Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 121 - 29. juni 2005 VIÐMERKINGAR Jan Poulsen Ja, so sluppu nøkur tjóð- veldisfólk aftur at tváa hendurnar av á onkrum øðrum. Hesaferð skuldi tað so vera Margretha Drot- ning sum skuldi standa fyri tjóðveldisbombardimentin um. Nú fingu teir tað til, at Drotningin hevði lagt seg út í føroyskan politikk, tí hon sum ikki nakað skeivt er, umrøddi eina lóg sum varð samtykt við stórum meiriluta á Føroya Løgtingi og í Fólkatinginum. Teir sum atkvøddu fyri tí, umboða uml. 75 % av føroyska fólkinum. So situr man og hugsar, hvat er tað sum feilar tjólveldisfólki. Jú, kann bara koma til eina niður- støði, teir eru fullir av undirlutakenslum. Teir virða ikki sjónarmiðini hjá einum øðrum, og so "dyrka"/elska teir klandur. Hygg bert eftir, tá teir sótu við landsins leiðslu, kríggj hvønn einasta dag, um líkt og ólíkt. Nú hava teir so sitið í andstøðu, og hava grenjað og grenjað hvønn einasta dag, um alt millum himmal og jørð, bara tí at teir ikki sleppa at ráa, hvussu leikur skal fara fram. Minnist væl, tá filmurin Føroyar.dk varð vístur í sjónvarpi, hvussu formaður Tjóðveldisflokk- sins sat við lúna/gron, tí hann ikki fekk sín vilja. Minnir meg akkurat um ein lítlan smádrong sum ikki fær sín vilja, og setur seg við lúna/gron í ein krók at gráta. Nú hevur so Drotningin við húski verið og vitja Føroyar, og jú, aftur hesa- ferð sluppu teir eisini at "stjala", meginpartin av fjølmiðlaumrøðunum, sum vóru í hesum sambandi. Fyrst Høgni Hoydal, sum legði seg út í røðuna sum Drotningin helt í Norður- landahúsinum, og segði at hon var politisk,og at hann ikki luttók meira í nøkrum viðvíkjandi drotninga- vitjanini. Tað sum var eftir hjá Høgna Hoydal, at fara til, var ein døgurði umborð á Dannabrog, og so spyr man, mundi drotningin leggja nakað í um Høgni Hoydal ikki kom við? Eg hevði í hvussu so er ikki lagt nakað í tað. Í øllum førum, sluppu tey undan klandri tað tíðina. Síðan Finnur Helmsdal, sum eisini skuldi leggja seg út í sama evni, og so til seinast, borgarstjórin á Sandi, Páll á Reynatúgvu, sum ikki vildi nýta flaggið hjá Drotningin á sínum bili, sum hann hevði bjóðað fram at koyra hana við. Fyri tað fyrsta so er Drotningin drotning fyri alt ríkið, Føroyar, Danmark og Grønland, og hetta faktum sleppa heldur ikki tjóðveld- isfólk undan at viðurkenna, sjálvt um tey sum tað sær út, halda nakað annað og ikki vilja viðurkenna tað. Og tað at Drotningin tosar um eina lóg sum er samtykt millum Føroyar og Danmark, er ikki tað sama sum um tann Svenski kong- urin leggur seg upp donsku útlendingalógina, av tí sera einfaldu orsøk, at Drot- ningin sum nevnt er drot- ning fyri alt ríkið, Føroyar, Danmark og Grønland, meðan tann svenski kong- urin, einki sum helst hevur við donsk viðurskifti at gera. Var eisini gott at síggja øll løgtingsfólkini sum til dagin høvdu latið seg í vøkur klæðir til at heilsa upp á tey kongaligu. Men har var onkur løgtingsper- sónur, sum hevði latið seg í, sum um viðkomandi skuldi út at fóðra heimaseyðin, og ikki heilsa upp á tey kongaligu. Veit væl, at ein sjálvur avger, hvat ein gongur í, men tá man er valdur at umboða Føroya Fólk, so hevur ein "plikt" til at lata seg ordiliga