Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-29, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 - 29. juni 2005 29 Vánaligt KR-avrik Tað gekk av skriðjuni, tá Rógvi Jacobsen og KR mánakvøldið tóku ímóti Vali í bestu íslendsku deildini. Undir yvirskriftini, Lélegt (ússaligt), skrivar heimasíðan hjá KR, at talan var um vánaligast avrikið í tvey kapping- arár hjá liðnum. Dysturin endaði við 3-0 sigri til gestirnar, og longu eftir 20 minuttum stóð 2-0. Rógvi Jacob- sen spældi allan dystin sum einsamallur fram- herji í 4-5-1 uppstill- ingini hjá KR, men hetta munaði tó lítið hesaferð. -jm Finalu- dagar á Tórsvølli Komandi dagarnar verða ikki færri enn tríggjar steypafinalur spældar á Tórsvølli. Lagt verður fyri longu mikukvøldið, tá unglingaliðini hjá KÍ og NSÍ fara at spæla um Thomas Dam & Co. Steypið. Dómari í tí dystinum verður Suni Johansen. Hóskvøldið fara B71 og B68 at dystast um so- nevnda FSF-steypið. Hetta er steypakapping fyri liðini, sum ikki taka lut í bestu deildini. Upp- runaliga varð hon partvíst ætlað at geva teimum liðum, sum ikki komu so langt í kappingini um Løg- manssteypið, dystar- venjing. Men hóast vit nú eru komin fram til hálvfinalurnar í tí kapp- ingini, so er framvegis møguleiki fyri, at finaludysturin á ólav- søku verður ein endur- tøka av finaludystinum hóskvøldið. Og leygardagin er tað so kvinnufinalan, sum er á skránni. Her vann B36 sær sæti til dystin móti KÍ, tá tær um vikuskiftið eisini vunnu seinnu hálvfinaluna móti GÍ. Hjá kvinnun- um skal Ransin N. Djur- huus døma, meðan tað hóskvøldið verður Georg Rasmussen, sum skal døma finaludystin um FSF-steypið. -jm Nólsoyingur megnaði hesa ferð einki at gera við sprelska Eysturoy- ingin, sum fleyg frá øllum hinum, meðan Hoyvíkingur vann kappingina um næst- fremsta plássið 10-MANNAFØR Jóannes Hansen Tað er eingin ivi. Eystur- oyingur er so nógv tað stinnasta 10-mannafari. Besti báturin í størstu bátastøddini seinastu tíggju árini liggur so nógv best fyri í FM kappingini, og harvið eru vánirnar einki serligar hjá Nólsoyingi at vinna fyrsta FM heitið síðani í 1989. Eftir risa vóinbrotið, sum tað var, tá ið teir mistu FM á Ólavsøku í fjør, høvdu teir í Nólsoy av álvara vónað, at tað skuldi eydnast hesa ferð. Men kappingin er eirind- arleyst, og sum tað tørnaði út á Jóansøku, so er tað bara spurningurin um næstfremsta plássið, sum tað verður kappast um. Eysturoyingur hevði so- vornan startspurt, sum tað sjáldan hevur verið at sæð. Tað kendist sum um, at teir umborð á gula bátinum høvdu sjálvsálit og orku at seta eyka á, uttan at teir hugsaðu stórvegis um, at teir eisini skuldu megna at rógva teir síðstu 1800 metrarnar. Tað megnaðu teir væl og virðiliga. Tá ið 700 metrar vóru lagdir afturum, var Eysturoyingur leysur av hinum, og tá ið teir komu inn ímóti málinum, vístu teir í uppvísningsstíli enda- spurt, sum sjáldan hevur sæð sín líka. Nólsoyingurin megnaði ikki at fylgja við oddafisk- inum, og tað glapp eisini hjá nólsoyingum í kapping- ini um næstfremsta plássið. Hoyvíkingur hevur ging- ið betri í ár, enn hann gjørdi í fjør, tá ið hann royndi seg fyri fyrstu ferð, og hesa ferð lógu teir á Nólsoying- inum. Teir vóru eina hálva bátslongd undan svarta bátinum. Um Hoyvíkingur kann gera nakað við Eysturoying er torført at ímynda sær eftir tríggjar tær fyrstu kappingarnar. Men tað kann vera, at hoyvíkingar hava fingið blóð á tonna, eftir at teir hava boygt bæði havnarmonnum og nólsoy- ingum! Undir øllum um- støðum er talan um stóra og tætta kapping um næst- fremsta plássið. 