mikudagur 29. juni 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 121 - 29. juni 2005
Menninir umborð á
Jarnbardi síggja ljóst
upp á møguleikan at
vinna FM, sum
kvinnumanningin
umborð á Jarnbardi
tykist hava patent
uppá, men sum
menninir higartil
ongantíð hava vunnið
6-MANNAFØR
Jóannes Hansen
Í kappingini millum 6-
mannaførini við kvinnum
gekk tað soleiðis leygardag-
in á Trongisvágsfirði, sum
tað hevur gjørt í tveimum
teimum undanfarnu kapp-
ingunum í ár, og sum tað
gjørdi allar sjey ferðirnar í
fjør. Jarnbardur var fyrstur á
mál, og um tað eftir róðurin
í Hósvík var nakar ivi um, at
tað kanska fór at eydnast
Riddaranum at hótta Knørra
kvinnurnar, so svann tann
ivi sum døgg fyri sól leyg-
ardagin. Jarnbardur setti alt
og øll upp á pláss.
Og leygardagin fingu tey
í Knørrafelagnum ein eyka-
vinning, um tað ber til at
siga tað soleiðis. Menninir
umborð á Jarnbardi høvdu í
kappingini í Klaksvík og í
Hósvík vunnið næstfremsta
plássið. Men munurin frá
teimum og fram til Gong-
urólv, sum hevði fingið fult
báðu ferðirnar, var minkað-
ur. Í Klaksvík var hann hann
fimm sekund, og í Hósvík
var hann minni enn eitt sek-
und.
- Tað høvdu vit sjálvandi
væl og virðiliga lagt til
merkis, og vit høvdu undan
róðrinum á Trongisvágsfirði
góðar vónir um, at tað hesa
ferð skuldi eydnast, og vit
vóru hjartans fegnir um, at
tað eydnaðist, sigur Erik
Jespersen, sum er bátsfor-
maður umborð á Jarnbardi.
At hann sum róðursmaður
hevur leiklutin at koyra
undir hinar, hoyrist væl ella
rættari illa!. Tí tað er ikki
meiri, enn at tað gralar í
honum, tá ið hann skal
greiða frá sigursróðrinum,
sum er tann fyrsti hjá mann-
ingini.
- Eingin ivi er um, at
Gongurólvur er favorittur
at vinna hvønn róður, og at
hann tískil eisini er favoritt-
ur at vinna meistaraskapin.
Tað halda vit, tí Gongur-
ólvur hevur umleið somu
manning, sum hann hevði í
fjør. Bátarnir, sum hann
kappaðist við, vóru Sunda-
báturin, Smyril og so Jarn-
bardur. Hesir tríggir bátar-
nir hava skift so at siga alla
manningina út, og bæði í
Klaksvík og í Hósvík vístu
teir umborð á Gongurólvi
seg sum teir stinnastu.
Nær vart tú greiður yvir,
at tit høvdu vunnið á
teimum hesa ferð?
- Vit vóru ikki greiðir yvir,
at vit høvdu vunnið, tá ið vit
fóru um málið. Vit høvdu
Gongurólv undir liðini, og
eg sá, at vit vóru framm-
anfyri hann. Men eg var ikki
greiður yvir, um vit høvdu
vunnið á Sølmundi. Hann
hevði ógvuliga góðan enda-
spurt, og tá ið fjarstøðan til
hansara var eitt sindur stór,
var tað ikki so lætt at meta
um, um vit høvdu vunnið á
honum ella ikki. Men tað
høvdu vit, og tú kanst ætla,
at tað smakkaði okkum væl,
tí hetta var fyrsti sigurin hjá
okkum yvirhøvur, sigur Erik
Jespersen.
Róðursmaðurin
hevur
áður verið umborð á 8-
mannafarinum Knørri. Um-
framt hann er tað bara ein av
hinum, sum áður hava roynt
seg í kappróðri. Manningin,
roknað av lærinum og fram
á toftina, er henda: Eyvind-
ur Niclason, Niclas Olsen,
Rói Eysturdal, Rúni í Homr-
um, Rúni Johannesen og
Johan Jacobsen. Ein er 27
ára gamalur, og allir hinir
liggja millum 20 og 23 ára
aldur.
Hvussu ber tað til, at tað
eydnaðist hjá tykkum hesa
ferð?
- Sum sagt so hildu vit, at
gongdin í tveimum teimum
fyrstu kappingunum bendi
á, at tað kundi bera til. Hesa
ferð mistu vit kanska tríggj-
ar fjórðingar av einari báts-
longd í startinum. Men vit
fullu ikki í fátt. Tað gekk
væl at vinna munin aftur,
og so lógu vit allan vegin
borð um borð og togaðust.
Hetta var fyrsta ferðin í ár,
at Gongurólvur hevur fing-
ið sovorna mótstøðu í mið-
róðrinum, og í endaspurt-
inum vísti tað seg so, at vit
vóru teir stinnaru, og tað
fegnast við um.
FM dreymurin
Kvinnurnar
umborð
á
Jarnbardi hava vunnið fleiri
FM, og eingin ivi er um, at
tær eisini í ár fara at vinna
FM. Higartil hava tær
vunnið átta FM heiti, og tær
hava kós ímóti níggjunda
meistaraskapinum.