í. Um eg var ein av fyri- skiparunum fyri hesi vitjan, so skuldi eg biðið Páll á Reynatúgvu um at parkerað bil sín inni í bílhúsinum aftur og fingið ein annan bil at koyrt drotningina í, við fløggum á. Mær lystir at vita, hvussu Páll á Reynatúgvu hevði gjørt, um eittnú tann íslendski forsetin kom á vitjan. Nei, tá skuldi hann nokk flagga við tí íslendska flagginum. Skal ikki leggja meg út í hvat tíðindafólk tosa ella skriva um, men tað var undrunnarvert og skamm- iligt at síggja og hoyra tann eina tíðindamannin í SVF, sum bleiv við at spyrja um tað sama upp í samanaftur, nevniliga røðuna hjá drotningini í Norðurlanda- húsinum, sjálvt um Drotn- ingin hevði svarað spurn- inginum einaferð. Haldi tað vera undrunnarvert, at hesin tíðindamaður - sýn- tist sum um hann var sendur av einum ella øðrum til bert at spyrja um hetta evni - tímdi at gera so nógv við hetta evni, tá tað bert eru nøkur heilt fá fólk í Føroyum, sum hava fingið illt í eitt visst stað av tí. Haldi at hetta sigur eitt sindur um, hvussu tjóðveldisfólk, nøkur av teimum, gera/eru. Men eitt er at hava ein politiskan lit ella hugsjón, eitt annað er at duga sær hógv og fólkaskikk. Johan Petersen Í blaðgrein finnast Bill Justinussen og Jenis av Rana at samgonguni, fyri at hava tveitt 20 mió. kr. burtur í samband við miðnámsskúlan í Suðuroy. Men at teir sjálvir hava verið við til at tveita 1.500 mió kr. burtur í samband við fastfrysting og niður- skurð av blokkinum, tykist ikki at nerva teir. Um dagarnar hava Bill Justinussen og Jenis av Rana blaðgrein, har teir harðliga harta samgonguna fyri at hava tveitt burtur 20 mió. kr. í samband við, at miðnámsskúlin verður fluttur úr Vági til Hovs. Men Jenis av Rana og Bill Justinussen, sum tá vóru ávikavist tingmaður og landsnevndarformaður og seinni landsstýrismaður Miðfloksins, vóru saman við tásitandi fullveldissam- gongu við til at fastfrysta og skera blokkin niður við 366 mió kr. um árið ella við 1 mió kr. hvønn dag í árinum. Blokkniðurskurðurin og fastfrystingin higartil kostað uml. 1.500 mió kr. Higartil hevur blokk- niðurskurðurin kostað før- oyska samfelagnum 1.281 mió kr. og fastfrystingin einar 200 mió kr. Ella samlað uml. 1.500 mió kr. Men tað ringasta av øll- um er, at fastfrystingin og niðurskurðurin standa við, og koma framyvir at kosta føroyska samfelagnum óhugnaligar upphæddir. Soleiðis kemur blokknið- urskurðurin í 2010 at hava kostað okkum 3.294 mió kr., í 2020 kemur hann at hava kostað okkum 6.954 mió kr. osfr. Harafturat kemur fastfrystingin. Bill og Jenis eru ikki varir við bjálkan hjá sær sjálvum Hóast eg ikki dugi at síggja tað geniala í, at flyta mið- námsskúlan úr Vági til Hovs - ein skúli eigur vælsaktans at liggja, har stór fólkakonsentratión er - má sigast, at tær 20 mió kr. hjá samgonguni eru sum flísin, meðan rullandi milliardirnar hjá Bill og Jenisi (og øðrum fullveldis- monnum) eru sum bjálkin, men sum teir ikki síggja. Politikkur/politisk hugsjón ella vanligur fólkaskikkur Heri Ziska Ítróttur fyllir allsamt meir í fjølmiðlunum í dag, og tað munna verða fá børn, sum ikki eru knýtt at onkrum ítróttarfelag. Hetta, at børn og ung brúka so nógva tíð uppá at íðka ella hyggja at ítrótti merkir, at