mikudagur 29. juni 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 121 - 29. juni 2005
11
Jacob Vestergaard
Henda spurningin kann ein
seta sær nú kjakið um
tørvin
á
røktarheims-
plássum enn einafer hevur
tikið seg upp kring landið,
serliga í Suðuroynni, har
kommunurnar hava fingið
eitt "serligt" tilboð frá
landsstýrinum.
Fyri at fáa greiðu á hes-
um spurningi, er neyðugt at
hyggja at ábyrgdarbýtinum
millum land og kommunur.
T.v.s. hvørjar uppgávur/
tænastur
kommunurnar
skulu taka sær av og hvør-
jar
uppgávur/
tænastur
landið skal taka sær av.
Kommunurnar hava alla
tíðina miðja eftir og arbeitt
fram ímóti at fáa eitt greitt
uppgávu- og ábyrgdarbýri
millum land og kommunur.
Við einum greiðum upp-
gávu-
og
ábyrgdarbýri
hevði ongin ivi verið um,
hvørki millum politikarar
ella borgarar, hvør eigur at
røkja tær ymisku uppgáv-
urnar, landið ella kommun-
urnar.
Undanfarna samgonga
setti gongd á hetta arbeiði,
og saman við komm-
ununum var farið undir
eina miðvísa tilgongd, fyri
at náa hesum málsetningi.
Samstundis var funnið útav,
hvussu skipast skuldi fyri,
tá kommunurnar skuldu
yvirtaka málsøkir/ uppgáv-
ur frá landinum, m.a. í
álitinum "um uppgávu- og
ábyrgdarbýti millum land
og kommunur".
Umframt at lýsa hvørji
málsøkir/ uppgávur eiga at
røkjast av kommununum,
var sligið fast, at kommun-
urnar skulu valda og gjalda
fyri tey málsøkir/ uppgávur
tær yvirtaka. Býtið av
skatinum millum land og
kommunur skuldi broytast,
so kommunurnar skuldu
fáa lutfallsliga størri part av
skattinum. Fyri at javnstilla
kommunurnar
í
mest
møguligan mun, skuldi ein
skipan við at útjavnað
kommunala skattin setast í
verk.
Kommunurnar vóru sinn-
aðar til at átaka sær fleiri
uppgávur, og vóru farnar
undir neyðuga fyrireiking-
ararbeiði.
Tað vísti seg tó, at bæði
land og komunur høvdu
trupult við at halda seg til
avtalaða politikkin, nevni-
liga at fáa eitt greiðari upp-
gávu- og ábyrgdarbýti mill-
um land og kommunur.
Fleiri dømir eru um tað.
Soleiðis byrjaðu kommun-
urnar at hjálpa landinum at
røkja uppgávurnar á eldra-
økinum, hóast hetta økið
var og framvegis er ein
landsuppgáva burturav.
Samstundis sum komm-
unurnar
mótmæltu,
at
landið legði fleiri útreiðslur
/uppgávur á kommunurnar,
á ymiskum økjum, uttan at
tann neyðugi peningurin
fylgdi við, brúktu komm-
unurnar nógvan pening til at
hjálpa landinum at røkja
eldraøkið.
Hesin politikkur er í
ansøgn við tað sum komm-
unurnar altíð hava vilja,
nevniliga at fáa eitt greitt
uppgávu- og ábyrgdarbýti
millum land og kommunur.
Við tí ætlan sum fyrilá, at
kommunurnar skuldu yvir-
takað eldraøkið, var tað tó
ein meining í, at kommun-
urnar byrjaðu at gera íløgur
á eldraøkinum, hóast hetta
átti at verið gjørt eftir einari
neyvari
ætlan,
avtalað
millum land og kommunur,
um hvussu partarnir í felag
skuldu útbyggja økið.
Nú er støðna ein heilt
onnur. Sitandi samgonga
hevur onga greiða ætlan um
at leggja eldraøkið út til
kommunurnar at umsita.
Hóast hetta, vil landið
framvegis hava, at komm-
urnar brúka sínar skatta-
krónur til at hjálpa land-
inum at røkja uppgávurnar
á eldraøkinum.
