mikudagur 29. juni 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 121 - 29. juni 2005
ÍF-B36 0-2 (0-1):
B36 stakk seg fram í oddin við arbeiðssigri
Í spælbýtinum og být-
inum av møguleikum
var munurin lítil og
eingin, men fuglfirð-
ingar megnaðu ikki at
fáa úrtøku, og tað
kostaði nógv, at teir í
verjupartinum gjørdu
tvey stór mistøk
ÍF-B36
Jóannes Hansen
Tað var toppur ímóti botni.
Eftir 2-0 sigurin í dýrdar-
veðrinum og frammanfyri
nógvum áskoðarum er B36
fremst í Formuladeildini.
Eftir 2-0 tapið er ÍF aftast.
Leygardagin skulu fugl-
firðingar á stevnuni í
Fuglafirði spæla á heima-
vølli ímóti KÍ um Svarta
Per!
Á vøllinum sást ikki
nógv til, at tað vóru toppur
og botnur, sum telvaðust
um stigini. Fuglfirðingar
vóru nærlagdir, og í løtum
høvdu teir gott tak á saman-
spælinum fram eftir vøllin-
um. Eyðolvur R. Petersen
og Símun Eliasen vunnu
nógvar nærdystir, Høgni
Zachariassen var betri upp-
lagdur, enn hann hevur
verið leingi, og Magni á
Lakjuni vísti ferð eftir ferð,
at tað eru heilt fáir, sum eru
so kringir við bóltinum,
sum hann er tað.
Eftir
fyrsta
korterið
gjørdist B36 meiri bóltfør-
andi, uttan at tað stóðust
møguleikar burturúr. ÍF
hevði fleiri álop, og tað var
um reppið, at teir fingu
mál. Møguleikarnar høvdu
teir. Tann fyrsta fekk Sylla,
men eftir innlegg frá Atla
Petersen stútaði hann upp
um, og tað gjørdi Bartal
eisini, tá ið hann royndi seg
eftir horna.
Miðskeiðis í fyrra umfar-
inum spældi Høgni Zach-
ariassen hegnisliga inn um
til Magna á Lakjuni í
vinstru. Veteranurin kom
væl inn í bortsteigin, men
Jákup kom eitt sindur út úr
málinum, og so fór flata
skotroyndin hjá Magna við
síðuna av handara stólp-
anum.
Í næsta álopinum fekk
B36, sum ikki hevði verði
serliga nær við, hóast Allan
Mørkøre og Bergur Mid-
jord arbeiddu nógv, fyrra
málið. Tað átti ÍF verjan við
rubb og stubb.
Vandin - um nakar vandi
hevði verið - tóktist vera av,
tá ið Bartal Eliasen, sum
kanska ætlaði at temja aftur
til nýggja málverjan, misti
bóltin til ágrýtna Berg Mid-
jord. Hann tveitti seg fram.
Tað gjørdi málverjin eisini,
men bólturin trillaði fram-
við honum, og hann rakk
akkurát inn við handara
stólpanum, áðrenn nakar
bjargingarmaður rakk fram.
1-0 til oddaliðið ímóti
óhepna botnliðnum, og
kenslan var ikki langt burt-
ur, at nú hevði B36 tak á tí.
Punkteringin
Tað hevði B36 eisini. Men
á ongan hátt í tann mun, at
nervin var burtur. B36 var
væl skipað. Teir restaðu
Inga Højsted og Mikkjal
Thomassen, sum vóru leik-
bannaðir, men breiddin er
stór, og Klæmint Matras
tuskaði og bakkaði upp fyri
seg á sentrala miðvøllinum,
har Fróði Benjaminsen
fekk pláss at vera meiri
eyðsýndur, enn hann nakr-
antíð hevur verið, síðani
hann fór at spæla við B36.
Pól Thorsteinsson helt
høvdið kalt í miðverjuni,
har Herbert í Lon Jacobsen
var skjótur og ansin, og í
borðunum stóðu Santos og
Kenneth Jacobsen seg væl.
Veikasti liðurin tóktist vera
Wellington á miðvallar-
plássinum í vinstru, men
hann fall ikki ígjøgnum,
hann fekk nógva spælitíð,
og stutt undan at hann varð
skiftur út, var hann fleiri
ferðir við í framrættaðum
síðuspæli.
Spenningurin fór burtur,
tá ið tað restaði ein knappur
hálvur tími. Long fram-
legging í høgru tóktist ikki
skula bera B36 møguleika
við sær. ÍF málverjin var á
veg fram, men hann steðg-
aði, tá ið tað tóktist sum
um, at Bartal Eliasen hevði
tak á støðuni. Hann steðg-
aði eisini á. Tað gjørdi All-
an Mørkøre ikki. Á baklinj-
uni fekk hann fatur á bólt-
inum, sum hann smekkaði
innfyri málið, og har tveitti
Fróði Benjaminsen seg
fram og hálvfluktaði upp
undir nettakið. So var 2-0
og B36 hugsaði meiri um at
halda tørn og varðveita
bóltin, enn teir hugsaðu um
at økja um leiðsluna.
Fróði Benjaminsen fekk
góðan møguleika, tá ið hann
gjørdist leysur í vinstru,
men Tórður Thomsen var
óræddur, tá ið hann tveitti
seg fram og blokeraði.
