Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 121 - 29. juni 2005 MjúS er Føroya vakrasti festivalur MJÚS Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo MjúS var ein perla. Karmarnir vóru ótrú- ligir. Festivaløkið man vera eitt tað best egnaða í heiminum, Mølheyggjarnir góvu økinum lívd, og veittu frálík siti- pláss til áskoðararnar. Sandurin á Sandi er sum skaptur til ein festival. Eisini vóru tónleikaupplivingarnar nógvar og stórar teir nógvu tímarnar tónleikur varð spæld- ur. Við grillum, og búðum góvu fyrireik- ararnir økinum dám av at verða meiri enn bert ein konsert, og MjúS var nógv meira enn ein konsert. Katrin Petersen og hini í fyrireikingarbólkinum eiga rós uppi- borið. Tey hava givið øllum føroyingum eina gávu, Føroya vakrasta festival, sum varð vitjaður av yvir 1000 áhoyrarum. Byrjanin við einum barnatiltaki og endin við báli á sandinum savnaði tiltakið sum eina heild, ein festivalur fyri alla familjuna og eisini fyri náttarravnarnar. MJÚS Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Saybia var høvuðsnavnið á MjúS, og teir vóru, sum at vinna 200 kr. í V4, fínasta slag, men ikki veruliga nakað at rópa hurra fyri, og tað hevði verið hugaligari at fingið eitt sindur meira. Sveimandi og sorgblíði popprokkurin hjá danska bólkinum, var góður og væl spældur, og hevði væl fatur á áhoyrarunum, tó uttan veruliga at fara á flog. Bólkurin trein á pallin framman fyri sera vælupp- lagdum áhoyrarum. Spenn- ingurin at hoyra hetta danska heimsnavn saman við frálíku framførslunum hjá Týr og 200 beint frammanundan, hevði hitað fjøldina upp. Fólk kendu væl fyrstu løgini, sum øll vóru av fyrru fløguni hjá bólkinum "The second you sleep", og sungu við, sveiggjaðu og hoppaðu í takt. Hetta hóast ljóðið var ótrúliga vánaligt fyrstu løtuna. Tað var ikki fyrr enn nógv løg innið í framførsluni, at ljóðið gjørdist nøkurlundað, hetta sjálvt um bólkurin hevði egnan ljóðmann við. Fyrsta hæddarpunktið var stóra hittið hjá bólkin- um heitislagið á fyrru fløg- uni "The second you sleep", øll sungu við, og eina løtu fóru Saybia eitt sindur uppfrá. Síðan var hildið fram í sama fitta spori. Ljóðið gjørdist spakuliga betur, og løg av nýggju fløguni fyltu meira í skránni. Hesi løg vóru munandi betur enn tey eldru, og eitt sindur av tí næstan strævna sorgblýdn- inum hvarv. Løg sum "Brilliant Sky" og "I sur- render" vístu, at bólkurin hevur ment seg nógv síðan fyrru fløguna. MJÚS Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo 200 fóru á Pallin sum føroyska høvuðsnavnið á festivalinum. Hetta var fyrsta konsert hjá bólkinum eftir, at sangarin Niels hevði hitt Jenis í Planet- blaðnum, og onkur av teim- um nógvu 200 fjepparun- um ivaðist í um 200 fór at spæla lagið Muscleman- blað, nú Niels og Jenis vóru so væl. Men vit fingu bæði Mið- flokkurin 666 og Muscle- manblað. Niels segði áðrenn hesir sangir vórðu spældir, at hann hevði lært, at Jenis var ein fittur maður, men at hann bara var eitt sindur forvirraður. Í musclemanblað varð linjan "Í løgtinginum situr ein vemmiligur maður" broytt til "Í løgtinginum situr ein forvirraður maður". Framførslan hjá 200 var ein tann besta alt kvøldið, og bólkurin hevði somu- leiðis eitt tað besta ljóð- blandið á festivalinum. Men anleggið var ikki nóg stórt til, at punkurin veru- liga kom til sín rætt. Meðan 200 spældu smílt- ust øll, eitt bandittasligt smíl, og løg sum "Vit eru 200", "Drotningavitjan" og lagið, sum Niels kunn- gjørdi fór at verða teirra nýggja hit "Tað stóra bankaránið" gjørdu smílini breiðari og punkaðu gott lív í fjøldina. Hæddar- punktið var fantastiski sangurin "Sig ikki nei Kaj", ein søga um fitta dreingin Kaj Leo. MJÚS Niels Uni Dam Ein eldri sandingur skump- aði undir meg, og segði "Hetta er nakað av tí!" tá Týr buldraðu avstað við sínum kvæðarokki, og tað var ein kensla av forn- norrønari orku í luftini meðan Týr spældu. Fólk vóru ordiliga við uppá tað. Týr vóru fyrsti veruligi rokkbólkur á pallin, og kvøldið var búgvið til eitt sindur av góðum rokki. Frá fyrstu tónunum av Wild Rover, til Grana sum bar gullið av heiði, og Ólav Riddararós, sungu fólk við. Tungmálmsrokkurin hjá Týr spælir á føroyskar hjartastreingir, og ger tað væl. Hail to the Hammer og Ramund hin unge teljast millum betru løginini hjá Týr, og syngið við góðskan var høg. Eg skilji bara ikki, hví ein annars frálík tolking av Ólavi Riddararós skal syngjast so høgt, at Heri ikki megnar tað. Tað oyði- leggur sangin fullkomiliga. Men annars var framførslan frálík. Serliga var Terji Skibenæs framúrskarandi, hetta er ein tungmálms- gittarleikari av teimum góðu, og hansara soloir bera tankarnar aftur í 80’árini. MJÚS Niels Uni Dam Lama Sea er nokk ein av bestu tónleikabólkunum í løtuni. Hoyrdi teir á Meia- rínum herfyri, og eg varð blástur um koll, við góðum ljóði er bólkurin heilt fram- úrskarandi. Men leygar- dagin var ljóðið hjá Lama Sea út av lagi ringt. Hetta er kanska ikki heimsins lættasti bólkur at ljóðblanda, men krøvini til okkara ljóðfólk mugu verða hægri enn hetta. Bólkurin er so øðiliga orkumikil, og spæligleðin lýsur av teimum. Allir eru teir framúr tónleikarar, sum spæla sum ein eind, tó við eini rúgvu av smálutum sum fáa alt at ganga upp. Men á MjúS sluppu fólk ikki at uppliva, hvussu góð- ir teir veruliga eru. Bólk- urin er uttan iva verdur at hoyra, og framtíðin liggur opin frammanfyri teimum. Kann ein so góður bólkur ljóða so illa? Sorgblíðu Saybia skuffaðu eitt sindur Hetta er nakað av tí! Jenis er ein fittur maður – nann er bara forvirraður