Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-29, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 • mikudagur • 29. juni 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Søgurnar um at hann skal vera farin fyri einki, hava einki uppá seg, siga vestmenn- ingar, sum eru spar- ringspartnarar hjá kvívíkingum, sum dríva á, tí teir ætla sær at taka klaksvík- ingar LEYSASØGAN Jóannes Hansen Vestmenningur hevur tað gott. Men hann luttekur ikki í FM kappingini í ár. Um hann verður at síggja, so verður tað bara í Mið- vági, har teinurin verður 1000 metrar. Venjingar- støðan er ikki til at rógva meiri enn túsund metrar. Tað hevði borið til at kapp- ast á Ólavsøku, men ásetingarnar siga, at tað ikki ber bátum til at luttaka á Ólavsøku, sum ikki hava luttikið í minst trimum av teimum undanfarnu FM kappingunum. Vestmenningur hevur seinastu tíðina verið drigin av lunninum einar tvær ferðir um vikuna. -Men tað hevur mest verið fyri at vera sparrings- partnari hjá Kvívíkingi. Teir hava vant her, og tað kanska kann hjálpa teimum at standa seg uppaftur betri í kappingini við Nevið Reyða, at vit venja saman við teimum. Tað sigur Jógvan Emil Nielsen. Hann er formaður í róðrardeildini hjá Vest- manna Ítróttarfelag. Or- søkin, at spurt verður eftir, hvussu Vestmenningur hevur tað, er, at tíðindi hava gingið um, at báturin er sprotnaður illa í fleiri støðum, tí hann skal hava staðið í so nógvum hita. - Eg havi eisini hoyrt hasa søguna, men tíbetur er hon ikki sonn. Vit eru í holtur við at byggja nýtt neyst. Tí hava bátarnir staðið inni á Fjørð í einum verkstaði. Har settu teir eyka hita á, tí nýmálaðu stólarnir í nýumvældu kirkjuni skuldu torna. Vestmenningur fekk lítla rivu í einum borði omanfyri vatngangin av hitanum, men vit fluttu hann skjótt í neysti, og vit hava róð við honum í vikuni, sigur Jógvan Emil Nielsen. Verður hann við í FM kappingini næsta ár? - Tá verður Fjarðastevna her hjá okkum, og vit vóna, at vit fara at verða óførari í FM kappingini tá, enn vit hava verið í ár. Av ymsum orsøkum hava hvørki 10- mannafarið ella Havfrúgvin í FM kappingini fyri dreingir verið mannaðir í ár. Nú fer neystið vónandi at verða liðugt, og so fara vit at savna okkum um at manna bátarnar næsta ár. Men heilsa endiliga og sig, at Vestmenningur hevur tað gott. Tað er hervið gjørt, og enn eina ferð er staðfest, at gamla søgan hjá H. C. Andersen um fjarðarnar, sum gjørdust til fimm høsn framvegis hevur bein at ganga á! Eftir triðja FM róðurin í 2005 er niðurstøðan enn eina ferð, at fokus í kappróðrinum framvegis er á kørmunum fyri róðrinum og tíverri ikki á róðrinum, kappingini og intensitetin- um, taktikkinum og øllum tí, sum tey, sum rógva og venja, ganga mest uppí. At veruleikin er soleiðis hevur sínar orsøkir. Leygardagurin á Trongis- vágsfirði fer í søguna sum ein av róðrardøgunum, tá ið tað gekk longst tíð at avgreiða kappróðurin. Fyrsti barnaróðurin var klokkan 14.15, og tá ið 10- mannaførini komu á mál, var klokkan farin av sjey. Allir partar samdir um, at hetta ber ikki til. Karmarnir og treytirnar kunnu ikki bjóðast róðrarfólkunum, stevnufyrireikarunum og áskoðarunum, og nú er tað komið har til, at tað hjá teimum flestu knípir at fáa kappróðurin við í útvarpin- um. Í staðin fyri tveir tímar og kanska stívliga tað, so er tað nú soleiðis, at allur seinnaparturin leygardagar fer at fylgja við í, nær og um nú næsti róðurin verður. Bæði í Hósvík og á Tvøroyri hava tað framm- anundan verið góðar vónir um, at hjá teimum fór tað at ganga