ítrótturin kemur at verða við til at mynda virðisgrundar- lagið hjá hesum børn- um. Tí er vert at hugsa um hvørt ítrótturin í dag livur upp til hesa ábyrgd. Doping er ofta tikið fram sum ímyndin av snýt innan ítrótt, og er doping eisini ein stórur trupulleiki. Men verður hugt at t.d. einum fót- bóltsdysti í sjónvarp- inum, so síggjast javnan sokallaði "professionel fríspørk" ið eru fríspørk, har í tann, sum ger fríspark, veit at hann brýtur reglarnar innan sín ítrott, men velur tilvitað at snýta fyri at fáa ein fyrimun, akkurát sum tá Ben Johnson valdi at snýta fyri at gerast "heimsins skjót- asti maður". Eitt føroy- skt dømi um tað sama var í einari steypafinalu í hondbólti, har ein spælari gjørdi fríkast, beint áðrenn dysturin var lokin. Viðkomandi spælari var spurdur eftir dystin hvat í hendi, og svaraði hesin spælarin at "eg visti at eg fór at fáa reyða korti, men eg gjørdi tað fyri liðið". Hesi orð kunna yvir- setast til "eg snýtti fyri at vinna", og eru tað stórt sæð somu orð, sum Ben Johnson segði, tá hann varð spurdur, hví hann valdi at taka stimbrandi evni í royndini at gerast heims- ins skjótasti maður. Dømini omanfyri eru einans nøkur heilt fá um, hvussu ítróttarfólk velja at bróta reglarnar innan sín ítrótt fyri at fáa ein fyrimun framum tey, ið kappast verður ímóti. Ofta verður ført fram til forsvar fyri hesum snýtarum at "hatta má man tola", "øll gera tað", "man ger tað fyri liði" osf. Tað skerst tó ikki burtur, at úrslitið í øllum førum er tað sama. Nevniliga at hesi sokall- aðu ítróttarfólkini snýta fyri at fáa ein fyrimun. Og um tey so vinna, so verða tey fyrimyndir hjá teimum ungu, sum so- statt vaksa upp við eini ímynd av ítróttinum sum eitt stað, har í snýt er í lagi, so leingi tað gevur ein fyrimun. Og við tað at ítróttur í dag fyllur so nógv, sum hann ger, so merkir tað samstundis, at hesin sera óhepni hugburður kemur at verða partur av virðis- grundarlagnum hjá hes- um persónum. Dømi eru nógv, har video upptøkur hava prógvað, at tað varð snýtt, men har verður sum oftast onki gjørt við teirri undanførslu, at tað er ikki viðtikið at man kann nýta videoupp- tøkur sum prógv. Ella við ørum orðum "tað er í lagi at snýta, um dómari ikki sær tað!" Um ein hyggur at, hvussu nógv verða tikin fyri at hava nýtt stim- brandi evni og sammetir hetta við, hvussu nógv snýt fer fram innan ítrótt, so er tað undrun- arvert, at snýt við stimbrandi evnum hevur fingið eina so serliga støðu í mun til alt annað snýt, ið fyllir nógvar ferði meira á einum- hvørjum ítróttarvølli. Tað tykist, sum um at tað er valt at fokusera uppá ein lutfallsliga lítlan trupulleika fyri at umganga at skula takað støðu til ein nógv stórri trupulleika. Hesin mangulin uppá eina klára støðutakan móti snýt av øllum slag frá ítróttarins síðu er tað, sum ger at børn og ung í dag lætt kunna fáa tað fatan, at snýt er ein tydningarmikil partur av ítróttinum, og at tað at snýta er í lagi, so leingi sum fyrimunur kann vinnast á tann hátt. Vorðið sum virðisgrund- arlag at geva børnum til teirra ferð gjøgnum lívið! Skal man tora at lata síni børn íðka ítrótt? Flísin hjá samgonguni - bjálkin hjá Bill og Jenisi Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.