Við
monnum hevur Jarnbardur
ongantíð vunnið FM. Og
stendur tað til bátsformann-
in og hansara menn, so skal
nakað gerast við hetta.
- Gongurólvur hevur ikki
vunnið FM síðani í 1996.
Sjálvandi vilja teir fegnir
gera nakað við tað, og vit
halda framvegis, at teir eru
favorittar at vinna hvønn
róður og harvið FM. Men
vit fara at gera tað, sum tað
ber okkum til at gera, fyri at
vinna í Fuglafirði leygar-
dagin. Um tað eydnast, so
fara vit undan trimum teim-
um seinastu kappingunum
at vera javnir við Gongur-
ólv, og so verður alt púra
opið og harvið ógvuliga
spennandi, heldur Erik
Jespersen.
Hóast talan er um nýggja
manning, og hóast teir ikki
hava luttikið í róðri áður, so
hava teir umborð á Gongu-
rólvi gjørt nógv við fyri-
reikingarnar.
- Vit fóru undir fyrireik-
ingarnar stutt eftir árs-
skiftið. Tað gekk eitt sindur
striltið fyrstu vikurnar, tí
onkrir fóru av, men síðani
mitt í februar hava vit havt
hesa manningina, og tað
smakkaði okkum óføra
væl, tá ið vit leygardagin
fingu boðini um, at vit
høvdu vunnið.
Kærdu Sundalagið
Sølmundur var ógvuliga
væl við í kappingini á
Trongisvágsfirði. Eina løtu
vóru teir eitt sindur aftan-
fyri teir báðar fremstu, men
seinasta teinin gekk báturin
hjá Kappróðrarfelagnum
NSÍ framúr væl.
Teir endaðu á triðja
plássinum, men avrikið
kundi bent á, at tað eru
møguleikar fyri uppaftur
betri úrslitum.
Tað halda teir eisini um-
borð á Sølmundi. Á Norð-
oyastevnu vóru teir numm-
ar trý, meðan tað í Hósvík
kiksaði fullkomuliga hjá
teimum. Ta ferðina hingu
teir fastir í startinum og
endaðu á tíggjunda plássin-
um. Sølmundur kendi seg
snýttan í startinum, tí teir
vórðu sendir frá krókinum,
sum teir tvær ferðir uttan
trupulleikar høvdu roynt,
og til ein krók, sum vísti
seg ikki at rigga. Tí hevur
Kappróðrarfelagið
NSÍ
kært tann róðurin til RSF.
Kæran skuldi viðgerast í
hesi vikuni.
6-mannafør, kvinnur
1 Jarnbardur
05:28.11
2 Riddarin
05:33.08
3 Lómur
05:35.03
4 Páll Fangi
05:42.10
5 Sølmundur
05:59.11
6-mannafør, menn
1 Jarnbardur
08:00.21
2 Gongurólvur
08:02.06
3 Sølmundur
08:03.23
4 Sundabáturin
08:05.07
5 Strálan
08:13.13
6 Víkingur
08:15.16
7 Lómur
08:18.18
8 Stjørnan
08:26.24
9 Páll Fangi
08:31.05
10 Hósvíkingur
08:37.11
11 Fuglfirðingur 08:40.12
12 Kollfirðingur 08:49.10
Teir ætla ikki at standa aftanfyri tær
Talan var um sera harða kapping í oddinum, men tað eydnaðist Jarnbardi at enda fremstir, og nú ætla teir ikki longur, at tað bara eru kvinnurnar, sum vinna við
bláa bátinum
Mynd: Álvur Haraldsen
FM-kappróður
5-mannafør, dreingir
Stig
jóansøka
1 Ritan
18
7
2 Fípan Fagra
15
5
3 Sílið
13
2
4 Drekin
10
4
5 Blikur
7
3
6 Tjaldrið
3
1
6-mannafør, kvinnur
1 Jarnbardur
21
7
2 Riddarin
15
5
3 Lómur
12
4
4 Páll Fangi
9
3
5 Sølmundnur
6
2
6 Gongurólvur
2
0
5-mannafør, gentur
1 Blikur
17
7
2 Drekin
17
5
3 Tjaldrið
12
3
4 Tekla
11
4
5 Erla Kongsdóttir
3
1
6 Havfrúgvin
2
2
5-mannafør, kvinnur
1 Sílið
21
7
2 Blikur
14
5
3 Fípan Fagra
10
4
4 Drekin
9
2
5 Frúgvin
7
3
6 Firvaldur
5
1
6-mannafør, menn
1 Gongurólvur
19
5
2 Jarnbardur
17
7
3 Sundabáturin
9
3
4 Sølmundur
8
4
5 Strálan
7
2
6 Víkingur
2
1
7 Páll Fangi
2
0
8 Lómur
2
0
8-mannafør
1 Nevið Reyða
21
7
2 Kvívíkingur
15
5
3 Argjabáturin
12
4
4 Ørvur
9
3
5 Árnfirðingur
6
2
6 Miðvingur
3
1
10-mannafør
1 Eysturoyingur
19
7
2 Nólsoyingurin
16
4
3 Hoyvíkingur
13
5
4 Havnarbáturin
8
3
5 Vágbingur
6
1
6 Skálabáturin
4
2