Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Stýrið fyri Lágargarð hevði fund seinna- partin týsdagin at viðgerða støðuna, nú stuðulin frá Almannastovuni í ár er skerdur við 44 prosentum. Niður- støðan hjá stýrinum var tann, at frá komandi mikudegi at rokna steðgar útkoyr- ingin av døgurða til okkurt um 150 pensionistar í Havn, og harafturat steðgar dagstovnavirksemi á Lágargarði eisini sama dag. SPARINGAR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er komið ógvuliga dátt við hjá øllum teimum stovnum, ið fáa stuðul frá Almannastovuni til um- sorganararbeiði, at hesin stuðul, nú árið er nærum hálvrunnið, er skerdur við 44 prosentum. Ronald Poulsen, formaður í stýrin- um fyri Lágargarð í Havn, sigur, at nú boðini ujm skerjingarnar eru komin so mikið seint, er játtanin at kalla brúkt. Tí avgjørdi stýrið á fundinum týsdagin, at mikudagin 6. juli steðgar øll útkoyring av mati til umleið 150 pensionistar í Havn, og somuleiðis verður steðga við dagstovnatilboð- num á Lágargarði, sum einir hálvthundrað pension- istar dagliga nýta. Ræðuligt at hugsa sær Ronald Poulsen sigur, at tað er ræðuligt at hugsa sær, at hesir 150 pensionist- arnir frá komandi mikudegi ikki longur fáa døgurða koyrdan til dyrnar, men Lágargarður hevur ikki møguleika fyri at spýta eyka pening í til útkoyring- ina, tí stovnurin er so mikið hart spentur fíggjarliga frammanundan. - Eg haldi tað verða ræðuligt, tí hvar skulu hesi 150 fólkini nú fáa sín døgurða frá. Tað er ikki vist, at tey øll hava onkran kæran, ið kann koma við døgurða til teirra. Eg vildi ynskt, at vit høvdu møgu- leika til at gera okkurt við hetta, men tað ber ikki til, sigur Ronald Poulsen. Ronald Poulsen sigur seg vóna, at ein broyting kemur í, soleiðis at tað fer at bera til at halda fram við vanliga virkseminum, men um so er tað landið, ið má traðka til, sigur hann. Í blaðnum í gjár segði Ronald Poulsen, at hann umhugsaði støðu sína í stýrinum, men hann sigur nú, at hann ikki fer frá, tí hann vil verða við til at halda skútuni flótandi, meðan tað leikar í, sum hann málber seg. 4 Nr. 122 - 30. juni 2005 Eingin døgurði til pensionistarnar Komandi mikudag sleppa einir 60 pensionistar ikki longur at gera gagn av dagstovnatilboðnum á Lágargarði ella fáa fysioterapi- ella aðra viðgerð á stovninum. Somuleiðis steðgar døgurðaútkoyringin til umleið 150 pensionistar í Havn komandi mikudag. Mynd: Jens Kr. Vang