Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-29, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 121 - 29. juni 2005 Bátasmiðurin og stýrimaðurin umborð á Eysturoyingi heldur skiftingina millum ymsu teinarnar vera størstu einstøku or- søkina til, at kapping- artíðin er so long KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Stóri spurningurin er, hvat skal gerast fyri at áhugin fyri kappróðrinum skal verða varðveittur. Sum støðan er í løtuni, so er vandi fyri, at kappróðurin fer at missa undirtøku, hó- ast áhugin fyri at rógva er stórur. Sámal Hansen er kendur í róðrarhøpi. Hann hevur róð við bátunum hjá Róðrarfel- agnum NSÍ í mong ár, og nú hevur hann í nógvu tey seinastu árini verið stýri- maður umborð á Eystur- oyingi, sum síðani 1998 hevur verið mest vinnandi 10-mannafarið. Sámal er best kendur sum bátasmiður. Hann hevur smíðað nógv teir flestu bátarnar tey seinastu árini, og hann hevur seinastu árini havt og hevur báta- smíð sum fulltíðararbeiði. Tá ið Sámal verður spurdur, hvat hann heldur skal gerast fyri at sleppa burturúr trupulleikanum við longu róðrartíðini, so svarar hann soleiðis: - Øll árini, eg havi verið við í kappingini millum 10- mannafør, hevur mær dámt væl, at tað hevur verið møguleiki at kappast á 2000 metrum. Og um vit hyggja at úrslitunum hjá okkum umborð á Eysturoy- ingi, so hava vit staðið okk- um betri á longra teininum, enn vit hava, tá ið tað hevur verið kappast á 1000 metr- um. Í 1998 og í 1999 vunnu vit allar róðrarnar. Tá ið vit vóru meistarar í 2002 og í 2003, vunnu vit ongan róður á 1000 metrum. Tað tykist sum um, at Sámal í sínum orðavali hevur hug til at verja fyri, at sjónarmiðið, sum hann hevur, skal verða tulkað til hansara egna fyrimun, og so spælir hann út: - Hóast tað kanska hevði víst seg, at tað ikki hevði verið til okkara fyrimun, so eri eg nú meiri sinnaður fyri sjónarmiðnum, at allar kappingarnar skulu vera á 1000 metrum, enn eg áður havi verið tað. Vit hava royndirnar higartil í ár, og um tað verður hildið fram á sama hátt, so kvígi eg av álvara fyri gongdini. Men er hetta einasta loysnin? - Alt hitt, sum tað hevur verið og verður tosað um, kann vera við til at bøta um. Hugskotið, at sama mann- ingin skal taka sær av kapp- róðrinum kring alt landið, hevur fleiri ferðir verið frammi. Tað er gott, og eg haldi avgjørt, at tað átti at verið framt. RSF og feløg- ini mugu rokna við, at tey skulu gjalda fyri hetta, men tað høvdu verið væl givnir pengar, sigur Sámal, og so heldur hann fram: - Tað eru nógvir lutir í hesum, og hóast tað verður sagt, at feløgini hava givið til kennar, at tey ikki eru hugað at stytta teinin, so haldi eg ikki, at talan hevur verið um rættuligt orðaskifti um hetta. Mínar royndir siga, at spurningurin um startin altíð fer at lúra. Eitt nú hjá okkum hevur tað onkra ferðina borið til at fingið allar róðrarnar frá hondini upp á einar tveir tímar. Gamaní eru barna- róðrar komnir afturat nú, men at skifta frá einum starti og til at spenna ein annan upp er ofta so tíðar- krevjandi, at tað væl ber til at avgreiða fleiri barnaróðr- ar inn ímillum, og eg kvígi fyri, at hetta verður ikki so nógv øðrvísi, hóast báðir startirnir hjá RSF verða nýttir, heldur Sámal Hansen. Kappingin Um róðrarteinurin verður styttur úr 1500 og 2000 metrum og niður í 1000 metrar, so fer tað at ganga út yvir tríggjar kappingar. Dreingirnir og genturnar og kvinnurnar við 5-manna- førum og kvinnurnar við 6- mannaførum kappast á 1000 metrum. 