Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 - 29. juni 2005 21 nýggju nógv størri og hægri. Henning sigur, at hæddin frá grúsinum og upp á ovast enda er 47 metrar, men verður hæddin máld upp á ovasta enda á propelluni, tá ið hon stendur hægst, er talan um tilsamans 70 metr- ar úr grúsinum og upp. Nýggju myllurnar hjá SEV eru 660 kW hvør, ið svarar til eina maskinu, sum eru einar 900 hk. - Soleiðis eru hesar tríggjar myllurnar sløk 2000 kW tilsamans, sum svarar til eina maskinorku, ið er 2700 hk., sigur Henn- ing. Hann vísir á, at roknað yvir húsarhald, kunnu hesar myllurnar framleiða orku til umleið 1300 húsarhald, sum svarar til øll húskini við eystara armin á Skála- fjørðinum. - Men tá eru virkini í økinum ikki tald við, leggur Henning aftrat. SEV eigur vegin Samlaða vindmylluprojekt- ið hjá SEV í hesum umfari kostar einar 18 miljónir krónur. Umframt keypið av sjálv- um myllunum, sum liggur um 12 miljónir krónur við uppseting, hevur elfelagið brúkt umleið 6 miljónir krónur til vegagerð, funda- mentir, kaðlar, transforma- torar og annað. Atli Poulsen á Toftum, sum eigur felagið, Bilar-og Maskinur, hevur staðið fyri útgrevstri, vegagerð og stoyping av fundamentum, og sum skilst hevur hann havt onkran undirveitara. Tað er SEV, ið eigur og hevur borið kostnaðin av øllum projektinum og harvið eisini vegnum, sum er bygdur út ígjøgnum Neshaga, har myllurnar eru settar upp. Vegurin gongur so langt suður, at bert einir tveir kilometrar vanta í, til komið er suður á Nesvatn. Tað er eingin loyna, at vegurin út ígjøgnum vøkru náttúruna í Neshaga saman við høgu og forvitnisligu vindmyllunum, sum stillis- liga dunað í oyruni, er vorðin eitt ávíst ferðamál. Fitt av fólki hava koyrt suðureftir nýggja vegnum, hagar stutt er til vakrastu náttúru og ríkt fuglalív. Vegurin steingjast Henning sigur, at avtalan við bøndurnar er, at portur skal setast við byrjanina av nýggja vegnum, soleiðis at almenningurin ikki sleppur úteftir vegnum og suður á myllurnar. - Hetta hevur verið skip- anin, síðan SEV setti fyrstu mylluna upp í Neshaga, og hetta er nakað, sum bønd- urnir hava ynskt, leggur hann aftrat. Hann vísit annars á, at tað ikki er vandamikið at ferðast, har myllurnar standa. - Allar instalatiónir eru grivnar niður, eins og gjørt er millum húsanna. So, her er eingin vandi á ferð, um fólk, nú vegurin enn er opin, leita sær ein túr út í Neshaga at forvitnast, áðrenn portur verður sett fyri innkoyringina. Henning sigur, at tað helst verður soleiðis, at SEV og bøndurnir, sum varða av haganum, koma at hava lykil til portrið. - Einki er at ivast í, at røktingarmenninir ávísar tíðir av árinum – og ikki minst, tá ið seyðurin lembir ella verður fóðraður - hava tað lættari, nú koyrast kann suður ígjøgnum Neshaga, sigur hann. Beint á netið Verkfrøðingurin sigur, ong- ar serligar fyrireikingar ella íløgur eru í samband við, at myllurnar koma inn á netið hjá SEV. - Myllurnar verða bara bundnar inn á netið, og síðan verður streymurin reguleraður so hvørt úr Vestmanna. Henda skipan- in er rímiliga sjálvvirkandi. Tað er soleiðis, at SEV til eina og hvørja tíð fram- leiðir ta nøgd av streymi, sum brúkt verður. Verður minni brúkt, verður minni framleitt – og øvut, sigur hann. Hann vísir á, at tá ið streymurin frá myllunum kemur inn á netið, merkir tað, at motorarnir á Sundi koyra við heldur minni ferð og harvið brenna minni olju. - Hetta er sum við einum speedara á einum motori, sigur Henning Jacobsen, verkfrøðingur, at enda. mala spara motorarnir olju Lívfrøðiligu umstøðurnar eru góðar FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Alt bendir á, at lív- frøðiliga grundarlagið undir fiskastovnunum á føroyska landgrunn- inum hevur verið í lagi seinastu árini, og einki er, sum bendir á, at tað ikki eisini er í lagi í ár. Síðan fyrst í nítiár- unum hevur Fiskirann- sóknarstovan gjørt gróðurkanningar, ið hava víst seg at vera eitt gott "barometur" fyri lívfrøðiliga grund- arlagnum undir tí, sum livir í havinum. Nøkur ár herfyri vístu kanningarnar, at gróðurin var lítil, og hetta sást skjótt aftur á fiskinum, sum gjørdist rak. Seinastu árini hevur gróðurin verið miðal og heldur størri enn miðal, og hetta hevur eisini sæst aftur í fisk- inum. Sum skilst, fyri- liggja ikki endaligu úrslitini av gróður- kanningunum enn í ár, men sambært fiski- frøðingum, sum standa hesum kanningum nær, bendir alt á, at vit fáa eitt ár við miðal góðum gróðuri – ella kanska eitt sindur yvir miðal. Kanningarnar, sum gjørdar vórðu á Før- oyabanka fyri eini tíð síðan, vístu, at hóast fiskurin ikki er so nógvur og stórur, sum hann onkuntíð hevur verið, var fiskurin kortini feitur og í góð- um standi. Sostatt er semja millum fiskifrøðingar um, at lívfrøðiligu um- støðurnar hjá okkara fiskastovnum – tær, sum náttúran sjálv skapar – eru góðar í løtuni, og einki bendir á, at tær fara at versna, soleiðis sum støðan er. - Allar installatiónir eru grivnar niður, eins og gjørt er millum húsanna. So, her er eingin vandi á ferð, um fólk, nú vegurin enn er opin, leita sær ein túr út í Neshaga at forvitnast, sigur Henning Jacobsen, verkfrøðingur Mynd: Vilmund Jacobsen Nýggi vegurin í vakrari náttúru, høgu og forvitnisligu myllurnar og stillisliga dunið frá teimum er vorðið eitt ferðamál í Neshaga. Men tað verður stokkut, tí portur verður sett við innkoyringina til "mylluvegin" Mynd: Vilmund Jacobsen r, at allar tríggjar vindmyllurnar í u komnar inn á netið í dag – og tískil arnir á Sundi at spara olju. Hetta úr Vestmanna