Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Løgtingsmaðurin hjá tjóðveldisflokkinum, Páll á Reynatúgvu, heldur, at sparningar- nar á umsorganar- økinum standa full- komiliga í andsøgn við valboðskapinum hjá javnaðarflokk- inum um "tað góða samfelagið" Sparingar Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Páll á Reynatúgvu heldur tað verða burturvið, at skotið verður eftir Al- mannastovuni fyri at spara 44 prosent á rakstrar- stuðlinum til umsorganar- arbeiði, tí tað er lands- stýrismaðurin, ið hevur ábyrgd av at tryggja fíggj- arkarmarnar á økinum. Ófantaligt og klossut At Almannastovan, nú árið er nærum hálvrunnið, kem- ur við boðunum at stuðulin verður skorin niður í nærum eina helvt, heldur Páll á Reynatúgvu verða ótrúliga ófantaligt og klossut. - Vit mugu minnast til, at størsti parturin av útreið- slunum hjá mongu tilhald- unum kring landið eru lønarútreiðslur, og tí sigur tað seg sjálvt, at neyðugt verður at siga fólk úr starvi. trupulleikin er so tann, at hesi fólk ivaleyst hava eina uppsagnartíð upp á millum tríggjar mánaðar og hálvt ár, og tí er so ómetaliga lítil møguleiki fyri at spara nakað í hesum kalendaraár- inum, sigur Páll á Reyna- túgvu. Løgtingsmaðurin sigur, at tilhaldini hava ómetaliga stóran týdning fyri eldru borgararnar í samfelagnum, og hann ivast ikki í, at tey eisini hava ein fyribyrgj- andi leiklut. - Tað er einki at ivast í, at tilhaldini økir munandi um lívsgleðina hjá teimum gomlu, og eg eri sannførdur um, at hetta eisini seinkar gongdini hjá pensionistun- um móti einum røktarplássi og harvið størri útreiðslum fyri landskassan, sigur Páll á Reynatúgvu. Illa raðfest Sandoyar-tingmaðurin heldur tað verða illa rað- fest, at spart verður á einum slíkum stað, har so nógv fólk verða rakt og gjørd kedd, tí at játtanin ikki veksur samsvarandi við vøksturin í tilhaldsplássum. - Hetta er ein so lítil upp- hædd, ið tað snýr seg um. Játtanin til umsorganar- arbeiði er einans 4,8 mil- liónir, og hetta er ikki nøkur stór upphædd í hes- um høpi. Hans Pauli Strøm veit, at hann hevur eina játt- an til umsorganararbeiði, og hann má arbeiða fyri, at játtanin verður hækkað, soleiðis at tað ber til at halda fram við tilboðunum til tey gomlu í sam- felagnum, sigur Páll á Reynatúgvu. Páll á Reynatúgvu sigur seg minnast, tá ið hann sjálvur sat sum landsstýris- maður á hesum øki, at javnaðarflokkurin var ógvuliga atfinningarsamur, tí táverandi samgonga ein- ans útvegaði 123 tilhalds- pláss. Javnaðarflokkurin kravdi, at talið skuldi verða 250, men nú teir sjálvir sita við ábyrgdini, er støðan ein onnur, sigur Páll á Reynatúgvu. Somuleiðis heldur tjóð- veldistingmaðurin, at politikkurin hjá samgong- uni á hesum øki stendur fullkomiliga í andsøgn við vallyfti um "tað góða samfelagið", sum javnaðar- flokkurin proklameraði undan seinasta løgtingsvali. 6 Nr. 122 - 30. juni 2005 Tvey av Kamarinum spæla á Summar Festival- inum Undangongufólkini í føroyskum tónleiki fara at spæla á Summar Festival- inum 50 ár eftir, at tey byrjaðu at spæla alment. Tey av Kamarinum eru ein søga fyri seg í føroyskum tónleiki SUMMAR- FESTIVALUR Millum bólkarnar, sum fara at spæla á Summar Festivalinum í august mánað, verða Tvey av Kamarinum, sum mugu metast sum verulig undangongufólk í føroyskum tónleiki. Í ár eru tað 50 ár liðin, síðani Tey av Kamarinum byrjaðu at spæla alment, og síðani hava tey verið ein týðandi partur av føroyskum tónleikalívi. Og tey spæla framvegis. Nú kalla Nicolina Jacob- sen og Eyðbjørn Jakobsen seg fyri Tvey av Kamarinum, og tey hava júst verið í studio og spælt tónleikin inn til eina nýggja fløgu, sum kemur út í næstum. Nicolina Jacobsen hevur í eitt mannaminni skrivað sangir, sum føroyingar veruliga hava tikið til sín. Hvør kennir ikki sangir sum Kvøldar- sólin, Tá kvøldið kemur, Eg hugsi um teg, Trygd- areiðin og Í dreymalandi. Um stutta tíð koma Tvey av Kamarinum við einari nýggjari fløgu, og á hesari fløgu, sum hevur fingið heitið Dámliga Gøtan, verða 13 sangir. Summir av hesum sangum og aðrir eldri sangir verða at hoyra, tá ið Tvey av Kamarinum fara at spæla á Summar Festivalinum fyrsta viku- skiftið í august. Danski bólkurin Afenginn luttekur á G! Festivalinum við sínum etno bastard tónleiki, sum teir sjálvir rópa tað. Tónleikurin er eitt bland av fólkatónleiki, klassiskum og norðurlendskum tónleiki væl blandað við balkanskum tónleiki. Bólkurin fær allastaðni ótrúliga góð viðmæli og ummæli, eisini aftan á seinastu framførsluna, sum var á Spot festivalinum í Aarhus. Sambært Jón Tyril, fyriskipara, er bólkurin pillsvakur á pallinum, og er ein tann besti livebólkurin, sum Jón hevur sæð. Fyrsta fløgan hjá bólkinum Retrograd kom út á TUTL, og bólkurin hevur fyrr spælt í Føroyum. Teir upptóku eisini sítt fyrsta sjónbandalag í Føroyum, tá runnu teir runt ílatnir sum reinsdjór í haganum. At døma eftir ummælum og heimasíðu, er hetta ein løgin bólkur og verður uttan iva ein serlig uppliving á G! -nud Svøk reinsdjór í Gøtu Tingmaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum, Páll á Reynatúgvu, sigur at javnaðflokkurin brýtur síni vallyfti, nú spart verður í stuðlinum til tilhaldspláss og onnur dagtilboð til pensionistar. Savnsmynd Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldisflokkurin: - Í andsøgn við vallyftini hjá javnaðarflokkinum