mikudagur 29. juni 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 121 - 29. juni 2005
9
– Fundir, sum teir, vit
høvdu í Suðuroy
mánadagin, hava sera
stóran týdning, sigur
Edmund Joensen,
løgtingsformaður
SAMSTARVSFUNDUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta er ein berandi táttur
í samstarvinum ímillum
Føroya og Danmark.
So stóran týdning heldur
Edmund Joensen, løgtings-
formaður, at fundurin, sum
var í Suðuroy mánadagin
ímillum formansskapin í
danska fólkatinginum og
formanskapin í Føroya
Løgtingi, hevur.
Fundur er ímillum for-
mansskapirnar báðar eina-
ferð um árið, annaðhvørt ár
í Føroyum og annaðhvørt ár
í Danmark.
– Hetta eru fundir, sum
vit fáa sera nógv burturúr, tí
á hesum fundum kunna vit
hvønn annan um tað, sum
er farið fram í farna árið og
um tað, sum fer fram í
løtuni og um tær ætlanir vit
hava í næstu framtíð.
– Sostatt fáa vit kunnað
hvønn annan um alt, sum
rørir seg á politiska økinum
í Danmark og í Føroyum,
sigur Ednumd Joensen.
Hann sigur, at hetta er
sera týdningarmikið fyri
samstarvið í ríkisfelags-
skapinum, ikki minst tí at
allir teir stóru flokkarnir
eru umboðaðir í formans-
skapinum.
– Saman við árliga ríkis-
fundinum og fundunum
ímillum uttanlandsnevnd-
ina hjá Løgtingium og
Føroyanevndina hjá løg-
tinginum, eru hesir fund-
irnir berandi fyri forstáilsi
ímillum Føroyar og Dan-
mark.
– Sostatt er tað eitt sera
umfatandi samstarv, sum
hevur tikið seg upp ímillum
partarnar í ríkisfelagsskap-
inum, leggur hann afturat.
Skilja hvønn annan
betur
Hann sigur at á fundinum
kunnaðir formansskapurin í
Løgtinginum
donsku
starvsfelagarnir um fíggjar-
ligu og vinnuligu støðuna í
Føroyum og um tær lógir,
sum eru samtyktar og sum
hava við ríkisfelagsskapin
at gera.
Hinvegin kunnaði danski
formansskapurin
føroy-
ingar um broytingarnar í
kommunuskipanini
í
Danmark.
– Hetta eru ikki politiskar
viðgerðir, men einans ein
kunning um tað, sum farið
er og um tær ætlanir, sum
eru frammi.
Edmund Joensen sigur, at
endamálið við hesum fund-
inum er sostatt, at partarnir
skulu skilja hvønn annan
betur.
Løgtingsformaðurin sig-
ur, at í hesum sambandi
hevur tað ein serligan týdn-
ing ferðalagið ferðast runt í
landinum og sær býir og
bygdir, vegir og tunlar,
vinnulív og mentan og
heilsar upp á bý- og bygda-
ráð, tí tað gevur teimum
serligar fortreytir fyri at
skilja tað, sum fer fram og
eru nógv betri førir fyri at
taka støðu til tey mál, sum
eru frammi og sum hava
við ríkisfelagsskapin at
gera.
Formanskapurin
hjá
danska fólkatinginum kom
til Føroyar fríggjakvøldið
og leygarmorgunin var so
farið til Suðuroyar, har
donsku
gestirnir
fingu
jóansøkuna við. À jóan-
søku vóru tey í kirkju. Tað
hevur uttan iva havt serlig-
an týdning fyri formann
fólkatingsins,
Christian
Mejdahl, ið er prestasonur
á Tvøroyri, her hann búði
tey fyrstu árini av lívi
sínum. Tey hugdu eisini
eftir kappróðuri og vóru í
listaskálanum Oynni og á
Fornminnissavninum.
Í
Vági sluppu tey eisini ein
túr við Johonnu. Mána-
dagin var so samstarvs-
fundurin og tá vóru tey
eisini rundferð í allari
Suðuroy. Í gjáramorgunin
fóru tey aftur til Havnar,
har tey vóru í lands-
stýrinum, í Listaskálanum,
á rækjuvirkinum á Oyri og
á Oilwind, áðrenn tey fóru
aftur til Danmarkar í gjár-
kvøldið.
Hergeir Nielsen fer
nú fer at arbeiða fyri
at tryggja, at andstøð-
an fær størri rætt at
koma til orðanna í
løgtinginum
SAMSTARV
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hergeir Nielsen, fyrsti
næstformaður í Føroya
Løgtingi, fer nú at kanna
eftir, hvussu tað kann
tryggjast, at andstøðan fær
størri rætt at koma til orð-
anna í Føroya Løgtingi.
Tað er eitt, hann hevur
fingið burturúr vitjanini hjá
formansskapinum í danska
fólkatinginum í Føroyum
hesar seinastu dagarnar.
Hergeir Nielsen segði í
Sosialinum í gjár, at nú
formansskapurin í fólka-
tinginum er í Føroyum,
ætlaði hann sær at taka tað
upp, sum fór fram í løg-
tinginum, tá ið yvirtøku-
lógirnar
og
uttanríkis-
politisku heimildarlógirnar
vóru til viðgerðar.
Tá skuldsetti andstøðan
samgonguna
fyri
at
skrumbla málini ígjøgnum
uttan at geva teimum ta ná-
greiniligu viðgerð, sum slík
mál máttu fáa. Andstøðan
fýltist eisini á, at hon ikki
slapp at kalla teir serfrøð-
ingar í uttanlandsnevndina,
sum hon helt, kundi geva
eitt íkast í royndunum at
lýsa málið til fulnar.
Hergeir Nielsen segði, at
hann ætlaði at spyrja for-
mansskapin í danska fólka-
tinginum, um slíkt kundi
komið fyri í Danmark.
Arbeiðir víðari
Málið fekk eisini umrøðu á
fundinum, sum var ímillum
formansskapin í løgtingin-
um og formansskapin í
fólkatinginum í Suðuroy
mánadagin og har fekk
hann greitt frá síni ónøgd.
Men Hann fekk ikki
spurt donsku starvsfelag-
arnar um slíkt kundi komið
fyri í danska fólkatingin-
um, tí tíðin rann undan.
Men hann hevur fingið at
vita, at fólkatingið hevur
ymsar
skipanir
sum
tryggja, at mál fáa eina
slíka viðgerð, at allir partar
eru nøgdir.
Tær reglur eru ikki í
Føroyum og nú tað er
frammi um at endurskoða
tingskipanina, ætlar fyrsti
næstformaður at kanna
eftir, hvussu hesar skipanir
virka og um tær eiga at
verða settar í okkara ting-
skipan.
Stóran týdning fyri samstarvið
ímillum Føroyar og Danmark
Fer at arbeiða fyri at tryggja at allir partar verða nøgdir
Danska-føroyska ferðalagið á vegnum í Sandvík, har tey vóru og hugdu eftir gomlu, friðaðu bóndahúsununum í bygdini. Tað er berandi fyri forstáilsi ímillum
Føroyar og Danmark, sigur Edmund Joensen
Hergeir Nielsen ætlar nú at kanna eftir um reglur í fólkatinginum eisini eiga at galdfa á Føroya
Løgtingi. Her eru Christian Mejdahl, vm, Hergeir Nielsen og Eva Mejdahl á vegnum í Sandvík
seinnapartin mánadagin