8-mannafør- ini kappast á 1500 metrum, og 10-mannaførini kappast á 2000 metrum. Tó verður í Klaksvík ikki kappast á 2000 metrum. Á Ólavsøku verður kapp- ast á 900 metrum, og Vest- anstevnan í ár verður í Miðvági, har tað ikki ber til at kappast á øðrum teini enn tí kilometrinum, sum er innanfyri stóra grótkastið á norðaral landinum. - Tá ið tað verður kappast á víðum havi, spælir so nógv inn, sum kann økja róðrartíðini. Á Trongis- vágsfirði og eisini aðra staðni - eitt ná Fuglafirði, har kappingin verður leyg- ardagin - eru umstøðurnar á 2000 metra málinum heilt øðrvísi, enn tær eru á 1000 metra málinum. Her hugsi eg um streym og rák og eisini um alduna, tá ið ættin ikki er til vildar. Hetta eru viðurskifti og veruleikar, sum gera, at eg nú eri meiri sinnaður at royna 1000 metra málið í øllum kapp- ingum. Vit fara heilt víst at síggja fyrimunin av stutta málinum seinni í summar, tá ið kappingarnar í Mið- vági og í Havnini fara at verða avgreiddar eftir tveimum tímum, hóast tað eisini fara at vera barna- róðrar og oldboys og old- girls róðrar. Men fer hetta ikki at ganga út yvir serligu kapp- ingina, sum er, tá ið tað verður kappast á 1500 og 2000 metrum? - Tað eru fasettir í kapp- ingini á longru teinunum, sum ikki eru á stutta teinin- um. Men royndirnar siga, at spenningurin - og hann telur nógv, tá ið talan er um kapping - er størri á stutta teininum. Eg ynski ikki, at tað skal takast sum reyp og nakað hástórt. Men veru- leikin er, at tá ið 10-manna- førini leygardagin høvdu róð 700 metrar, var Eystur- oyingur leysur av hinum, og tá gjørdist tað bara spurningur um, hvussu sannførandi sigurin skuldi verða. Intensiteturin og spenningurin vóru burtur, áðrenn vit nærkaðust mál- inum og áskoðarunum. So- leiðis hevði tað neyvan verið, um vit høvdu róð stutta teinin, heldur Sámal Hansen, sum vísir á, at í ásetingunum, sum tær eru, verður róður á stutta tein- inum mettur høgt í áseting- unum: - Um tað í kappingini millum 6-mannaførini við monnum, 8-mannaførini og 10-mannaførini stendur á jøvnum í stigum eftir ólav- søkuróðurin, so eru tað ikki seks tær fyrstu kappingar- nar, har tað í flestu førunum eisini verður róð á longu teinunum, sum gera av, hvør vinnur FM, men har- afturímóti einasta kapping- in, sum gongur fyri seg á 900 metrum! - Eg haldi, at tað var spell, at umbønin hjá klaks- víkingum, at royna á Norð- oyastevnu bara at kappast á 1000 metrum, ikki varð gingin á møti. Tað var spell, tí umbønin ikki varð við- gjørd, tá ið hon átti at havt verið viðgjørd, og hóast klaksvíkingar nú hava sagt, at teir ikki ætla at gera meiri við hetta, so hevði tað verið áhugaverd roynd, um teir kortini høvdu gjørt tað, og um RSF í so mikið góðari tíð, at tað ikki hevði ávirkað fyrireikingarnar til róðrarárið, høvdu givið teimum loyvi til tað, sigur Sámal Hansen. Sámal sinnaður at strika 2000 metrar - Vit fara heilt víst at síggja fyrimunin av stutta málinum seinni í summar, tá ið kappingarnar í Miðvági og í Havnini fara at verða avgreiddar eftir tveimum tímum, sigur Sámal Hansen