Styrkir og veikleikar
Oddaliðið vann. B36 er á
toppinum, og tað boðar frá,
at talan er um støðug avrik
og stóra úrtøku.
ÍF tapti. Teir eru botnlið,
og tað boðar frá minni støð-
ugum avrikum og minni úr-
tøku. Soleiðis var tað eisini
hesa ferð. Munurin í av-
rikunum úti á vøllinum var
ikki so stórur. ÍF hevði góð-
an hugburð, og teir spældu í
løtum hampuliga væl. Teir
vóru óhepnir at missa inn-
skifta Hanus Eliasen, sum
fekk løst í armin, og Sylla
søplaði tveir stórar møgu-
leikar - ein stutt undan
hvíldini og ein stutt undan
dystarenda. Í verjupartinum
gjørdu teir tvey ógvuslig
mistøk, sum kostaðu tvey
mál og harvið í hvussu so
er eitt stig.
B36 hevur ein fínan mál-
verja. Tað varð enn eina ferð
staðfest. Jákup Mikkelsen
vísti meistarliga bjarging
við nærru stólparótina, tá ið
støðan framvegis var 1-0, og
hann var heppin, tá ið hann
fram ímóti dystarenda var
farin úr málinum, og Sylla
úr stuttari fjarstøðu ikki
megnaði at stýra bóltinum í
málið.
ÍF málverjin hevði í løt-
um trupulleikar við út-
spørkunum. Tað hevði B36
málverjin als ikki. Tað var
framúr so væl og neyvt
hann megnaði at senda
langt og í høvdið á Klæm-
inti Matras og Fróða Benja-
minsen, sum dugdu væl at
snitta víðari.
Munirnir vóru ikki so
stórir millum toppin og
botnin. Men í avgerandi
støðum og í avgerandi løt-
um var munur á, og tað var
tann munurin, sum bar B36
oddasessin, og sum bar við
sær, at ÍF framvegis er
botnlið - í hvussu so er
inntil leygardagin!
Fróði Benjaminsen var hesaferð sentralur á B36-miðvøllinum,
har hann átti lut í nógvum av tí, sum gekk fyri seg niðan eftir
vøllinum. Og ikki minst var hann sera sterkur í luftdystunum
við ÍF-miðvøllin
Mynd: Álvur Haraldsen
ÍF-B36 0-2 (0-1)
0-1: Bogi Midjord 26
0-2: Fróði Benjaminsen 62.
Dómari: Dagfinn Olsen
ÍF: Tórður Thomsen - Fritleif í Lambanum, Poul
Ennigarð, Bartal Eliasen, Rúni Elttør - Atli Peter-
sen (Hanus Eliasen, 46./Áki Petersen, 64.), Eyðolv-
ur R. Petersen, Símun Eliasen, Høgni Zachariassen
- Sylla Ahmed, Magni á Lakjuni
Gult kort: Bartal Eliasen, Rúni Elttør
B36: Jákup Mikkelsen - Kenneth Jacobsen, Herbert
í Lon Jacobsen, Pól Thorsteinsson, Alex Santos -
Eyðun Højgaard (Niels Joensen, 57.), Klæmint
Matras, Fróði Benjaminsen, Wellington (Bogi Her-
mansen, 83.) - Allan Mørkøre, Bogi Midjord
FAKTA UM DYSTIN
Formula-deildin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 B36
14
8
-
5 -
1
20
6
14
29
2 HB
14
9
-
1 -
4
35
16
19
28
3 Skála
14
7
-
5 -
2
29
16
13
26
4 NSÍ
14
5
-
6 -
3
21
17
4
21
5 EB/Streymur
14
4
-
6 -
4
15
22
-7
18
6 KÍ
14
4
-
2 -
8
21
26
-5
14
7 GÍ
14
4
-
2 -
8
18
24
-6
14
8 TB
14
3
-
5 -
6
13
21
-8
14
9 VB
14
4
-
2 -
8
15
24
-9
14
10 ÍF
14
3
-
4 -
7
16
31
-15
13
Tí er GÍ fremri
Skipanin við innanhýsis uppgerðum sleppur veruliga at standa sína roynd í hesum
døgum, har ikki færri enn fýra lið eru ájøvn í stigum.
Kappingarreglurnar siga, at stendur tað á jøvnum í stigum, telja stig í innanhýsis
uppgerðum fyrst, áðrenn mett verður um málmunin. Tað er eisini galdandi, tá fleiri lið
standa á jøvnum, og tí skal serstøk stigatalva gerast, at har gjørt verður upp, hvussu
tey fýra liðini hava staðið seg í innanhýsis dystunum.
Ein slík talva gevur hetta úrslit:
Felag/móti
GÍ
KÍ
TB
VB
íalt
GÍ
i/a
3
0
6
9
KÍ
3
i/a
4
1
8
TB
3
1
i/a
3
7
VB
0
4
0
i/a
4
Tað merkir við øðrum orðum, at GÍ í løtuni er er á sætta plássinum. KÍ er nummar
sjey, TB nummar átta og VB er á níggjunda plássinum. Eisini hóast VB hevur staðið
seg betri enn KÍ teirra millum og hóast TB er betri enn GÍ, um tað bert verður roknað
við dystum teirra millum.
-jm