mikudagur 29. juni 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 121 - 29. juni 2005
Í farnu viku komu
verkfrøðingar frá ráð-
gevandi verkfrøð-
ingafyritøkuni "Sofus
Jakobsen" aftur av
kanningarferð í Fiski-
fjørðinum í Grøn-
landi, har teir eru við
í eini stórari og
spennandi verkætlan
at byggja eina náms-
bygd í sambandi við
útvinnan av olivin til
stálframleiðslu. –
Hetta er gott fyri før-
oyskt vinnulív sigur
ein av oddamonnun-
um Árni Jakobsen
FØROYSKA VINNA Í
ÚTLANDINUM
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Myndir: Árni Jakobsen
Tað er langt frá gerandis-
hending, at føroyskt vinnu-
lív fær uppgávur uttan fyri
oyggjarnar. Men tað hendir.
Vit tosa her um stóru hend-
ingina, tá tvær føroyskar
fyritøkur, ráðgevandi verk-
frøðingafelagið "Sofus Ja-
kobsen" og KJ-Elráð vóru
valdar út millum fleiri aðrar
útlendskar kappingarneytar
at taka sær av menningini
av einum heilt nýggjum
námsbýi í Grønlandi.
Gongd á
Veruligur skjøtil var sett á
stóru og spennandi verk-
ætlanina at útvinna olivin
úr grønlendska lendinum
nær Fiskifjørðinum í farnu
viku, tá eitt nú føroyskir
ráðgevandi verkfrøðingar
vórðu á staðnum saman við
útlendskum starvsfeløgum,
har fyrstu fyrireikingarnar
vórðu gjørdar til at byggja
ein námsbý.
Árni Jakobsen, stjóri í
ráðgevandi verkfrøðinga-
fyritøkuni "Sofus Jacob-
sen" í Havn er júst aftur-
komin úr Grønlandi. Hann
var eisini við at stinga út í
kortið í Grønlandi nú um
dagarnar. Og heimaftur-
komin frá kanningarferð í
Grønlandi er hann sera
bjartskygdur. Hetta er ein
sera spennandi uppgáva, og
tað at ein føroysk fyritøka
er við í eini slíkari verk-
ætlan í útlandinum, kann
hava stóran týdning fyri
framtíðar virksemi eisini.
Tað kann vera við til at seta
ringar í vatnið.
Teir hava verið burtur í
10 dagar harav 3 dagar á
kanningarferð í Fiskafjørð-
inum, har námsbygdin skal
byggjast. Nógvir fundir
hava verið við myndug-
leikar t.d. Grønlanska rå-
stofsdirektoratið, Mannisoq
kommunu, kunnandi fund
við bygdafólkið í granna-
bygdini Atermik, samráð-
ingar hava verið við Air
Greenland um tyrluflúgv-
ing og Royal Artic Line um
flutning av farmi.
Fingu nógv burtur úr
Árni Jakobsen sigur, at teir
fingu nógv burtur úr. Teir
fingu kannað økið sum
byggilendi og hvussu alt
økið skal skipast við náms-
bróti, vegum, kei, 12.000
m2 goymsluøki til Olivine,
áðrenn útskiping. Eisini
hvussu íbúðarøkið skuldi
vera. Svensku eigararnir
frá Minelco løgdu stóran
dent á, at tað ikki liggur
tætt upp at larmandi vinn-
uni, soleiðis at starvsfólk-
ini kunnu trívast betur.
Hetta og mangt annað
skulu eitt nú føroysku verk-
frøðingarnir vera við til at
taka støðu til.
Árni Jakobsen sigur, at
teir gingu nógv í fjøllunum
fyri at kanna eftir, hvar
hóskandi vatnveiting kann
fáast, sum einisi kann nýt-
ast, tá tað frystur. Myndug-
leikanir í Grønlandi leggja
stóran dent á atr varðveita
umhvørvið, og tí skulu
kloakkviðurskiftini skipast
við at leggja frárenningar-
rørleiðingar langt út á fjør-
ðin.
Á kanningarferðini vóru
12 fólk við servitan á hvør
sínum øki, sum t.d. geo-
teknik, umhvørvi, anlegg-
verkfrøði og námsvinnu.
Tey komu á staðið við
tveimum skipum. Eisini
høvdu tey tyrlu tøka tann
eina dagin, so tað var sera
stórur aktivitetur hesar dag-
arnar.
Um 2 vikur koma fyrstu
maskinurnar á staðið tá ið
fyribils íbúðir vera upp-
settar, og vegir og kai skulu
gerast. Ætlanin er, at fyrstu
120.000 tonsini av Olivine
skulu útskipast í oktober og
november í ár.
Næsti
projektfundur
verður í Tórshavn 4. juli. Tá
vera asvensku eigararnir
eisini við.
Føroyingar við
gjøgnum MT
Højgaard
Tað var annars grønlendska
heimastýrið, sum herfyri
gava kanadisku og svensku
fyritøkunum CRAW og
Minelco útvinningarloyvi
til námsvinnu í Fiskifjørð-
inum. Talan er um at út-
vinna olivin, ið er málmur,
sum verður brúktur í stál-
framleiðslu. Og tað varð í
hesum sambandi, at 5 norð-
urlendskar byggifyrirøkur
fingu møguleika at bjóða
uppá at byggja námsbygd
til 50 fólk. MT Højgaard í
Danmark vann hesa út-
bjóðing og í tilboðnum var
eisini ráðgeving til hesa
bygging. Tað er hana, sum
fyritøkurnar Sofus Jakob-
sen og KJ-Elráð hava fing-
ið. Tá MT Højgaard stóð
fyri byggingini av Føroya
Telebygninginum, var fyri-
tøkan Sofus Jakobsen við
og hetta samstarvið roynd-
ist so mikið væl, at stóra
danska byggifyritøkan hev-
ur ynskt at halda fram við
samstarvinum.
Føroyskir verkfrøðingar
farnir til verka í Grønlandi
Teir gera klárt til at seta av til vegir. Jóannes Niclasen frá MT Højgaard og Pætur Húsgarð frá Sofus Jakobsen miðskeiðis á
myndini
Jan-Ivar Johanson, eigarin av Minelco, sum stendur fyri
brotinum.
Júst komnir í land við Fiskifjørðin. Jóannes Niclasen, stum
starvast hjá MT Højgaard her saman við øðrum føroyingum,
svium og grønlendingum. Sett verður út í kortið.
Pætur Húsgarð við GBS tóli, setir av til vatnleiðing. Gula
dustið er Olivine.
Her verður brotið