Tað hevur eydnast land-
inum sera væl at fáa
kommunurnar at brúka
pengar til eldraøkið, ja so
væl, at í Suðuroynni verður
tað nevnt eitt "serligt
tilboð", at kommunurnar
sleppa at gjalda til eitt økið,
sum fult og heilt er ein
landsuppgáva.
Niðurstøðan er greið,
"kommunurnar hava ikki
nakran røktarheimstørv",
sum
fleiri
kommunal-
politikarar og onnur tykjast
at halda.
Harvið er ikki sagt, at tað
ikki er ein røktarheim-
størvur. Fyrst og fremst eru
tað okkara eldru borgarar
sum hava tørv á ymiskum
tænastum, eisini á røktar-
økinum, tænastum, sum
landið eigur at veita teim-
um. Tí kann tað heldur
sigast, at landið hevur tørv
á, m.a. at útvega røktar-
heimspláss.
Sum er hvar vit fleiri
ymiskar loysnir á eldraøk-
inum. Um landið veruliga
skuldi komið við einum
tilboði til Suðuroynna, t.v.s.
tey eldru í Suðuroynni, átti
landið sjálvt at bygt ellis-
og røktarheim í Suður-
oynni, á sama hátt sum
gjørt var í Sandoynni fyrst í
90-árunum.
Kommunurnar í Suður-
oynni hava meir enn nokk
við at røkja tær uppgávur,
sum tær eiga at taka sær av.
Vit hava júst hoyrt um
trupulleikarnar
á
um-
hvørvisøkinum, har stórar
íløgur skulu gerast í Vági
og á Tvøroyri, fyri at fáa
eina nøktandi skipan fyri
spillvatni.
Landið og kommunurnar
eiga í felag at taka arbeiði
uppaftur við at leggja eldra-
økið út til kommunurnar at
umsita.
Hetta kann gerast yvir eitt
tíðarskeið, eftir einari fastari
ætlan, har land og kommun-
ur í felag útbyggja eldra-
økið, við teimum ymisku
tilboðunum, sum tey eldru
hava tørv á, til kommunur-
nar at enda yvirtaka alla
ábyrgdina av økinum. Hetta
eigur at gerast eftir tí leisti,
sum skotin er upp í álitinum
um „uppgávu- og ábyrgdar-
býti
millum
land
og
kommunur".
Kommunurnar í Suður-
oynni hava ikki nakran
røktarheimstørv.
Tær
kunnu so taka støðu til, um
tær eru so væl fyri fíggjar-
liga og so væl fyri viðvík-
jandi kommunalum tænast-
um, at tær meta tað verða
rætt at brúka pengar til eitt
øki, sum landið eigur at
taka sær av.
Hvussu leikur fer, vil tíðin
vísa, men eitt er vist, landið
kann ikki geva kommunun-
um ábyrgdina av manglandi
tilboðum á eldraøkinum.
Tað ábyrgdina hevur landið
fult og heilt.
Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
Oljuprísirnir eru enn eina-
ferð hækkaðir, og hava við
hækkingini sett nýtt met. Í
Danmark eru bensinstøðir í
ferð við at skifta gomlu
prísskeltini út, so at tey
kunnu
vísa
tveysifraði
krónutøl. Í Føroyum kosta
1.000 litrar av gassolju nú
5.300 krónur. Eitt meðal
húsarhald brúkar umleið
3.000 litrar av olju um árið
og skal sostatt av við slakar
16.000 krónur árliga, bara
fyri at halda húsini heit.
Umleið tveir triðingar av
el-framleiðsluni í Føroyum
verður vunnin úr olju. Tí
kann
roknast
við,
at
prísirnir hjá SEV eisini fara
at verða ávirkaðir av høga
oljuprísunum, og aftur har
er tað brúkarin, sum fær
rokningina. Í 2004 brúkti
SEV umleið 30.000 tons av
tungari olju.
Stjórin í Statoil segði í
samrøðu við Dag og Viku
týskvøldið at eingi útlit eru
til at oljuprísirnir fara at
lækka aftur í nærmastu
framtíð. Síðani seinasta
summar eru prísirnir støð-
ugt hækkaðir, men av tí at
amerikanski dollarin er
fallin í virði, hava vit ikki
merkt alla hækkingina.
