Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 - 29. juni 2005 15 men fingu alt eyga. Her skal onki standa eftir í tómum heimi, men lurtarin skal við inn í tóna- alheimin hjá Deja Vu. Pól Arni Holm, kendur sum sangari í Wild Child og kanska mest seinni sum hann, ið sang Ormin Langa við Týr, kom á pallin. Á nýggju jóansøkufløguni syngur hann vísuna Kirsten Pils Kilde og fingu jóan- søkugestirnir hesa at hoyra. Makrel er eitt hitt heit- asta navnið í Føroyum í dag. Og somuleiðis á Jóan- søkufestivalinum. Og eg haldi ikki teir skuffaðu nakran. Eins og bólkurin framanundan, megna teir at draga lurtaran inn í teirra alheim. Og tað er dygd og orka í bólkium, sum eisini tykist eiga dugnaligar ein- staklingar, sum tó duga at halda seg til at skapa sín lut í heildini. Og fólk tók væl ímóti Makrel, sum eisini kvittaði við eini sera góðari framførslu. Nú nærkaðist høvuðs- navnið. Fyrst vóru tað ís- lendsku stelpurnar í Nylon við søtum poppi. Tær rigg- aðu væl. Men tíverri rigg- aðu mikrofonirnar hjá teimum ikki líka væl og tað nervaði eina løtu. Men sum heild komu tær væl frá uppgávuni og eygu og oyru fingu sítt og føroyingar tóku væl ímóti íslendsku fljóðunum. Eyðun Nolsøe átti upp- gávuna at hita upp, meðan tøkningar og onnur gjørdu klárt til Sweet. Tað megn- aði hann væl og hann eigur nóg mikið av fólkakærum klassikarum at oysa av. Og hann endaði við - sum hann tók til - útskeldaða lagnum Hvønn Dag, men fjøldin lat ongan ivast í, at lagið hevur undirtøku millum manna. Sweet So var tann stundin komin til handa. Andy Scott og hinir í Sweet komu pallin. Og tað var beinanvegin krem í oyrunum. Gott ljóð og menn, ið vita hvat teir gera og duga tað. Allir klassikararnir, okk- urt nýggjari, men alla tíðina fjøldina við. Tað er veruliga gleðiligt at uppliva eina løtu, har ein ikki bara er til konsert og lurtar, men hinvegin eisini fær eina innari kenslu av at slappa av, tí "hetta koyrur bara" og er júst sum tað skal!! Rock- ur, ið verður settur á skinn- arar. Sum at seta seg í ein bil, har ein hevur fult álit á føraranum. Tað hoyrsit og kennist, at menninir vita og duga. Sweet var eitt ógloym- andi upplivilsi. Og kanska tí at summi - eisini alment - frammanundan sáddu iva um dygdina, gjørdist upp- livilsi bara størri. Her kundi ongin seta fingur á nakað sum helst og AS Sweet góvu okkum áhoyrarum alt!! - Vit lova tykkum, at vit skulu ikki avdúka fyri nøkrum, at tit hava hesar paradísoyggjar her. Men bara so longi vit fáa loyvi at koma aftur. Høvdu tit bara sæð tað sama sum vit her av pallinum. Útsýnið er fram- úrskarandi vakurt, søgdu teir í Sweet millum annað av pallinum. - Vit væntaðu onki, men fingu alt, segði ein væl nøgdur Andy Scott eftir framførsluna og meinti hann við ferðina her sum heild, bæði framførslu og ferðina her, har hann hevur roynt at fiska í føroyskum báti og sæð vøkru náttúr- una og upplivað Føroyar. Succes! Og fyrireikararnir høvdu bara eitt orð eftir festivalin: Succes! Og at eini 900 fólk vitjaðu segði teimum, at Jóansøkufestivalurin er komin fyri at vera og verð- ur afturvendandi tiltak á jóansøku - skiftivís á Tvør- oyri og í Vági. Andy Scott Guðrun kom á minna pallin og hevði Neil við sær á guitaranum. Nylon