Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 - 29. juni 2005 7 Býráðið fer at kæra Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, heldur tað verða undir alt lágmark, at landið fremjir so umfatandi sparingar á eldraøkinum. Hann sigur, at Tórshavnar Býráð fer at kæra sparingarnar SPARINGAR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Ógvusligu sparingarnar á eldraøkinum fara at hava umfatandi avleiðingar við sær, og Heðin Mortensen sigur, at tað nú er upp á tíð- ina, at landspolitikararnir vakna. Hetta ber ikki til Heðin Mortensen sigur, at tað ber ikki til, at tað verður álagt eitt nú Lágargarði, Tjarnargarði og Tilhaldin- um at spara so nógv, at bróðurparturin av øllum virksemi á hesum stovnum steðgar upp. - Tað ber ikki til at fara soleiðis við teimum eldru. Tað er óvirðiligt og undir alt lágmark, sigur borgar- stjórin í Havn. Borgarstjórin sær hesar sparingar sum enn eina roynd hjá landsmyndug- leikunum at tveita alsamt størri ábyrgd yvir á komm- unurnar, og tað heldur Heðin Mortensen verða burturvið. - Vit kunnu ikki blíva við at taka upp eftir landið, og eg haldi, at nú noyðist løgtingið at vakna og síggja veruleikan í eyguni, sigur Heðin Mortensen. Spurdur um Tórshavnar Býráð ætlar at gera nakað fyri at royna at forða fyri sparingunum, sigur Heðin Mortensen: - Tað er greitt, at talan er um ein veikan bólk, ið verður raktur av sparingun- um, og tað er ikki lætt hjá teimum sjálvum at gera vart við seg. Tí er neyðugt, at eg og býráðið reagera fyri tey. Vit hava møguleika fyri at kæra avgerðina um sparingarnar, og vit ætla at taka av hesum møguleika og kæra, sigur Heðin Mort- ensen, sum er skelkaður av avgerðini hjá landsmynd- ugleikunum. Formaðurin í stýrin- um fyri Lágargarð, Ronald Poulsen, sigur, at Lágargarður longu er skorin inn á bein, og tí er neyðugt at gera okkurt inn- anhýsis fyri at fáa tað heila at hanga saman. Sjálvur umhugsar formaðurin støðu sína í stýrinum SPARINGAR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Á stýrisfundi seinnapartin týsdagin (eftir evstamark hjá blaðnum, blðm.) skuldi stýrið fyri Lágargarð við- gera støðuna á stovninum, nú teimum er álagt at spara í rakstrinum, og at stuðulin til dagtilboðini eru skerdur niður í eina helvt. Starvslønirnar verða raktar fyrst Ronald Poulsen sigur, at tað fyrst og fremst verður spart innan starvslønir, men vil ikki tó gera nærri viðmerk- ingar til hetta, fyrr enn eftir stýrisfundin. Eitt øki, sum ivaleyst verður rakt av sparingun- um, er tilboðið um at koyra døgurða út til eldri borgarar í høvuðsstaðnum. Í løtuni ger køkurin á Lágargarði dagligani eini hálvtannað- hundrað døgurðar, ið verða koyrdir út til eldri fólk í Havnini, men óvist er, hvussu verður við hesum í framtíðini. Ronald Poulsen sigur, at tað somuleiðis eru nógv eldri fólk, ið koma á Lágar- garð at fáa fysioterapi ella ergoterapi viðgerð, og hetta øki er eisini í vanda fyri at blíva skorið burtur. Formaðurin í stýrinum fyri Lágargarð vil annars ikki gera tær stóru viðmerkingarnar enn, men hann viðgongur, at hann umhugsar støðu sína í stýrinum. - Tú skalt minnast til, at hetta verður alt gjørt frívilligt. Tað er ómetaliga nógv bøvl av hesum, og tað er spurningurin, hvussu nógv man vil offra. Vit standa við ábyrgdini, og tí umhugsi eg, um tað er vert at halda fram í stýrinum, sigur Ronald Poulsen. Gávur frá Leirvíkar kommunu: Bátasavnið í Leirvík og Leirvíkar kommuna valdu í felag at geva regentparinum og krúnprinsaparinum hvør sín málning av Sámal Toftanes. Gáva, sum tey fingu við Gjógv: Tá krúnprinsaparið vitjaði við Gjógv fingu tey eina bók, sum er givin út av íslendingum, og sum lýsir samfelagið um aldarskiftið. Bókin er útkomin á føroyskum og enskum, og krúnprinsaparið fekk ensku útgávuna. Gáva, sum tey fingu í Elduvík: Guðrið Poulsen hevur gjørt gávurnar, sum vórðu latnar frá Runavíkar kommunu í Elduvík. Talan var um korallíknandi vøkstur, gjørt úr leiri, við malargróti í miðjuni. Spælt varð við konstrastum, t.d. ímillum myrkt og ljóst grót og ímillum tað náttúruskapta og tað mannaskapta. Eisini er kontrastur ímillum tann vanvirda leirin og tann haldbara steinin. Gávur frá Tvøroyrar býráð: À Tvøroyri fingu tey kongaligu klæðir frá Pau. Mary fekk ein síðan myrkan frakka, við blomstrum á og eina húgvu, sum hóskaði til. Frederik fekk eina troyggju og ein kepp. Hendrik fekk ein vest og ein koll, og drotningin fekk eitt hvítt slag og eina húgvu, sum hóskaði til. Eisini vórðu einir smáir barnainniskógvar latnir, sum komandi regenturin væntandi skal nýta. Gávurnar, sum tey kongaligu fingu frá Tvøroyrar býráð, eru av merkinum Pau, og eru úr føroyskari ull Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, sigur, at Tórshavnar Býráð fer at kæra avgerðina hjá landinum um at fremja umfatandi sparingar á eldraøkinum. savnsmynd Tilboðini til borgararnar detta burtur Mánakvøldið var kunnandi fundur fyri avvarðandi at búfólkunum á Lágargarði, har greitt var frá, hvørjar avleiðingar, ið sparingarnar sum stovninum er álagt, fer at hava við sær Mynd: Jan Müller