Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 121 - 29. juni 2005 Hans Petur í Brekk- unum vann kapping- ina hjá Tórshavnar Stórband um at skriva tónleik til big band. Sunnudagin var konsert við frum- framførslu av sjey føroyskum tónleika- stykkjum til big band TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Sunnudagin endaði tón- leikakappingin hjá Tórs- havnar Stórband um at skriva verk til big band. Sjey føroyingar royndu seg í kappingini, og øll verkini vórðu spæld á konsert í Norðurlandahúsinum. Tá varð eisini avdúkað, hvør hevði vunnið kapping- ina og tær 30.000 krónur- nar. Ein norskur og ein danskur dómari høvdu mett um øll verkini, og teirra niðurstøða var, at Hans Petur í Brekkunum skuldi vinna kappingina. Nummar 2 gjørdist Magnus Johann- essen. Amerikanskt og norðurlendskt »Oman á sand, brenna bál« eitur stykkið hjá Hans Pet- uri, og tónleikurin er bæði lívligur og friðarligur. – Eg havi fingið íblástur úr amerikanskum jazzi, men eg haldi eisini, at tón- leikurin ljóðar norður- lendskur, sigur Hans Petur í Brekkunum. Hans Petur í Brekkunum er útbúgving á Konserva- tiorinum í Århus, og hann hevur undirvíst í tónleiki í nøkur. Nú býr hann í Keyp- mannahavn, har hann fæst við at skriva og spæla tónleik burturav. – Í løtuni undirvísi eg ikki, og so leingi, sum eg kann klára meg við at spæla og skriva tónleik, ætli eg mær at halda fram við tí, sigur Hans Petur í Brekk- unum. Fingu føroysk verk Tað er lítið av big band tón- leiki skrivaður av føroysk- um komponistum, og høv- uðsendamálið við kapp- ingini hjá Tórshavnar Stór- band var júst at fáa nøkur føroysk verk at spæla. Hetta má sigast at eydn- ast, tí heili sjey verk komu til kappingina. Og vinnarin í kappingini hevur hug at skriva meira til stórband. – Eg havi havt eitt hug- skot um at skriva tónleik til eina heila konsert við ein- um stórbandi, og tað hug- skotið verður kanska veru- leiki í nærmastu framtíð, sigur Hans Petur í Brekk- unum. Tá summarfestival- arnir eru av, bjóða vestmenningar til co- untryfestival. Leyg- ardagin 17. septem- ber verða Føroya fremstu countrytón- leikarar at hoyra í Vestmanna, sum hendan dagin og náttina við verður broytt til ein coun- trystað burturav við tónleiki, dansi, mati og øðrum country- undirhaldi FESTIVALUR Tann kendasti føroyski country-sangurin, »Eg siti so eina«, hevur sín upp- runa í Vestmanna, har countrytónleikurin altíð hevur trivist væl. Vest- menningurin, Hallgrím Miðberg, yrkti sangin í seksti-árunum, tá country- og rokktónleik- urin blómaði í bygdini. Nógvir tónleikabólkar úr Vestmanna hava mill- um ár og dag lagt dent á at spæla country, og 17. sep- tember verður skipað fyri countryfestivali í bygdini, har tónleikur, dansur, góður matur og annað country-undirhald verður á skránni allan dagin og náttina við. Countryfestivalurin er ætlaður sum eitt aftur- vendandi tiltak tíðliga um heystið fyri ikki at órógva summarfestivalarnar og stevnurnar. Enn er ikki heilt greitt, hvørjir sang- arar og tónleikabólkar verða við, men meira fæst at vita um hetta seinni í summar, tá skráin verður endaliga løgd. Ein arbeiðsbólkur, sum javnan hevur skipað tiltøk fyri VÍF og onnur feløg í Vestmanna, fyrireikar festivalin. Í ár hevur bólk- urin valt at lata avlopið av tiltakinum fara óskert til Vestmanna Talvfelag. Countryfestival- ur í Vestmanna – Eg havi havt eitt hugskot um at skriva tónleik til eina heila konsert við einum stórbandi, og tað hugskotið verður kanska veruleiki í nærmastu framtíð, sigur Hans Petur í Brekkunum KBI í nýggjum handli Leygardagin læt KBI í Klaksvík upp í nýggjum handli á Borðoyarvík. KBI hevur hildið til í einum gomlum bygnini á vestaru bryggju í Klaksvík, men nú er umstøðurnar blivnar nógv betur í tí nýggja bygn- inginum, sum stendur eitt hanagleiv frá Norðoya- tunlinum. KBI selir Castrol-olju, amboð, eykalutir til skip og annað. Nógv fólk vóru inn á gólvinum í nýggja handl- inum, tá ið hann læt upp leygardagin, og stjórin í KBI, Karl Birgir Isaksen, fegnaðist um, at fyritøkan nú hevur fingið góðar umstøður at arbeiða undir. Astrid og Jógvan Gerðalíð fáa sær eitt prát við borgarstjóran í Klaksvík Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, klippir snórin til nýggja handilin hjá Karl Birgir Isaksen Myndir: Bárður Nógv fólk stukku inn á gólvi í nýggja handlinum hjá KBI í Klaksvík Hans Petur vann tónleikakapping