mikudagur 29. juni 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 121 - 29. juni 2005
31
Nú kappingin er
hálvrunnin, eru fimm
lið í veruligum niður-
flytingarvanda. Hjá
B36 prógvaði málverj-
in enn einaferð sítt
virði, og júst mál-
verjarnir tykjast eisini
hava avgerandi leiklut
í botnstríðnum
SAMANUM 14.
UMFAR
Jákup Mørk
Við 14 av teimum 27 dyst-
unum í metlanga árinum
løgdum afturum, er kapp-
ingarárið nú væl og virði-
liga í helvt.
Og hóast tað enn eru 13
dystir eftir at spæla, so tyk-
ist tað longu nú vera ein
staðfesting, at oddurin í
fótbóltskappingini í ár ikki
verður stórt øðrvísi, enn
hann var í fjør. Og í øllum
førum við somu trimum
liðum.
Einsamøll oddalið
B36 slapp sær mánakvøld-
ið upp á oddasessin, tá teir
vunnu seinasta dystin hetta
umfarið móti ÍF. Ein sigur,
sum í nógvar mátar var eitt
sindur sigandi um ein dyst,
har oddaliðið tekur møgu-
leikarnar, sum tað fær,
meðan botnliðið ikki hevur
marginalarnar
í
sínum
parti.
Merkisvert við avrikun-
um hjá B36 í ár er nærum
ótrúligi málmunurin, sum
liðið hevur. Heili fýra onn-
ur lið hava skotið fleiri mál,
enn teir hjá árstalsfelagnum
hava gjørt í ár, og tað er
óvanligt fyri eitt oddalið.
Hinvegin er tað ótrúliga
flott, at liðið bara hevur lat-
ið seks mál farið ígjøgnum
í 14 dystir. Og ikki færri
enn níggju ferðir eru teir
hvítu og svørtu, sum nú
eisini eru bláir viðhvørt,
farnir av vøllinum, uttan at
mótstøðuliðið hevur skora!.
Sjálvandi er gott verjuspæl
eisini partur av hesum hag-
tølum, men tað skerst ikki
burtur, at Jákup Mikkelsen
hevur verið ein framúr
fongur hjá árstalsfelagnum.
Meistararnir úr HB mátta
soleiðis - í øllum førum
fyribils - lata oddasessin frá
sær. Fremsta orsøkin til
hetta var heimaósigurin fyri
Skála. Hetta var annars
fyrsta tapið hjá HB á
heimavølli síðani teir tann
2. juli 2003 taptu 2-1 fyri
B36. Og fyrsta ferðin síð-
ani 2001, at eitt lið uttan
fyri høvuðsstaðin fór úr
Gundadali við øllum stig-
unum eftir dysti móti HB!
Tað ber boð um, at Skála
er nakað serligt, og aftur í ár
hevur Skála víst, at teir væl
og virðiliga eru førir fyri at
taka dystin upp við sterkastu
feløgini í landinum. Við
einum buli av spælarum,
sum eru uppaldir í felagn-
um, kryddað við sterkum
útlendskum kreftum og
tveimum havnarmonnum
tykist hópurin hjá liðnum í
ár eisini at hava neyðugu
breiddina, sum teimum í
fjør vantaði, tá seinastu
fetini í kappingini skuldu
takast. Og so skerst ikki
burtur, at fótbóltsfólk kring
alt landið enn einaferð hava
sæð úrslitið av miðvísa og
nærlagna arbeiðinum hjá
Johan Nielsen.
Sveiggja um miðjuna
Í miðjuni tykjast NSÍ og
EB/Streymur at sýna spæl,
sum sveiggjar millum av-
bera gott og væl undir mið-
al, og stigatalvan endur-
speglar eisini tann veru-
leika, at tey longu nú eru
um at koma í eina støðu,
har tey ikki hava tað stóra
at stríðast fyri. Ein støða,
sum tó skjótt kann gerast
vandamikil, um líkasælan
sleppur at fáa fastatøkur.
Hinvegin er botnurin
púrasta tættur. Við fýra
liðum á 14 stigum og ein-
um á 13, eru allir spurning-
ar í hesum framvegis púr-
asta opnir. Og ikki minst er
tað áhugavert, sum støðan í
løtuni er, at roknihátturin
við innanhýsis dystum nú
av álvara sleppur at standa
sína roynd, soleiðis sum tað
verður greitt frá aðra staðni
her á síðuni.
