Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 122 - 30. juni 2005 7 Løgreglan veit framvegis einki – Vit hava sam- band við norsku løgregluna, men tað eru enn nøkur ting, sum ikki eru komin heilt upp á pláss enn, og sum vit nú bíða eftir, sigur Bergleif Brimvík Norska løgreglan er farin undir kanningararbeiðið av tilburðinum, tá ein maður frá Filippinunum stakk føroyska skiparan umborð á Tórsvík. Løgreglan í Havn hev- ur framvegis ongar upp- lýsingar, tí tað eru nøkur viðurskiftið, sum skulu koma upp á pláss fyrst. – Vit hava samband við norksu løgregluna, men higartil gera teir tað, sum skal gerast, m.a. við at kanna hvat tað var, sum hendi umborð, greiðir Bergleif Brimvík frá. Veldst um Hann sigur, at tað ikki eru nakrar greðar mannagongdir sum so, tí tað veldst um so ógvuliga nógv ting. – Tað eru ymisk ting sum gera seg galdandi, m.a. hvar skipið var statt, tá álopið hendi. Var skipið í altjóða farvatni er mannagongdin ein onnur, enn um skipið t.d. var í føroyskum ella norskum sjógvi, greiðir Bergleif Brimvík frá. Spurdur, um hvussu leingi teir fara at vera í bíðistøðu, svarar Ber- leif, at hann væntar at fáa greiði á málinum seinni mikudagin ella einaferð út á hósdagin. – Tá verður so avgerð tikin um, hvørt vit yvir- taka málið, um gern- ingsmaðurin skal til Føroyar til rættarsakina o.s.fr. Men enn kann eg ikki svara nøkrum av spurningunum, tí eg veit sum sagt ikki hvussu tað verður, sigur Bergleif Brimvík at enda. Gerningsmaðurin umborð á Tórsvík tikin Maðurin, sum stakk føroyska skiparan umborð á Tórsvík, er nú tikin. Talan er um ein mann frá Filipp- inunum, sum silgdi við Tórsvík. Maðurin varð tikin ,so skjótt, sum Tórsvík legði at Norskari kei Tikni maðurin, sum er frá Filippinunum, hevur síðani mikunáttina sitið í varð- haldi hjá norsku løgregluni. Hann skal væntandi geva frágreiðing einaferð miku- dagin. Norska løgreglan arbeið- ir í skrivandi løtu við at finna útav hvat fyri mál, hann tosar, og síðani skal ein tolkur finnast, veit norska blaðið VG at siga. Tí veit løgreglan fram- vegis ikki nakað um smá- lutirnar, í sambandi við hendingina, tá føroyski skiparin varð stungin, men kanningin verður allrahelst hildin einaferð mikudagin. Tá føroyski skiparin við tyrlu varð fluttur á sjúkra- hús, tók ein annar skipari yvir umborð á Tórsvík, og førdi skipið inn til lands. Gerningsmaðurin var alla tíðina umborð á Tórsvík, inntil løgreglan mikunátt- ina tók hann, tá Tórsvík legði at kei í Kristanssund. Tá skipið kom til lands fór eisini ein sálarfrøðingur umborð á Tórsvík, og gav restini av manningini kreppuhjálp. Serlig viðurskifti VG skrivar eisini á heima- síðni, at norska løgreglan hevur havt samband við myndugleikarnar í Føroy- um ígjøgnum Interpol. Norska løgreglan bíðar nú eftir einum føroyskum kravi um at fáa mannin út- flýggjaðan ella einum fyri- spurningi um at fáa aðra hjálp í sambandi við kann- ingararbeiðið. Hetta er eitt rættiliga ser- ligt mál, skilst, tí hendingin fór fram í altjóða sjógvi. Norska løgreglan fer at hava gerningmannin fongslaðan, inntil endaligu snøklarnir eru fingnir upp á pláss. Undir skurð Álopni føroyski skiparin varð stungin djúpt í bring- una og magan. Støðan er framvegis álv- arsom, men í tíðindaskrivi frætta vit, at hon hóast alt er batnað. Skiparin varð lagdur undir skurð seinna- partin týsdagin, og hann hevur tað nú betri. Hann verður tó liggjandi á sjúkra- húsinum í Trondheimeina tíð afturat, og bæði familj- an og fólk frá Thor eru flogin til Norra, fyri at vera um hann. Tórsvík, fylgdi við ein- um skipi, sumskjeyt seis- mikk uttanfyri norsku strondina, tá ein av mann- ingini brádliga leyp á før- oyska skiparan við knívi, og stakk hann sera illa í bringuna og magan. Skiparin varð alt fyri eitt fluttur á sjúkrahús í Trónd- heim. Tórsvík eru nú komin inn til Kristiansund, og løgreglan hevur tikið filippinska gerningsmannin í varðhald. Føroyski skiparin varð lagdur undir skurð týsdagin, og hann hevur tað nú betri, hóast støðan enn er álvarslig Leygardagin 11. juni var fundur í dansi- stovuni í Norður- landahúsinum. Eini tjúgu fólk hittust, og stovnaðu føroyskt- svenskt felag eydna@sosialurin.fo Felagið er ætlað øllum, sum hava áhuga í føroysk- um/svenskum samskifti, ella hava okkurt tilknýti til Svøríki. Tað, sum fór fram leygar- dagin 11. Juni, var, at lógin fyri felagið var gjøgnum- gingin og nevnd varð eisini vald. Í nevndina komu tey trý, sum hava gjørt fyrireik- ingar til felagið, nevniliga Ann- Kristin Nilsson, Tor- björn Nyström og Katarina Petersen. Hittast 2. juli Nógv hugskot komu eisini fram á fundinum, um hvussu felagið kann skipa sítt virksemi. Avgerð varð millum ann- að tikin um at hittast ófor- melt fyrsta leygardag í hvørjum mánaði til eitt prát. Fyrstu ferð limirnir hitt- ast á henda hátt er 2. juli kl. 16 í Norðurlandahúsinum. Fyrsta veruliga tiltakið hjá felagnum verður seinast í august mánaði. August er nevniliga ein mánaður, tá sviar serliga plaga at savn- ast um tveir serstakar tjóaðrrættir. Annar er feskvatns- hummari, sum hevur ligið í serligum dildlaka. Danir nevna slagið krebs og sviar kräftor. Í Svøríki plagar veitslan at vera nevnd kräftskiva, og kann vera stak hugnalig. Hin rætturin, sum serliga verður etin longri norðuri í Svøríki, er surstrøming. Tað er lítil sild úr Eystur- sjónum, sum er niðursjóvað í dós. Talan er um sterkan kost, sum ikki er fyri allar nasar og gómar. Øll kunnu vera limir í felagnum, bara tey hava áhuga. Tey, ið veilja verða limir, kunnu venda sær til ein av nevndarlimunum ella senda teldupost til sff@abelit.fo. Føroyskt-svenskt felag stovnað