Men nú gongur dollarin
uppeftir, og tí eru útlitini
ikki bjørt.
Oljuavgjaldið
Av hvørjum litri av brenni-
olju, sum verður fylt á
tangan,
eru
80
oyru
oljuavgjald og 90 oyru
meirvirðisgjald. Eitt húsar-
hald, sum brúkar 3.000
litrar av olju um árið, rindar
sostatt 2.400 krónur árliga í
oljuavgjaldi
og
2.700
krónur í meirvirðisgjaldi
fyri oljuna.
Prísin á heimsmarknað-
inum hava vit onga ávirkan
á. Men oljuavgjaldið og
meirvirðisgjaldið seta vit á
sjálvi.
Áðrenn apríl 2000 var
oljuavgjaldið í øvugtum
lutfalli við oljuprísin. Tað
vil siga, at tá oljuprísurin
hækkaði, so lækkaði av-
gjaldið. Á tann hátt fingu
vit ein javnari prís. Men í
mars 2000 legði Karsten
Hansen, landsstýrismaður,
uppskot fyri Løgtingið um
at fastlæsa avgjaldið á 80
oyrum, og tað uppskotið
varð samtykt. Síðani eru
oljuprísirnir hækkaðir so
nógv, at við gomlu skipan-
ini hevði avgjaldið fyri
langari tíð síðani verið
komið niður á 0 krónur.
Men orsaka av broytingini
hjá Karsten Hansen er tað
framvegis 80 oyru fyri
liturin.
Mugu taka kjakið nú
Høgu oljuprísirnir eru ein
trupulleiki
fyri
nógvar
føroyskar familjur. Sam-
bandsflokkurin er altíð til
reiðar at tosa um møgulig
tiltøk, ið kunnu avmarka
avleiðingarnar av høgu
oljuprísunum.
Rættast
hevði verið, um løgtingið
longu nú tók støðu til, hvat
vit skulu gera, um prísirnir
á olju um eitt ella tvey ár
verða uppaftur hægri enn
nú.
Eitt hugskot kundi til
dømis verið at vent aftur til
gomlu skipanina (ella eina
líknandi skipan), har ið
oljuavgjaldið er í øvugtum
lutfalli við oljuprísin. Hetta
kundi lætt munandi um hjá
føroysku húsarhaldunum,
nú prísurin fyri hita er um
at geva føroyingum kulda-
sjálvta.
Kári P. Højgaard
Løgtingsmaður
Væl fyrisskipað hátíðar-
hald var fyri innbodnum,
tá skotið skotið varð
ígjøgnum
leygardagin.
Sjónvarpið vísti í degi og
Viku myndir, har Norð-
lýsið og norska flaggið
saman við posti vórðu
handaði gjøgnum tað lítla
holið í múrinum, ið skildi
arbeiðsbólkarnar,
ið
høvdu arbeitt ávikavist úr
Leirvík og Klaksvík.
Nógvur
turbulensur
hevur verið kring land-
stýrismannin í Innlendis-
málum, sum í langa tíð
hevur megna at verið
miðdepulin í heimliga
orðaskiftinum, har nær-
um hvør útsøgn frá hon-
um, hevur fest eld í. Tí var
tað tí við ávísum ótta og
iva, undirritaði tíðum
hugdi niður á sjálvlýsandi
urskivuna, har stóripinnur
hevði kropið sær nakað
fram um ásetta 5-talið.
Men so komu forloysandi
orðini um, at nú vóru 5
minuttir til skotið bleiv.
Hesafer var ongin slingur
í valsinum hjá Jógvani
við Keldu og múrurin
fall. Loksins kundi so
skerda
eysturoyarting-
manningin klúgva upp
um
grótrúgvuna,
við
Kjartan Joensen skipara
úr Leirvík á odda, honum
í
hølinum
Kára
P
Højgaard, Alfred Olsen,
Andreasi Petersen og
Jógvani á Lakjuni. Klak-
víksmegin
vórðu
vit
hjartaliga væl móttiknir
av norðoyartingmonnun-
um, ið við serstøkum
spenningi høvdu sæð
fram til hesa løtu.
