hósdagur 30. juni 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 122 - 30. juni 2005
5
Ikki
nýggj
sparing
Tað er ikki nøkur
nýggj sparing, sum
Lágargarður hevur
fingið álagt, ið ger,
at búfólkið á stovn-
inum noyðist at
liggja longri í
seingini
SPARINGAR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Marjun Smith, leiðari á
Lágargarði, sigur, at
trupulleikin er tann, at
mánakvøldið var fundur
við tey avvarðandi hjá
búfólkunum á Lágar-
garði, har greitt var frá
stramma
fíggjarliga
karminum á stovninum,
og hvørjar avleiðingar
hetta fór at hava.
Fundurin og tíðindini
um
avleiðingarnar
bresta so saman við
sparingarnar, sum Al-
mannastovan
hevur
gjørt í rakstrarstuðulin-
um til umsorganarar-
beiði, og tí halda tey
flestu kanska, at Lágar-
garður júst hevur fingið
boð um at spara eyka á
sjálvum røktarøkinum,
men so er ikki.
Ómøgulig játtan
Leiðslan á Lágargarði
fekk longu í vetur at
vita, hvørjar fíggjar-
karmar stovnurin hevur
at arbeiða undir, men
trupulleikin er tann, at
karmarnir eru so at siga
ógjørligir at halda seg
innan fyri, um arbeiði
hjá
stovninum
skal
røkjast til fulnar.
Sum nevnt í gjár kunnu
búfólkini á Lágargarði
vænta at liggja meira í
songini, og harvið koma
í størri vanda fyri at fáa
liggisár og lungnasjúk-
ur, men tað hevur einki
við
sparingarnar
í
rakstrarstuðlinum
at
gera, men tí at fíggjar-
karmarnir á røktarøk-
inum eru so strammir.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður:
- Kann ikki góðtakast
Landsstýrismaðurin í
almanna- og heilsu-
málum, Hans Pauli
Strøm, sigur, at tað
kann ikki góðtakast,
at eitt nú dagtilboð og
døgurðaútkoyring til
pensionistar heldur
uppat, tí at Almanna-
stovan skal spara 44
prosent á rakstrar-
stuðlinum til umsorg-
anararbeiði. Hann
ætlar sær tí at finna
ein loysn í málinum
SPARINGAR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Hans Pauli Strøm viðgong-
ur, at tað er ógvuliga seint í
árinum, at teir ymisku
stovnarnir, ið bjóða ymisk
dagtilboð til pensionist-
arnar, hava fingið boð um,
at teirra rakstrarstuðul frá
Almannastovuni er skerdur
við 44 prosentum, og hann
heldur eisini, at tað ikki
kann góðtakast.
Kannar hvat kann
gerast
Landsstýrismaðurin bað um
eina frágreiðing í málinum,
og nú verður tað tikið upp í
Almanna- og Heilsumála-
stýrinum,
hvussu
hesin
trupulleikin kann loysast.
- Nú brúki eg ta neyðugu
tíð upp á málið, ið skal til,
og so kemur ein útmelding.
Eg royni at kanna, hvørjar
møguleikar eg havi í mál-
inum. Eg havi við vilja ikki
vilja úttalað meg í mál-
inum, tí eg havi ikki verið
førur fyri at svara vegna
væntandi innlit í málið. Tí
vildi eg ikki bara koma við
einum "sludur fyri ein slat-
ur", sigur Hans Pauli
Strøm.
Hans Pauli Strøm sigur
seg verða samdan við teim-
um, ið finnast hvassliga at
avgerðina um at skerja í
rakstrarstuðlinum til um-
sorganararbeiði, og hann
vónar, at ein loysn verður
funnin í næstum.
Trupulleikin er tann, at
játtanin til umsorganar-
arbeiði er 4,8 milliónir í ár
eins og í fjør, men sam-
stundis eru talið av til-
haldsplássum økt munandi.
Tískil verður væl minni í
part, og hetta ger, at neyð-
ugt verður at spara í rakstr-
arstuðlinum.
Landsstýrismaðurin við-
gongur, at øktu tilhalds-
plássini ikki kemur bak upp
á landsstýrið, men tað hev-
ur bara ikki eydnast at fáa
hægri játtan, sigur Hans
Pauli Strøm.
