Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-29, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 - 29. juni 2005 27 Men higartil hevur tað ikki eydnast nøkrum at taka klaksvíkingarnar, sum tykjast rættiliga væl upplagdir umborð á Nevinum Reyða 8-MANNAFØR Jóannes Hansen Tað er tætt, og harvið er tað spennandi. Á øllum 1500 metra teininum, sum 8- mannaførini kappast á, hevur tað í øllum trimum kappingunum, sum higartil eru avgreiddar, hevur so at siga hvørt einasta tak verið avgerandi. Myndin er hvørja ferð tann sama. Nevið Reyða og Kvívíkingur fáa góðan start, og tá ið startspurturin gott og væl er lagdur afturum, er tað bara ein kapping millum hesar báðar bátarnar um, hvør skal vinna, og hvør skal vinna næstfremsta plássið. Argjabáturin, sum undanfarnu árini hevur verið væl við og í fjør var meistari, megnar ikki at fylgja við, og tað gera Ørvur og hinir heldur ikki. Á Trongisvágsfirði var Nevið Reyða fremstur beinanvegin. Kvívíkingur var onkra løtuna eina bátslongd aftanfyri. Men kvívíkingar vóru treiskir, og tað eydnaðist teimum at taka seg heilt fram á toftina á Nevinum Reyða. Men tað vóru teir um- borð á klaksvíksbátinum, sum høvdu sinniliga yvir- skotið. Teir svaraðu aftur hvørja ferð, og hóast Kvívíkingur var minni enn hálva bátslongd aftanfyri, so vóru tað ikki stórvegis ábendingar um, at Nevið Reyða skuldi sleppa tak- inum á oddasessinum, og tað gjørdu teir heldur ikki. Munurin í FM kappingini er nú vorðin seks stig, men kortini kennist FM kappingin ikki at vera avgjørd. Spurningurin er, hvussu gongdin fer at myndast, um tað leygardagin fer at eydnast Kvívíkingi at vinna á Fuglafirði. Kvívíkingar vilja ikki sleppa Nevinum Reyða. Tað er hetta, sum ger kapp- ingina millum 8- mannaførini so framúr spennandi! 8-mannafør 1 Nevið Reyða 07:37.09 2 Kvívíkingur 07:38.04 3 Argjabáturin 07:50.12 4 Ørvur 07:54.04 5 Árnfirðingur 08:06.07 6 Miðvingur 08:11.05 7 Knørrur 08:24.17 Hósvíkingar fingu í vikuskiftinum nýggja 6-mannafarið frá bátasmiðinum, sum hevur úr at gera, tí so nógv feløg vilja hava nýggj 5-mannafør NÝGGIR BÁTAR Jóannes Hansen Eftir jóansøkuróðurin vóru hósvíkingar í Runavík. Teir vóru hjá Sámali Hansen eftir 6-mannafarinum, sum nú er liðugt smíðað. Hósvíkingar vóna, at tað fer at bera teimum til at rógva í nýggja bátinum leygardagin, tá ið kapp- róður verður í Fuglafirði, men tað verður ivaleyst kapprenning - ella rógving! - við tíðina. Nú eru teir í holtur við at mála og spartla bátin bæði innan og uttan, og so skal alt annað, sum er neyðugt, gerast við hann, áðrenn tað fer at bera til at rógva og kappast við honum. Um tað fer at eydnast inntil leygar- dagin fæst at síggja. Um tað ikki eydnast, so fara hósvíkingar leygardagin fyri síðstu ferð at kappast umborð á Snopprikki, sum hoyrir heima í Hvalba, men sum teir í Hósvík hava nevnt Hósvíking, síðani teir fóru at rógva við honum. Undir øllum umstøðum er tað greitt, at hósvíkingar annan leygardag í FM kappingini á Skála fara at rógva í nýggjum báti. Tað var júst undan bygd- arstevnuni á Skála fyri einum stórum ári síðani, at hósvíkingar mistu spildur- nýggja bátin, sum teir vóru á veg at kappast í fyri fyrstu ferð. Á veg úr Hósvík og út á Skála tók ein hvirla bátin av bilinum, og hann fórst so mikið illani, at tað ikki bar til at gera hann aftur, og so fór Sámal Hansen undir at gera nýtt 6-mannafar til teir í Hósvík. Bíðirøðin Tey seinnu árini hevur Sámal Hansen burturav arbeitt við at smíða kappróðrarbátar á verkstað- num, sum hann hevur í kjallaranum hjá sær sjálv- um. Hann hevði roknað við, at tað fór at vera avmarkað tíðarskeið, sum skuldi til, áðrenn allur flotin var endurnýggjaður, men enn røkist einki fyri, at marknaðurin er mettaður. - Nú er kjallarin tómur, men eg fari beinanvegin at strekkja kjølin til nýggjan bát. Fimtan ella sekstan bátar eru á listanum. Tað fara einar 6-7 vikur til hvønn bátin, og tað eru støðugt fyrispurningar um møguleikan at fáa bát smíðaðan, sigur Sámal Hansen. Tá ið hann verður spurdur, hvussu tað kann bera til, at áhugin fyri nýggjum bátum er so mikið stórur, so svarar hann soleiðis: - Tað hevur fyrst og fremst við barnaróðurin og nýggju uppbýtingina millum gentumanningar og kvinnumanningar at gera. Nú er tað soleiðis, at tað skjótt kunnu vera fimm manningar, sum skulu venja og kappast við sama bátinum. Tað ber illa til, og tí eru tað fleiri feløg, sum hava gjørt av at fáa sær fleiri 5-mannafør. Eru líkindi fyri, at tú í nógv ár fram í tíðina burturav skalt smíða bátar? - Tað ber illa til at siga nakað um. Men tað kann væl hugsast, at tað eisini í framtíðini fer at verða áhugi fyri nýggjum bátum. Ein spurningur, sum vit ikki kenna svarið uppá, er, hvussu leingi bátarnir fara at halda. Inntil fyri ikki so nógvum árum síðani var tað soleiðis, at bátarnir vórðu nýttir frá flaggdegn- um og til á Ólavsøku. Nú verða bátarnir drignir úr neystinum nógv fyrri á árinum, og tað eru fleiri manningar, sum venja og kappast við teimum. Tað vil siga, at teir í væl styttri áramál verða nýttir eins nógv, sum teir áður vórðu í væl fleiri ár. Kvívíkingur vil ikki sleppa Klaksvíkingarnir umborð á Nevinum hava higartil átt munin, men aftur hesa ferð var Kvívíkingurin nær við Mynd: Álvur Haraldsen Einar seks til sjey vikur verða nýttar til hvønn bátin, sigur Sámal Hansen, sum hevur úr at gera við bátasmíðinum Mynd: www.drekin.fo Sekstan eru í bíðirøðini