mikudagur 29. juni 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 121 - 29. juni 2005
23
liga kreppan í ES loyst?
vanligt, er det ikke de
trætte mænd i jakkesæt, der
er problemet. De gjorde
hvad de kunne i en politisk
struktur, der skriger på re-
former."
Niðurstøðan er sostatt, at
tað er politiski struktururin,
sum hann er í løtuni, sum er
óhóskandi. Tað var millum
annað hetta, at tann nýggja
traktatin, sum nú er fallin,
skuldi bøta um.
CAP og bretska
rabatt-skipanin
Franskmenn
og
Chirac
elska sjálvandi ta land-
búnaðarskipan, CAP, sum
ES hevur haft í meir enn
fjøruti ár, tí har eru nógvir
pengar at heinta. Men skip-
anin hóskar illa saman við
ta annars í høvuðsheitum
liberalu ella sosial-liberalu
grundhugsan, sum sam-
takið byggir á. Hon ger tað
ma. møguligt at dyrka
sukurrøtur
í
Danmark,
hóast veðurlagið aðrastaðni
er betur hóskandi til hesa
framleiðslu. Skipanin er
uppá mangar mátar kon-
serverandi, hon tvíheldur
um framleiðsluhættir, sum
ikki longur eru kappingar-
førir uttan áhaldandi penga-
stuðul.
Bretar fingu sína rabatt-
skipan tá konservativa Mrs
Thatcher helt, at bretar
betaltu ov nógv til henda
felags politikk, CAP, og
fingu ov lítið burturúr.
Paradoksið er, at bretar nú
sleppa bíliga, meðan nýggj
og nógv fátækari lond be-
tala fullan prís.
Tað er tí, at Blair sigur, at
teir ikki vilja sleppa rabatt-
skipanini, uttan so at for-
oldaða landbúnaðarskip-
anin verður broytt ella helst
púra avtikin. Pengarnir
kunnu brúkast fornuftigari
enn til "økismenning", sum
ikki fremur nakað nýtt.
Hvar fara pengarnir,
sum eru á ES-fíggjar-
lógini?
ES hevur eina fíggjarlóg,
sum brúkar umleið 1% av
framleiðsluni (GDP) í sam-
takinum. Mynd 2 vísir, at
nógv tann størsti posturin
er henda konserverandi
landbúnaðarskipan. Høvdu
hesar næstan 50 milliardir-
nar td. farið til gransking,
sum nú fær bert 5 milli-
ardir, so hevði stuðulin
peika frameftir. Og tað er
neyðugt, í hesi globaliser-
ingstíð.
Mynd 3 vísir so, hvørji
lond procentvíst fáa mest
burturúr tilsamans. Klárt
liggur Frankaríki á odda í
hesum. Tað er júst her, ið
stríðið stendur, um tað skal
sigast einfalt.
Tony Blair hugtók fólk
í Europaparla-
mentinum
Í vikuni sum fór helt Tony
Blair eina røðu í ES-
parlamentinum. Hon var
serliga áhugaverd, tí Bret-
land yvirtekur formanns-
sessin í Europeiska Ráð-
num nú fríggjadagin tann 1.
juli.
Røðan var spennandi, tí
Blair hevði frammanundan
fingið skyldina fyri, at ES-
fíggjarlógin
ikki
bleiv
samtykt, tí bretar ikki vildu
slaka í rabatt-málinum,
sum nevnt er omanfyri.
Røðan var eisini spenn-
andi, tí Tony Blair vísti í
henni, at hann bæði hevði
ta søguligu dimensiónina
um bakgrundina fyri at
sameina Europa og ikki
drepa hvønn annan, og
hann hevði eisini visiónir,
sum undirritaði helt vera
skilagóðar og sum peikaðu
út um klandrið, sum er í
løtuni.
Hann segði: " This is a
union of values, of solidari-
ty between nations and
people, of not just a
common market in which
we trade." Ella: hetta er eitt
samtak um virðir, um
samhug millum tjóðir og
fólk, ikki bert ein felags
marknaður har vit keypa og
selja. Hann víst eisini á, at
USA í dag er einasta super-
veldið í heiminum.
Men Kina og India fara
um fá tíggju-ár at verða
heimsins størstu búskapir,
hvørt av hesum londum
hava eitt fólkatal, sum er
tríggjar ferðir størri enn tað
í ES. Tað er, sambært Blair,
meiningsleyst
at
brúka
pengar og orku uppá kon-
serverandi tiltøk, og tí skal
landbúnaðarpolitikkurin
broytast frá grundini, og so
skjótt sum til ber. Tað er
vónleyst at arbeiða ímóti
globaliseringini við at av-
byrgja seg, ella at subven-
tionera (stuðla) doyggjandi
framleiðslugreinar.
Klárt segði hann eisini, at
politiskir leiðarar, bæði í
ES-sambandi og í lima-
londunum, hava ta uppgávu
at framleggja visiónir og
uppskot til loysnir og
gongdar leiðir. Tað er ikki
uppgávan hjá teimum at
koma við trúarjáttanum og
at endurtaka gamlar niður-
støður.
