Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 - 29. juni 2005 17 MJÚS Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Fyrst tiltakið á MjúS var fyri børn, og var sera væl eydna. Væl oman fyri hundrað børn vóru niðrið á sandinum, tá sjórænarar ein løtu yvirtóku festivalin, og tóku øll børnini við á eina spennandi og villa skatta- jakt. Knappiliga kom eitt annað sjórænaraskip til sjóndar. Ein bátur var settur út, og ein flokkur av sera óndum sjórænarakonum kom inn við bátinum. Alt endaði í hurlivasa og bar- daga og øðrum herligheit- um. Ein góð byrjan á ein sera spennandi festival. MJÚS Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tað var ótrúligt at síggja, hvussu nógv Lena hevur ment seg seinasta árið, síðan hon helt útgávukon- sert í sambandi við útgáv- una av "Can’t erase it". Ser- liga tá hon spældi løgini "Can’t erase it" og "Catch 22" var menningin sjónlig. Eitt er at hon er vorðin nógv meira pallvand, men eisini mátin, sum løgini vóru løgd til rættis, var frá- líkur. Konsertin var annars merkt av nógvum nýggjum løgum, og tað var tíðiligt, at Lena og Niklas hava nógv uppá hjarta. Fyrsta part av konsertini spældu Lena og Niklas einsamøll, og samspæli millum hjúnini var framúr. Tá Jóhannus á Rógvu og James Olsen komu á pallin fekk framførslan meira botn. Tað klæðir løgunum hjá Lenu og Niklas at verða klædd í henda einfalda búna. Á fløguni "Can’t erase it" tyktust løgini ofta ov stórsligin á ein ringan hátt, men við kassagittara, bassi og trummum rigga tey nógv betur. MJÚS Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tað var ein blúskendur og vælupplagdur Martin Joen- sen, sum gav MjúS gestum eina sanna røð av hittum. Alt frá løgum úr sang- leikinum "Skuggagestum", til ein jassutta útgávu av "60’unum" og eitt sindur av rokki í "Svarti Ravnur". Eisini vóru nýggj løg, sum "Eg havi tað gott" eitt fantastiska jaligt lag, sum er um at bresta av lívsgleði. Lekkur - er kanska besta orðið at brúka um fram- førsluna hjá Martini. Hann og bólkurin; Eyðun Hansen gittar, Pauli Magnussen bass og James Olsen trummir, fluttu seg í gjøg- num lagaskattin hjá Mart- ini, og hæddarpunktini vóru syngi-við-slagararnir úr Føroya Fólks sangbók, "Morgun" og "Ró". Tá bólkurin endaði konsertina við "Ró" var festivalupp- livingin hægri enn nakran- tíð annars hetta kvøldið. Eingin ivi er um, at Martin Joensen er eitt tón- listarligt flogvit, og tann lagaskattur, sum hann hev- ur skapt, er einki minnið enn ein dýrgripur. Her er talan um ein sannan før- oyskan Bob Dylan. MJÚS Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Gestir høvdu ongan trummuleikara við á MjúS, og eg var satt at siga eitt sindur spentur at vita, hvussu Prix vinnararnir í 2003 fóru at ljóða uttan trummir. Men niðurstøðan gjørdist tíanverri ikki so jalig. Bólkurin spælir sveimandi, droymandi rokk, sum Jeff Buckley og Radiohead, men her er hvørki talan um Radiohead ella Buckley. Í sínum nýggja líki uttan trummur tyktist tónleikurin krevj- andi, einstáttaður og í longdini keðiligur. Umframt egin løg tolk- aðu Gestir eitt lag hjá Buckley og eitt hjá Click- haze, hesi løg vóru tillagaði til at ljóða av Gestum, og brutu sostatt ikki frá. Eg havi ofta hoyrt Gestir betur enn hetta, og vóni, at trummuleikarin verður skjótur aftur. Tann mangl- andi áskoðaravinarligheitin í tónleikinum, sáðst aftur í, at nógv fólk hvarv av sjálvum konsertplássinum, meðan teir spældu. MJÚS Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Gentubólkurin Poppkorn var væl gjøgnumførdur poppur, og unga song- kvinnan Lillian Dals- gaard er ein sonn stjørna. Hetta verður eitt navn vit fara at hoyra nógv til í framtíðini. Talan var, sum so ofta er innan tílíkan tónleik, um lutvíst playback. Men røddin hjá Lillian lá oman á, og hetta var ein frálík rødd. Umframt røddina hevði unga songkvinnan sera jaliga útstráling, og hon kom væl út um pallkantin. Tað var tíðiligt, at hon elskaði at standa á einum palli. Hennara dansarar og backingsangarar, sóu harafturímóti fjáltur- stungnar út, og taktfestið í dansinum var rættuliga svingandi hjá nøkrum teirra. Hetta komst iva- leyst av nervum, men var óheppið fyri framførsl- una, tí Lillian sjálv var eitt gullkorn. MJÚS Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tá Saybia fór av pallinum, tók DJ Eyðfinn Drewsen yvir. Í teltinum spældi svensktopsangarinnan Kikki Danielsson, og á sandinum vórðu bál tendra og Villmenn spældu báltón- leik. Kikki og hennara bólkur vóru sera vælspælandi. Í øllum førum tí løtuna vit hoyrda hana. Síðan leitaðu vit okkum omana á sandin til bálið, har Villmenn spældu, og bál brendu. Hugnin hekk tjúkkur í luftini. Villmenn vóru heilt ótrúliga vælegnaðir til júst hetta slag av konsert. Bólk- urin hevur eitt rátt, punk- kent ljóð, og blandið mill- um heimagjørd løg og punkaðir kvøðuljómaslag- arar var sera væleydnað. Villmenn vóru fantastiskir. Sum ein nýggj Lena Gestir kravdu meira enn teir góvu Poppkorn er gullkorn Martin Joensen er ein føroyskur Bob Dylan Bál, Villmenn, Kikki og Eyðfinn Sjórænarar á MjúS