Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 121 - 29. juni 2005 Jóansøkufestivalurin fór av bakkastokki á jóansøku, hóast fyri- reikingartíðin var stutt. Og festivalurin gjørdist ein "succes", fyri at nýta orðið, ið fyrireikararnir seta á tiltakið. Eini 900 fólk leitaðu sær á Jóan- søkufestival. Øll tey, sum fóru á pall, syrgdu fyri góðum tónleiki og upplivils- um og høvuðsnavnið AS Sweet skapti eina av hesum løtunum, tá rockur veruliga gerst rockur; vælspælt og sveimandi, so tað ljóðar so leikandi lætt. Soleiðis er tað tá veruligu rockhetjur- nar fara á pall. Sweet segði seg onki vænta, men fáa alt og tað fekk lurtarin sanni- liga eisini JÓANSØKU- FESTIVALUR 2005 Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Tað var kanska ymiskt, hvat fólk væntaði sær av Jóansøkufestivalinum og av Sweet. Onkur róði fram- undir, at hetta helst var eitt ov slitið navn, meðan onnur væntaðu sæt tað heilt stóra frá veruligum rockgubbum. Og tey seinnu fingu rætt, tí Sweet setti eitt punktum við einum braki, ið ein skal leita longi í minninum eftir fyri at finna makan til. Kronologiskt Men skulu vit taka alt frá byrjan og í tíðarrøð, so byrjaði Jóansøkufestival- urin í fagrasta veðri klokkan 18. Og føroyingum ólíkt, so helt tíðarætlanin til minsta minnutt allan vegin ígjøgnum. Super, at slíkt einaferð letur seg gera. Økið í skúlagarðinum á Tvøroyri var umgjørt til rættuligt festivaløki. Pall- urin kundi bara hugtaka í sjálvum sær og meðan tað angaði av grillaðum búff- um, fór Holbæks Blues Band á minna pallin og setti hol á við einføldum, men mergjaðum, bluestón- leiki. Síðani kom fyrsta navn á høvuðspallin. Paradox, hesir ungu menninir livdu upp til alt, ein hevði hoyrt til teir áður og hoyrt um teir. Ein løta við fullari ferð á, vælspælt og ikki minst sjarmerandi, tí tað tykir mær Paradox er. Og tað kann so kanska standa sum eitt paradox, tí kanska skal rockur við ísletti av punk slett ikki vera so lætt at dáma, men tað eru Paradox. Minni pallurin var fyri tað mesta til tey, ið eru við á fløguni, sum kom út til jóansøkuna í ár. Jóansøkan er 80 ár og fløgan hevur nakrar av mongu sangfugl- unum á Tvøroyri við. Á pallin kom Sólfríð Bech, ein fyrrverandi ársins song- rødd, ið sang One of Us. So kom Jonhild A. Nielsen og sang frálíku útgávuna av Mánin hann skein. Her skal sigast, at fram- førslurnar á minna pallin- um vóru sum heild frálíkar og eitt úrvalslið av tónleik- arum syrgdi í stórun mun fyri hesum. Eyðun Ásason sang Wish you where here og so stóð Jákup Magnussen aftur klárur á stóra pallinum við nýggja navninum The Dreams. Teit høvdu áður so púra rætt sligið fast, at alt teirra tilfar eru nýtt í føroysku oyrunum, tí so fá hava hoyrt teir her á landi, men á MTV klára teir seg sera væl. Og tað gjørdu teir eisini á Tvøroyri. Punktón- leikur, sum hann eigur at vera. Og sum tað eisini krevst, tá bert 3 mans fara á pall, so prógvaðu teir seg sum dugnaligar tónleikarar. Í roynd og veru ein fram- førsla sum ger, at ein væl skilir undanvindin í kapp- ingini á MTV. Brandur Enni kom á minna pallin og sang lagið, ið hann hevu rá jóansøku- fløguni (ið nevnist Dýrd), Word for you og so eisini Heimið, ið hann er rættiliga kendur við. Og alt ov sjáld- an tekur hann hornblástur við í framførslurnar, men tað gjørdi hann á Tvøroyri, og Brandur er eisini sera dugnaligur hornblásari. Frálíkt Kvøldið fór nú so smátt at koma og somuleiðis fleiri jóansøkugestir. Gasolin Jam við manning úr Deiggj kom á pallin og hevði í roynd og veru eina framførslu, ið lá millum tær fremstu á kvøldinum. Menninir í Deiggj spældu løg hjá Gasolin’ og vóru trúgvir móti upprunanum og var tað ein dygd og sera stuttligt. Hjá Gasolin fjepp- arum var hetta ein góð løta og hjá øðrum bar til at njóta góðan og vælspældan tón- leik við viðring fyri upp- runanum. Guðrun kom á minna pallin og hevði Neil við sær á guitaranum. Tey bæði hava spælt nógv saman og kennast væl. Og t.d. Tú dregur meg sum ein Mag- netur riggaði væl og fólk kendu tey bæði við hesum lagnum frá stóra AME kvøldinum í Norðurlanda- húsinum. Guðrun prógvaði sína góðu rødd, t.d. eisini við lagnum Imagine. Deja Vu komu á stóra pallin og teimum líkt, so var talan um eina góða framførslu, har tónleikurin veruliga er í hásæti og skal njótast. Hvør sær hugna teir sær og saman skapa teir eina eind. Løgini eru sum bundin pløgg, har stolta bindikonan leggur kærleika í verkið og heldur rekir uppaftur, um hon missir eitt Væntaðu onki Holbæks Blues Band Paradox Brandur Enni Deiggj – Gasolin Jam