Sjálvmál av KÍ
Tað eru sjálvandi nógvar
ymsar orsøkir til, at botn-
urin sær út júst soleiðis, sum
hann ger í løtuni, men tað er
einki at iavst í, at tað í
Klaksvík eru hópur av
áskoðarum, sum hava hug at
ilskast inn á avgreiðsluna av
dystinum í Vági um jóan-
søkuna.
Tann dysturin skuldi upp-
runaliga verða spældir í
Klaksvík, tí nú jóansøkan í
ár varð hildin á Tvøroyri,
helt FSF seg ikki hava nøk-
ur serlig atlit at taka mót-
vegis vágbingum í hesum.
Sum støðan á talvuni er í
løtuni, so hava klaksvíking-
ar tørv á øllum tí viðráki,
sum teir á nakran hátt kunnu
fáa. Her ímillum fyrimunin
av heimavølli og -áskoðar-
um. Men kortini høvdu teir
einki ímóti einum leygar-
dagsdyst í Vági kl. 13.00!
Av hinum botnliðunum
tykjast fuglfirðingar vera
teir, ið eru ringast fyri. Eftir
eina byrjan, har liðið tók alt
og øll á bóli, og har teir eitt
skifti eisini vóru á odda,
hevur mest sum einki borið
til ÍF. Seinastu átta dystir-
nar hevur talan soleiðis
bara verið um tvey stig, og
so hjálpir tað lítið, at teir
samstundis hava sligið HB
úr steypakappingini. Hug-
burðurin hjá fuglfirðingun-
um tykist tó framvegis vera
í lagi, og teir kunnu kanska
eisini við røttum iðra seg
um, at úrtøka ikki fekst úr
heimadystinum móti B36
mánadagin.
VB og GÍ hava hvør í sín-
um lagi havt nakrar daprar
periodur í ár, men hjá báð-
um tykist gongdin nú vera
vend. Gøtumenn hava fyri
tað mesta havt góðan hug-
burð, og tað mundi verma
væl, at tað eisini eydnaðist
teimum at fáa stig við
Løkin, hóast fráveruna av
Súna Olsen. Og so skerst
tað ikki burtur, at teir við
leigumálinum av Marcin
Dawid fingu fatur á einum
málverja, sum kundi vera
við til at venda gongdini.
At tað bar til at leiga pól-
verska málverjan komst
einamest av, at vágbingar í
Bjarna
Johansen
longu
mettu seg hava málverjan,
sum kundi verða við til at
stabilisera ungu manning-
ina, sum nú verður sett við.
Og fyri tað nógva, so hevur
rutineraði málverjin eisini
sannført um, at hann er rætti
maðurin í so máta. Gaman í
hevði hann óhepnan leiklut,
tá VB í næsta umfarinum
misti útisigurin móti KÍ í
evstu løtu, men síðani hevur
hann fyri tað mesta spælt
við vanliga autoritetinum og
tryggleikanum.
Dýrir javnleikir
Seinasta liðið í botninum er
TB, og tað kann í mangar
mátar tykjast heldur merk-
isvert. Ikki minst tí teir við
sterkum verjuspæli hava
havt eitt sera gott tak á fleiri
av ovaru støddu liðunum.
Millum annað hevur odda-
liðið úr B36 ikki skorað
móti TB í 180 minuttir.
Varð spælt við gomlu
skipanini, har sigrar bert
góvu tvey stig, høvdu
tvøramenn eisini verið eitt
stig undan hinum trimum,
men tann lógin er so ikki
galdandi longur, og tí
verður kravið til TB nakað
skjótt, at sigrar skulu koma
á borðið, um støðan ikki
skal gerast heilt hættislig.
Longu komandi viku-
skiftið kann botnurin tó
taka seg væl øðrvísi út. Tá
fer KÍ aftur á vitjan í Fugla-
firði, har klaksvíkingarnir
fyrr í ár tóktust venda skút-
uni við einum greiðum
sigri. Tann dysturin verður
longu
leygardagin,
og
sunnudagin verða so fýra
dystir á skránni. Tá fara GÍ
og TB at takast í Gøtu og
hinir tríggir dystirnir eru
VB-HB,
Skála-NSÍ
og
B36-EB/Streymur.
Botnurin stendur í einum
Fuglfirðingar tykjast í løtuni at vera í teirri alt ov vandu støðuni hjá einum botnliði.Hugburðurin hjá liðnum var fínur mánakvøldið, men marginalanir vóru tó
ikki í parti við Magna á Lakjuni og teimum
Mynd: Álvur Haraldsen