Røðan kundi givið vón
um, at bretski formanns-
skapurin kundi fingi ES-
tokið í gongd aftur. Men,
sum nevnt fleiri ferðir, so er
støðan trupul. Fleiri eyg-
leiðarar hava víst á, at
røðan var frálík, men nær
fer Blair at halda eina slíka
røðu heima í London? Hin
tunga barlastin í ES av
útslitnum politikarum má
eisini sleppast. Men tað fer
at taka nøkur ár áðrenn
bæði Chirac, Schröder og
Balkenende eru pensioner-
aðir, og nýggjar kreftir eru
komnar frammat.
Keldur:
ADVFN Forex: "Dollar troubled by
widening US trade gap" 17.06.05
BBC.news: "Full text: Blair’s
European speech"
(newsvote.bbc.co.uk/)
"The Economist" 25.06.05
"Politiken" Oddagreinir 20.06.05
og 25.06.05
- Verða allir skipa-
bólkarnir tiknir
undir einum, er
veiðiorkan økt hesi
árini, fiskidaga-
skipanin hevur
verið í gildi, sigur
trímannabólkurin,
sum hugdi at fiski-
dagaskipanini
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í november í fjør heitti
landsstýrismaðurin
í
fiskivinnumálum, Bjørn
Kalsø, á Ólav A. Olsen
(fyri Fiskidaganevnd-
ina), Petur Steingrund
(fyri Fiskirannsóknar-
stovuna) og Kristin Ras-
mussen um at kanna
fiskiorkuna á føroyska
landgrunninum og Før-
oyabanka. Kristin varð
valdur til formann fyri
hesum arbeiði.
Orsøkin til áheitanina
hjá landsstýrismannin-
um var, at stór ósemja er
um,
hvørt
verandi
fiskidagaskipan er sjálv-
regulerandi – ella, um
fiskiorkan økist, sum
árini ganga.
Fiskimálaráðharrin
metti tað vera neyðugt,
at ein bólkur setti seg
niður at kanna hesi við-
urskifti og koma við eini
frágreiðing, sum lýsir
støðuna.
Tann 5. apríl í ár kom
so bólkurin við síni frá-
greiðing.
Í sínum samandrátti,
sigur bólkurin, at vera
allir skipabólkarnir tikn-
ir undir einum, er veiði-
orkan økt hesi árini,
fiskidagaskipanin hevur
verið í gildi.
- Vit hava í hesi kann-
ing hugt at, hvussu
gongdin hevur verið við
nýtsluni
av
teimum
tillutaðu fiskidøgunum
hjá
teimum
ymisku
skipabólkunum
og
kunnu vísa á, at par-
trolararnir brúka færri
dagar nú, enn tá ið fiski-
dagaskipanin varð sett í
verk. Línuskipini brúka
fleiri dagar, bólkur 4A
hevur minkað eitt vet
um nýtsluna, ímeðan
bólkur 4B hevur eina
størri øking. Eisini bólk-
ur 5 hevur økt nógv um
brúkta dagatalið. Hetta
hendir, hóast samlaða
tillutaða fiskidagatalið
er skert við knøppum 20
% síðan 1996.
Bólkurin vísir á, at
keyp og søla av døgum
er økt, serliga er ein stór
øking hjá bólki 4A frá
fiskiárinum 2002/2003
til 2003/2004.
- Verður hugt at teim-
um førum, sum eru til
fiskiskap,
sæst
sum
heild, at ein lítil vøkstur
er í støddini á skipunum,
sum
eru
í
vinnu,
maskinmátturin hevur tó
hug til at standa í stað.
Vit
hava
ikki
havt
møguleika til at kanna
bólk 5. Her kann ein
broyting vera farin fram,
uttan at tað er skrásett.
Víst verður á, at tov-
tímar hjá partrolarum og
tal av húkum hjá línu-
skipunum var longu
komið upp á eitt høgt
støði, áðrenn fiskidaga-
skipanin varð sett í verk,
men øktist tó nakað
fyrstu tvey árini undir
fiskidagaskipanini. Síð-
ani 1998 hevur royndin
fyri hvønn dag verið
umleið tann sama og
hevur helst nátt loftið
við verandi tøkni. Broyt-
ingar í veiðiorku eftir
1998 eru tí ikki vegna
økta roynd fyri hvønn
dag hjá línuskipum og
partrolarum.
- Tað er tó sannlíkt, at
útróðrarbátar (bólkur 4A
og 4B) hava økt mun-
andi um roynd (húkar í
sjónum) fyri hvønn dag,
men vit hava ikki havt
nøkur tøl at halda okk-
um til, siga teir tríggir,
Ólavur A. Olsen, Petur
Steingrund og Kristin
Rasmussen í frágreið-
ingini.
Veiðiorkan økt undir
fiskidagaskipanini