Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Enn ein ferð hevur amerikanski gospel- sangarin Jessy Dixon vitjað í Føroyum. Eins og seinast hevði hann klaversnillingin Elsu við sær, og tað má sigast, at út frá valdu skránni, so eydnaðist kvøldið framúr væl. Samanumtikið ein góð konsert, tó uttan tann vælkenda "black-gospel"-stílin, sum Jessy er so kend- ur fyri. Hinvegin hevði tað samlaða kórgrundarlagið í uppsetingini heldur ikki megnað at fingið hetta til veruleika. Vakurt pallsmíð og góð ljóssamanseting setti sín hugnaliga dám konsertina KONSERTUMMÆLI Victor Carlsen skrivar Jessy er ein maður, ið hevur allar umstøður í síni hulu hond, og tað merktist sanni- liga, tí ikki bara skuldi hann samskifta við tónleik- ararnar, men eisini tók hann sær av og á av kórinum eisini. Byrjanin var ein solo- framførsla í 40 minuttir, har vit partvís hoyrdu a capella sang, har Elsa og Jessy sungu saman uttan ljóðføri, og ikki at gloyma framúr góða klaverspælið til sangin "How great Thou art" og mátan, hesin sangur var framførdur uppá. Jessy framførdi eisini ein sang, sum serliga varð skrivaður til hansara, ein sera vakur sangur, sum hann bað okk- um syngja saman við honum, so frægt vit nú dugdu. Eisini nýtti Jessy nakrar av sínum "sing- back" sangum, og hóast hetta ikki yvirhøvur verður væl dámt til konsertfram- førslu, so skal berast yvir við hesum, tí væl gekst kortini at fáa lív í lurtara- fjøldina. Serstakliga var tað sangurin: "It ´s a stairway to heaven", ið veruliga fekk gongd á, tí sum Jessy segði, so førdi hesin sangurin ofta til, at fjøldin hevði hug til at fara upp at dansa til henda sang, men tað skuldu vit verða spard fyri hesa løt- una. Sjálvur royndi hann tó sum frægast. Eftir ein stutan steðg var so ferð aftur sett á, har vit fingu eina "Live-fram- førslu", sum veruliga gav lurtarafjøldini nakað fyri peningin. Eitt samansett kór við sangarum úr 6 ymiskum gospelkórum úr Føroyum kom upp á pallin og veruliga setti sín vakra dám á alla heildina. Tveir kórleiðarar, Eyðun av Lakjuni og Ásbjørn Bertel- sen høvdu fingið hesa upp- gávu, og sigast má, at hes- um komu teir bara væl frá. Vit fingu sangir sum: "He´s got the whole world in His hand", "Operator", "Amen", "Lean on me" o.s.fr., allir sangir, sum eru vanligir traditionellir sang- ir. Alt sangir, sum eisini góvu viðvirkandi trompet- ini sín leiklut, og megnaði onglendingurin hesa upp- gávu til fulnar. Alt hann spældi, samstemmaði væl við heildina, ikki yvirdriv- ið, og væl plaserað. Eisini bar hesin parturin av kon- sertini týðuliga brá av, at Jessy er ein teim trúgvu luttakurunum á "Bill Gaith- er Homecoming Friends"- upptøkunum, og nær sagt, fyrr væl illa, at vit ikki eisini hoyrdu hesar sangir framførdar. Føroysku tónleikararnir skulu heldur ikki her gloymast, tí teirra partur lá ikki eftir. Eitt gott saman- spæl, væl skipað rytmiskt, men sum kortini ikki gav teimum ta heilt stóru av- bjóðingina. T.d. hoyrdu við ein av bestu guitarspælar- um okkara, Mikkjal Hvannastein einans fram- føra ein hálvt vers, har hann illa nokk hoyrdist. Bassur og trummur hava jú til uppgávu at halda grundini uppá pláss, og her var alt í lagi. Satt at siga, so sat eg og bíðaði til vit kanska fingu at hoyra onkran góðan "Black-gospel"-sang, men sum fyrr nevnt, so var ikki sangliga grundarlagið tókt til henda stílin, hugsi her um kórið, sum skuldi kunn- að sungið. Tað er betri einki at gera, enn at gera nakað, sum ikki kann fullførast kortini. Jessy kundi fegnast um eina virkna og góða lurtara- fjøld, ið gav honum respons uppá tað, hann framførdi, og sigast má, at uttan iva eru farin til hús við einari góðari uppliving ríkari. Til síðst vildi kvøldið nærum ongan enda taka, tí Jessy mátti 3 ferðir fara aftur upp á pallin, og har improvisera einar 5 ymiskar sangir sam- an við kórinum. Kortini má ansast eftir, at ikki alt kvøldið fer upp í berum yvirraskilsi og kann til síðst virka eitt sindur barnsligt. Fyri mína skuld má Jessy Dixon gjarna koma aftur á vitjan, men tað má bíða eitt sindur enn, og neyðugt verður at fáa eina øðrvísi skrá samansetta til ta tíð. Ein tøkk skal ljóða til fyri- reikararnar sum tordu at skipa fyri, hóast bestu summartíð, og nokk við einum sindri av ampa um at fleiri kundu komið at lýtt á. Nr. 121 - 29. juni 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Holgar Jacobsen í Klaksvík, vanliga nevndur Holgar í Búðunum, andaðist mánadagin á Klaks- víkar Sjúkrahúsi, 75 ára gamal. Jarðarferðin verð- ur kunngjørd seinni. Anna Jespersen, Tvøroyri, andaðist á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi sunnu- dagin 26. juni, 81 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum miku- dagin klokkan 18 í Tvøroyrar kirkju. Gravarferðin verður hósdagin klokkan 13. Tey, ið vilja minn- ast Annu, kunnu lata Suðuroyar Ell- is- og Røktarheimi eina gávu. Konto í Suðuroyar Spari- kassa. Andlát og jarðarferðir »Highway to heaven« 80 ára føðingardagur Mikudagin 29. juni fyllir Harry Joensen í Klaksvík (vanliga nevndur Harry í Vági) 80 ár. Føðingar- dagurin verður hildin í Skálanum kl. 18.00. Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar- pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Vikuskiftis Sosialin í litum. Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr. Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag kl. 12.00 Sosialurin Litmyndir av brúðarpørum í