skjótt at avgreiða róðrarnar, og í hvørgum staðnum hevur tað ikki eydnast. Á Tvøroyri hildu tey tað ikki vera neyðugt at nýta báðar teir føstu startirnar, sum Róðrarsambandið, RSF, eigur, og sum RSF hevði sent suður, tí RSF á fundi í síðstu viku hevði samtykt, at báðir startirnir skuldu nýtast. Tey á Tvøroyri boðaðu RSF frá síni avgerð, og Róðrar- sambandið tók avgerðina til eftirtektar. Mánakvøldið segði RSF formaðurin, Hannis Joensen, í SvF, at teir ikki eina ferð afturat fóru at góðtaka, at báðir startirnir ikki vórðu nýttir. So er tað greitt, hjá øllum stevnu- fyrireikarunum. Spurningurin um hvør situr eftir við Svarta Peri eftir jóansøkuróðurin er kanska ikki heilt so ein- faldur. Sum skilst á rógv- arum og øðrum, sum vóru á Trongisvágsfirði leygar- dagin, so var ein av trupul- leikunum, at bátarnir, sum skuldi eitast at halda fasta startinum, á ongan hátt høvdu ta motormegi, sum er neyðug í slíkum førum. Í reglunum fyri FM í kappróðri, sum eita at verða eftirkannaðar og dagførdar so dyggiliga, verður lítið og einki sagt um fasta startin. Har verður í grein tvey sagt, at vertir- nir fyri tær sjey stevnurnar skulu fyri fyrsta mai tilmelda RSF ein høvuðs- dómarabát (skjóttgang- andi), ein startdómarabát, 2 hátalarabátar (har brúk er fyri teimum) - allir bátar við førara - ein máldómara, ein hjálpara til máldómara, ein skjútta og tveir skrivarar. So verður lagt afturat, at um henda grein ikki verður hildin, so missir viðkom- andi stevna róðurin tað árið. Omanfyri nevna eru ásetingar í grein tvey í reglunum fyri FM í kappróðri. Nógvar nágreiniligar orðingar eru í reglunum. Eitt nú verður sagt í hvørjni røð kappingarnar skulu vera, og hvussu róðrarøkið skal vera avmerkt. Har verður eisini neyvt ásett, at ravmagn skal vera tøkt á málinum, at walkie talkie skulu vera í lagi, at róparar eru í lagi, og at fólkið, sum stílar fyri, er ikki ávirkað av rúsdrekka! Um fasta startin verður í grein sekstan sagt, at tað kann verða nýttur fastur startur frá boyum ella øðrum. Er ov nógvur síðuvindur, verður fastur startur ikki nýttur! Hetta vóru orðini um tað, sum sigst vera ein av størstu orsøkunum til longu róðrartíðina og harvið, at fokus verður drigið frá sjálvari kappingini og til karmarnar. Veruleikin anno 2005 hevur dyggiliga undir- strikað, at Róðrarsam- bandið og tað vil siga róðrarfeløgini fara at endurskoða reglurnar fyri FM í kappróðri. Tað ber til at taka nógvar sjálvfylgi- ligheitir burturúr. Eitt nú er tað ein spurningur, um tað er neyðugt, at tað er til- skilað í reglunum, at fólkið, sum stílar fyri, er ikki ávirkað av rúsdrekka. Og vónandi er kappróðurin komin har til, at tað er sjálvandi er soleiðis, at ravmagn er tókt á málinum. Meiri áhugavert og viðkomandi hevði tað verið, at krøvini til fasta startin vórðu skorðin meiri nágreiniliga upp í papp. Eitt nú at skikkaðir bátar skulu spenna fasta startin og kanska ein skilgreining ella definitión av, hvat tað inniber, at báturin ella bátarnir eru skikkaðir. Her er nógv at dagføra. Men tað er og verður greitt, at tað fyrst og fremst er viljin og íløgan hjá teimum einstøku, feløgunum og rógvarunum og Róðrar- sambandinum, sum skulu bjarga kappróðrinum und- an tí kreppuni, sum hann í løtuni er í. ÍtróttarSosialurin Lítið og einki verður sagt um tað sum mest verður tosað um Vestmenningur hevur tað fínt Hóast tað hevur ljóðað, at Vestmenningur er fullkomuliga oyðilagdur, so er einki hald í hesum. Og í Vestmanna vóna tey, at flaggskipið aftur tekur lut í FM-kappingini komandi ár