Kom á tal niðri í tunlin-
um
miðskeiðis
undir
Leirvíksfirði, á lægsta
staðið í Útnorði. Ongin
ivi er um, at maðurin er
langt frammanfyri sína
tíð. Vit fingu greitt at vita,
at ongin skilti Jógvan fyri
15 árum síðani, tá hann
vísti á tað skilagóða í hesi
verkætlanini, sum nú
gjørdist
veruleiki,
og
hann hevði fingið rætt.
Tað er møguliga trupul-
leikin, tá ein sær longur
fram enn fólk flest, at
man kann verða misskil-
tur av síni samtíð, livst so
spyrst.
Borðhaldið var hildið
undir hugnaligum um-
støðum og maturin var
vælsmakkandi og ókvoter-
aður. Orðið varð ikki frítt,
tíbetur, vildi onkur sagt.
Ivaleyst høvdu teir ting-
menn, ið høvdu leitað sær
norður
til
Klaksvíkar
hendan leygardagin, ikki
latið orð landstýrismans-
ins í vinnumálum staðið ó-
svarað, tá hann burtur úr
rúgvuni
nevndi
tveir
partamenn. Misstakið skal
verða honum fyrigivið, tí
farna vikan hevur verið
sera strævin. Kappingin
við løgmann, um at ganga
fremstur í kongaliga fylg-
inum saman við vøkru
krúnprinsessuni, krevur
sítt. Onkur hevur speisk-
liga sagt, at høvdu um-
støðurnar verið øðrvísi og
vitjanin ikki endaði nú, so
er spurningurin, um henn-
ara kongaliga hátign hevði
fari avstað aftur, tí á
nærum hvørjari sjónvarps-
mynd, hugdu prinsessan
og landstýrismaðurin ber-
gtikin hvør at øðrum.
Aftaná blíðskapin frá
vertum og norðingum
varð leita í bussarnar, at
njóta seinasta møguleika
at koyra ígjøgnum tunnilin
á hesum sinni. Kom í
bussin, ið skuldi koyra
fólkið ein túr til Leirvíkar
og aftur til Klaksvíkar.
Veitslurómur var á øllum,
og søgur og sangur gjørdu
túrin alt ov stuttan, har so
kendir menn sum Karstin
Hansen, Jákup Mikkelsen,
Heini O. Heinesen, Stein-
bjørn
Jacobsen,
Rod-
mundur Nielsen o.a. vóru
við. Tá ein mikrofon er
nærhendis, er ein sovorðin
neyð at sleppa at tosa í
hana, og gavst hesin
møguleikin eisini á túrin-
um. Undirritaði gjørdi
sama mistakið sum land-
stýrismaðurin í vinnumál-
um, bert at nevna eitt navn
í smb. við tunnilin, men
tað skal verða rættað her.
Bæði Eyðun Elttør, Kars-
tin Hansen og Heini O.
Heinesen áttu saman við
góðum kreftum sín stóra
leiklut í hesi verkætlan.
Eftir stendur so avbjóð-
ingin Leirvíksmegin, har
ein haldgóð loysn skal
finnast við tunlinum undir
bygdini. Vónandi verða
hesi viðurskiftini avgreidd
í næstum, so óttin og
ampin, leirvíkingar hava
av tí komandi øktu ferðsl-
uni, er ógrundaður. Ongin
ivi er um, at roknað
verður við, at løgmaður í
ólavsøkurøðu síni boðar
frá, hvør loysn er vald og
at hetta er gjørt í samráð
við kommunalu myndug-
leikarnar á staðnum.
Tilukku og góða eydnu
við størsta samferðslu-
átakinum í nýggjari tíð.
Vóni at sambindingar-
liðið, tunnilin millum
Eysturoy og Borðoynna
kemur at lætta um ger-
andisdagin hjá vinnulív-
inum og teimum fólkum,
sum regluliga skulu nýta
hesa farleið og verður til
signingar og gleði fyri
allar føroyingar..
Hava kommunurnar røktarheimstørv?
Norðoyartunnilin
Hitaprísur elvir til kuldaskjálvta