Sambært
landsstýris-
manninum broytti fíggjar-
nevndin hjá løgtinginum
játtanina til umsorganar-
arbeiði, soleiðis at hon fór
frá at verða ein lógarbundin
játtan til at verða ein
rakstrarbundin játtan. Um
hetta ikki var gjørt, hevði
eingin trupulleiki verið, tí
so hevði tað var eitt lógar-
krav, at fullur stuðul var
veittur til umsorganarar-
beiði, sjálvt um farið var út
um játtanina.
Hans Pauli Strøm sigur,
at væntandi kemur hann við
einari frágreiðing um málið
fyrrapartin í dag, og vón-
andi hevur hann eina loysn
upp á trupulleikan til ta tíð.
Í Miðflokkinum eru
tey skelkað av tíðind-
unum um, at stuðulin
til umsorganararbeiði
er skerdur við nærum
eini helvt, og tí verða
tilboðini til tey gomlu
skerd munandi
SPARINGAR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Sjálvur er Bill Justinussen
staddur uttanlands í summa-
rfrí í løtuni, men hann hevur
tó roynt at fylgt við í
føroysku miðlunum, hvat
gongur fyri seg her á landi. Í
fartelefonini sigur Bill, at
sparingarnar eru eitt úrslit
av, at tað er farið at stramma
fíggjarliga í Føroyum.
Ikki
javnaðarpolitikkur
Bill Justinussen sigur, at tað
er ógvuliga sjáldsamt, at
javnaðarflokkurin velur tey
gomlu, tá ið sparast skal,
men hann heldur, at hetta er
prísurin, ið má gjaldast fyri
at verða í samgongu við
fólkaflokkinum.
- Nú koyra vit við und-
irskoti á fíggjarlógini, men
framvegis verður skattalætti
latin til høgu lønirnar, og tað
má takast inn aftur onkra
aðrastaðnis. Fólkaflokkurin
vil skerja almennu útreiðsl-
urnar, og tað er ivaleyst eitt
dagligt stríð hjá Hans Paula
Strøm at fáa fólkaflokkin
við í sínum arbeiði, sigur
Hans Pauli Strøm.
Løgtingslimurin hjá mið-
flokkinum sigur tað verða
eitt poltiskt og ikki eitt um-
sitingarligt mál, at rakstr-
arstuðulin verður skerdur, tí
landsstýrismaðurin ræður
suverent yvir játtanini.
Mugu fáa meiri fyri
pengarnar
Sjálvur heldur Bill Justin-
ussen, at struktururin í al-
mannaverkinum er ov dýr-
ur, og at ov lítið fæst fyri
pengarnar.
- Tað er alt ov nógv smá
kongaríkir í almannaverk-
inum. Vit hava alt ov nógv-
ar leiðarar, varaleiðar og
onnur, sum brúka alt ov
nógva tíð upp á fundar-
virksemi, skeiðvirksemi og
ferðing, ístaðin fyri at tey
vóru úti í markini, har tørv-
urin er størstur, sigur Bill
Justinussen.
Bill Justinussen heldur
tað verða eina gongda leið,
at minni tíð verður brúkt í
fundarhølum og á skúla-
bonki, tí tað kostar ov nógv
og gongur út yvir brúkaran.
Bill Justinussen, Miðflokkurin:
- Ótrúliga óheppið
Løgtingsmaðurin hjá mið-
flokkinum, Bill Justinussen,
sigur, at tað eru alt ov nógvir
leiðarar og varaleiðarar í al-
mennaverkinum, sum brúka
alt ov nógva tíð upp á fundar-
og skeiðsvirksemi, ístaðin fyri
at verða úti í markini og gera
nakað til nyttu
Savnsmynd
Landsstýrismaðurin í al-
manna- og heilsumálum,
Hans Pauli Strøm, sigur, at
tað kann als ikki góðtakast,
at rakstrarstuðulin til um-
sorganararbeiði verður
skorin við 44 prosentum, so
at millum annað eini 150
pensionistar ikki fáa døgurða
koyrdan út. Hann ætlar sær
at koma við eini frágreiðing í
málinum
Savnsmynd