10-mannafør 1 Eysturoyingur 09:49.17 2 Hoyvíkingur 09:55.06 3 Nólsoyingurin 09:57.00 4 Havnarbáturin 10:01.14 5 Skálabáturin 10:08.09 6 Vágbingur 10:11.21 Í kappingini millum dreingjabátarnar stendur tað í hvørjari kapping til at bresta í spenningi, meðan genturnar umborð á Bliki og kvinnurnar umborð á Silinum eru nógvar bátslong- dir undan øllum hinum 5-MANNAFØR Jóannes Hansen Tað er ikki lukkuligt, so stórur er spenningurin mill- um dreingirnar, sum rógva við 5-mannaførum. Ritan vann í Klaksvík, Sílið vann í Hósvík, og á Tvøroyri vóru tað aftur teir í Hvannasundi og Norðdepli, sum settu trumf á, meðan Fípan Fagra allar tríggjar ferðirnar hevur verið næstfremst. Sílið endaði á fimta plássinum á Jóansøkuni. Út frá úrslitunum í undanfarnu kappingunum sigur tað seg næstan sjálvt, at okkurt ikki ruggaði rætt hjá dreingjun- um í Havnar Róðrarfelag, og soleiðis var tað. Stavn- haldsboyan, sum Sílið stýrdi eftir, lá langt úti á róðrarøkinum og ikki innanfyri málið, soleiðis sum hon sjálvandi eigur at vera. Sílið kom í trupul- leikar, og hóast tað ikki tóktist sum um, at teir skuldu vinna, so bendir alt á, at Síla dreingirnir mistu týdningarmikil stig í FM kappingini. Havnar Róðrarfelag hev- ur kært róðurin til Róðrar- sambandið. Teir hava biðið um, at tað verður róð av nýggjum, og um tað ikki ber til, so at stigini, sum vórðu lutað á Jóansøku, ikki skulu telja við í FM kappingini. RSF hevur ikki viðgjørt kæruna. Ritan og Fípan Fagra høvdu ein orduligan dyst um fremsa plássið. Ritan lá á klaksvíksdreingjum á Norðoyastevnu. Í Sunda- lagnum var Fípan aftur nummar tvey, men tá eydnaðist tað ikki so væl hjá Rituni, men hesa ferð vann Ritan aftur. Munurin var ikki meiri enn stavn- urin! Harvið er lagt upp til rimmar kapping um FM heitið. Ritan hevur 18 stig, Fípan Fagra hevur 15 stig, og Sílið hevur 13 stig. Hesa ferð megnaðu bæði Drekin og Blikur at basa Sílinum. Suverenir vinnarar Í kappingini millum 5- mannfør við gentum og 5- mannafør við kvinnum er ikki serliga stórur spenn- ingur. Genturnar á Argjum hingu fastar í startinum á Norðoyastevnu, og so end- aðu tær aftastar. Síðani hava tær vunnið báðu ferðirnar, og á Jóansøku var munurin aftur til Drekan tíggju sekund ella tríggar bátslongdir og gott og væl tað. Nú liggja Blikur og Drekin borð um borð í FM kappingini, men út frá gongdini tvær tær seinastu ferðirnar er tað ilt at ímynd- a sær annan meistara enn Blik. Sama skilið er í kapping- ini millum 5-mannafør við kvinnum. Har hevur Sílið vunnið hvørja ferð, og á Jóansøku var fjarstøðan frá teimum og aftur til Blik meiri enn tvær bátslongdir. Sílið hevur fult stigatal, og tað skal nógv venda upp, sum nú vendir niður, um tað skal eydnast nøkrum at taka Sílið’. Heldur tykist tað vera ein spurningur, um Blikur fer at megna at varð- veita næstfremsta plássið. Hesa ferð gav Fípan Fagra Bliki ein skarpan gang. Munurin var kanska ein fjórðings skutur. Stóri dramatikkurin var, tá ið Frúgvin, sum kortini megnaði at enda á fjórða plássinum, undan sjálvari kappingini var niðursigld av bátinum hjá høvuðs- dómarabátinum! Tíbetur hendi eingin mansskaði. Okkurt borð fór, og hóast kvinnurnar vóru rættuliga skelkaðar, so megnaðu tær kortini at kappast og vinna fjórða plássið. 5-mannafør, dreingir 1 Ritan 05:31.11 2 Fípan Fagra 05:31.12 3 Drekin 05:37.16 4 Blikur 05:39.12 5 Sílið 05:40.04 6 Tjaldrið 05:47.06 7 Dúgvan 06:17.0 5-mannafør, gentur 1 Blikur 06:05.19 2 Drekin 06:15.08 3 Tekla 06:16.10 4 Tjaldrið 06:19.15 5 Havfrúgvin 06:23.12 6 Erla Kongsdóttir 07:06 5-mannafør, kvinnur 1 Sílið 05:48.17 2 Blikur 05:55.14 3 Fípan Fagra 05:55.16 4 Frúgvin 05:57.03 5 Drekin 05:57.17 6 Firvaldur 05:59.12 7 Royndin Fríða 06:01.21 8 Ørnin 06:06.20 9 Ritan 06:10.15 10 Junkarin 06:13.13 Nú er nýggj kapping um næstfremsta plássið Hesaferð var eingin ivi. Eysturoyingar hølvaði hinar bátarnar av, og nú munnu tey fægstu ivast í, at guli báturin er stórfavorittur til FM-heitið Mynd: Álvur Haraldsen Sílið og Blikur rógva fyri seg sjálvi Munurin var at kalla eingin, tá Ritan og Fípan Fagra komu stavn um stavn á mál í dreingjaróðrinum Mynd: Álvur Haraldsen