mikudagur 29. juni 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 121 - 29. juni 2005
????
Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
Politiska og búskaparliga
kreppan í ES setir síni spor
á kurvumyndini, sum vísir
styrkislutfallið
millum
dollar og euro. Sjá mynd 1
Tá tað gjørdist greitt, at
fólkaatkvøðurnar í Franka-
ríki og Hollandi fóru at
enda við einum nei, viknaði
euran. Tá fólkaatkvøðurnar
sum væntað vístu eitt klárt
nei, fall valutan enn meir.
Og nú ið statsovastarnir í
Europeiska Ráðnum, sam-
an til fundar í Bruxelles
herfyri, hvørki kundu semj-
ast um komandi langtíðar-
fíggjarlóg ella geva nakað
klárt boð uppá hvussu tann
politiska og strukturella
kreppan skuldi loysast, ja -
so fall euran enn einaferð.
Tó so, at tað sær so út, at
felagsvalutan nú hevur
stabiliserað seg á einum
støði, har ein euro gevur
1,21 dollara..
Men í hesum nógva
tosinum um europeiska
kreppu, og fallandi euro-
virði, skal ikki gloymast at
USA og dollarin eisini hava
sínar trupulleikar at dragast
við.
Trupulleikarnir í USA
Sum viðgjørt fleiri ferðir í
hesum teigi, kann sigast
heilt einfalt, at amerikanski
búskapurin
hevur
tvær
positivar og tvær negativar
síður. Tað positiva er, at
vøksturin í framleiðslu er
rættiliga stórur, og væl
størri enn í ES sum heild.
Hesi høvuðstøl eru sett
saman í hjástandandi talvu
Í USA dekkar hugtakið
"the twin deficits", at stórt
hall er bæði á fíggjarlógini
og í viðurskiftunum við
umheimin. Tað sæst klárt í
talvuni. Stóra hallið á
gjaldsjavnanum skal dekk-
ast uppá onkran máta, og
higartil hevur innfløðingin
av kapitali til USA verið
nóg stórur til at dekka hetta
hallið. Tað hevur loyst seg
at gera íløgur í dollar-eind-
um.
Spurningurin
er,
hvussu leingi tað heldur
fram. Og seinastu melding-
arnar vísa, at tað gongur
ikki so væl í løtuni. Í apríl
floymdu bert 48 mia. $ til
landið, men hallið var í
sama mánaði uppá 57 mia.
$.
Búskaparligu
trupulleikarnir í ES
Á europeisku síðuni eru
onnur vandamál at dragast
við, men tey eru eisini
álvarslig.
Framleiðsluvøksturin er
seinur, í meðal 1,4%. Men
stórur munur er á londun-
um. Í Svøríki og Spania
væntast vøksturin í 2005 at
blíva uppá 2,8%. Danmark
liggur eisini í betra endan-
um við einum búskapar-
ligum vøkstri uppá 2,1%.
Men í hinum meira "sjúk-
liga" endanum liggur Italia
illa fyri við stagnatión uppá
0,3%, og hetta landið hevði
í 1. kvartali í ár eina reella
afturgongd uppá -1,8%. So
vinnulívsmaðurin Berlus-
coni hevur verið landinum
ein dýrur drongur uppá
mangar mátar.
Arbeiðsloysið er fram-
vegis høgt í ES, og eingin
lætti í mjørkanum er at sjá.
Meðaltalið er 8,9%. Men
verst stendur til í teim stóru
londunum
Frankaríki,
Týsklandi og Spania har
tað er 10% ella meira. Taka
vit eystara part av Týsk-
landi, tað gamla DDR, so
eru næstan 20% arbeiðs-
leys, fimti hvør. Hinvegin
er avlop á bæði gjalds- og
handilsjavna í ES.
Politiskir trupulleikar
í ES, men enn ongar
loysnir
Støðan í ES aftaná fólkaat-
kvøðurnar í Frankaríki og
Hollandi, har úrslitið segði
Non og Nee, kann av sonn-
um kallast kreppa. Men
kreppur hava verið fyrr, og
sum heild má sigast at ES í
europeiskum
sambandi
kann vísa á stór úrslit.
Hvussu gongdin vurderast,
veldst sjálvnadi um hvørja
støðu maðurin hevur til ES,
fyri ella ímóti, ella bara
skeptiskur.
"Det gik ad helvede
til"
Á fundinum i Europeiska
Ráðnum í farnu viku vóru
tvey stórmál á skránni, men
hvørgi fekk nakra loysn.
Tað var ein sjálvfylgja, at
støðan aftaná nei-atkvøð-
urnar
í
Frankaríki
og
Hollandi skuldi viðgerast.
Hartil hevði luxemburgski
formannsskapurin
sett
langtíðar fíggjarætlanina á
dagsskránna.
Danska "Politiken" tekur
ramliga til í síni oddagrein
(20.06.05) um henda fund:
"Alle gjorde, som man
måtte forvente, og det gik
ad helvede til. EU-top-
mødet i Bruxelles brød
sammen, det afstod fra at
give et egentligt svar på
den demokratiske krise,
som nej’erne har åbnet, og
benyttede i stedet lejlig-
heden til at smadre budget-
porcellænet i fuld offentlig-
hed."
Tony Blair helt fast um ta
avsláttarskipan, sum bretar
hava havt síðan 1984. Hon
ger at bretar sleppa bíligari
enn onnur lond av tilsvar-
andi stødd. Hinvegin vildi
franski presidenturin Chi-
rac ikki slaka uppá land-
búnaðarskipaninar,
CAP
ella Common Agricultural
Policy, sum gevur fransk-
monnum stórar fyrimunir.
Støðan er í løtuni læst føst,
og tað sær ikki mætari út
enn at manningin sum situr
í løtuni er uppslitin og
troytt.
Politiken
lýsir
politikkara-liðið soleiðis:
"Selv om det Europæiske
Råd rummer flere oppor-
tunister, egotrippere og
politiske ringvrag end sæd-
ES-kreppa og búskapur:
Hvussu verður politisk-búskaparl
ES
USA
Framleiðsluvøkstur (GDP)*
1,4 %
3,5 %
Arbeiðsloysi í %
8,9 %
5,1 %
Handilsjavni
+ 69 mia. $
- 710 mia. $
Gjaldsjavni
+ 42 mia. $
- 717 mia. $
Fíggjarlógarhall í % av GDP
- 2,8 %
- 4,1 %
*2005 estim. (Kelda:The Economist)