nakað luksuslív.
- Tíverri tykist tað ikki
verða tíð til hetta í løtuni,
og tey gomlu verða svikin.
Eg haldi, at tað er um-
ráðandi at fokus verður sett
á hetta øki, tí fólk flest vita
ikki so nógv um hetta øki,
sigur Elin Reinert Planck.
Gevur bakslag
Elin Reinert Planck heldur
eisini, at talan er um ógvu-
liga stuttskygdar sparingar,
sum ivaleyst fara at geva
bakslag innan stutta tíð.
- Minni tíð verður til at
verða um tey gomlu, og
hetta fer at hava ávísar
avleiðingar, so sum fleiri
liggisár, størri vandi fyri
lungnasjúkum og meiri.
Hetta fer at kosta á øðrum
økjum, og tí vænti eg, at
sparingarnar
bíta
seg
sjálvan í halan, sigur Elin
Reinert Planck.
Hon heldur eisini, at
støðugu spariingarnar inn-
an eldraøkið fara at hava
við sær, at áhugin fyri at
starvast innan hetta øki fer
at
minka,
tí
arbeiðs-
byrðurnar eru so stórar, og
starvsfólkini verða niður-
slitin.
Spurd um búfólkaráðið fer
at fremja nøkur tiltøk fyri
at gera vart við sína ónøgd
við sparingarnar, sigur Elin
Reinert Planck.
- Vit bíða fyrst eftir, at
stýrið fyri Lágargarð fer at
hava fund seinnapartin í
dag(mánadagin), soleiðis at
vit vita, hvat stýrið ætlar
sær at gera, sigur Elin
Reinert Planck at enda.
Sparingarnar, ið
Lágargarður hevur
fingið álagt, fara at
hava við sær, at
vandin hjá búfólkin-
um fyri sjúkum økist
munandi. Tað sigur
Marjun Smith, leiðari
á Lágargarði.
Sparingar
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað var lítið hugaligt hjá
Marjun Smith, leiðara á
Lágargarði, tá ið hon
mánakvøldið greiddi av-
varðandi hjá búfólkunum á
Lágargarði frá, hvørjar
avleiðingar sparingarnar, ið
stovninum er álagt, fóru at
hava
fyri
búfólki
og
stovnin.
Játtanin órealistisk
Lágargarður hevur fingið
eina játtan fyri bæði røktar-
og umlættingarheimið og
dagstovnin upp á umleið 23
milliónir,
men
hendan
játtan er órealistisk, sigur
Marjun Smith. Hon sigur,
at tað ber ikki til hjá
stovninum at halda seg
innan hesa játtan, og tí
hevur nýtslan higartil í ár
verið eitt vet oman fyri
játtanina, sigur Marjun
Smith.
Men herfyri fekk hon at
vita frá meginskrivstovuni
hjá Heimarøktini og Serfor-
sorgini, at nýtslan hevur
verið góðar 600.000 krónur
ov nógv higartil í ár, og
hesir pengar skulu sparast
inn aftur restina av árinum.
Tí er neyðugt hjá Lágar-
garði at fremja umfatandi
skerjingar.
Eingin tíð at verða um
tey gomlu
Marjun Smith sigur, at ein
av
avleiðingunum
av
sparingunum verður tann,
at búfólkini fara at liggja
meiri í songini enn higartil,
og av tí sama fara tey
gomlu
skjótari
at
fáa
liggisár.
Somleiðis
fer
vandin fyri lungnasjúkum
at økjast munandi, tá
rørslan hjá teimum gomlu
minkast við ikki at sleppa
upp at sita.
Leiðarin
á
Lágargarði
sigur, at tá ið tey gomlu
ikki koma upp, verða tey,
sum skulu matast, at fáa
máltíðirnar í songini, og
hetta tekur nógv longri tíð.
- Í stuttum kann sigast, at
tíðin at verða um tey gomlu
als ikki strekkir til, og tí
verða starvsfólkini noydd
at renna skjótari.
Marjun
Smith
leggur
afturat,
at
ein
onnur
avleiðing verður tann, at
búfólkini
verða
undirstimuleraði, tí tíð ikki
verður til at aktivera tey.
Leiðarin
á
Lágargarði
sigur, at hetta framman-
undan er ringa samvitskan
hjá røktarstarvsfólkunum á
stovninum.
Sjálv er Marjun Smith
sannførd um, at økta tíðin í
songini hjá búfólkunum í
longdini fer at hava við sær,
at kostnaðurin fyri sárvið-
gerð veksur, tørvurin á
hjálpartólum fer at økjast,
og eisini fer tørvurin á
serligum madrassum at
vaksa.
- Pápi fær ikki neyðugu røktina
Elin Reinert Planck sigur tað verða ógvuliga kensluborið, at pápi hennara, ið er búfólk á
Lágargarði, ikki fær neyðugu røktina, ið hann hevur tørv á orsaka av sparingum hjá
landsmyndugleikunum.
Mynd: Jens Kr. Vang
Leiðarin á Lágargarði,
Marjun Smith, sigur, at
sparingarnar, ið stovninum
er álagt, fara at hava við sær,
at vandin fyri sjúkum
millum búfólkini fer at økjast
munandi.
Mynd: Jens Kr. Vang
Vandin fyri sjúkum økist munandi