hósdagur 30. juni 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 122 - 30. juni 2005
Ung og gomul, børn
og hundar og ikki
minst frálíka veðrið -
alt varð við til at seta
sín serliga góða dám á
avbera væleydnaða
Miðsummarhaldið
úti í Grøv í Klaksvík
fríggjadagin
SUMMAR
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Bárður Lydersen
Fríggjadagin 24. juni, sjálv-
an jóansøkudag, skipaðu
Skótaliðini í Klaksvík sam-
an við Norðoya Fornminna-
felag fyri 17. miðsummar-
haldinum. Tiltakið, sum
onkuntíð fyrr hevur verið
hildið
undir
heitinum
"Menniskja og náttúra",
varð hildið úti í Grøv í
allarbesta miðsummarveðri
Familjuútferð
Sjálvt um várið og tað, sum
er farið av sumrinum, hevur
roynst illa við veðri, so
høvdu fyrireikarnir góðar
vónir um, at Miðsummar-
haldið nokk skuldi eydnast.
Tí, sum teir søgdu, áðrenn
tiltakið
- Tað er millum annað tí,
vit skipa fyri tílíkum tiltøk-
um at fagna summarinum
og tí ljósu tíðini, ið sólin og
náttúran gleðir okkum við
hesa ársins tíð. So sjálvt um
vit higartil í ár ikki kunnu
siga, at vit hava merkt so
nógv til summarið, so vilja
vit tó fagna summarinum
og aftur í ár savnast í Grøv-
ini í Klaksvík, har vit
hugna okkum saman og
gleðast um náttúruna, og
tað hon hevur at geva okk-
um.
Byrjað varð longu um trý
tíðina seinnapartin, tá skót-
arnir byrjaðu at tendra í
stóru grillirnar, sum vórðu
settar fram til høvið, sum
vanligt. Og aftur í ár tóku
fólk sera væl undir við til-
takinum. Nógv nýttu, sum
vera man, høvið at gera løt-
una
til
eina
rættiliga
familjuútferð, og hugnaligt
var at síggja, børnini spæla
og vassa í ánni, meðan tey
vaksnu byrjaðu at rigga
nátturðan til. Skjótt angaði
summarsligt av stoktum
pylsum og búffum og fleiri
høvdu gjørt serliga nógv
burturúr matinum við ensk-
um búffum og góðum til-
hoyri.
Gongutúr
Um 19 tíðina bjóðaði Jógv-
an Ravnsfjall, frá Norðoya
Fornminnafelag vælkomin,
og síðani helt Hans Hjalti
skaale, býargartnari, Mið-
summarrøðuna.
Meðan
fólk hildu á at eta og hugna
sær, varð sungið úr sang-
heftinum. Út á kvøldið varð
farið undir gongutúrin, sum
er fastur táttur í tiltakinum.
Fyri triðju ferð gekk leiðin
niðan á Myrkjanoyrafjall,
men heldur ikki hesuferð
eydnaðist at koma á mál. Tá
komið var niðan á Køldu-
kynn, køvdi hann av við
mjørka, og tey flestu vendu
aftur. Onkur treiskaðist tó
víðari, hóast tað mundi
vera so sum so við útsýnin-
um í nógva mjørkanum.
Hetta ávirkaði tó ikki góða
hýrin á gongufólkunum,
sum í øllum førum høvdu
havt eina serliga hugnaliga
løtu hendan seinnapartin
við eini góðari náttúrupp-
living.
Miðsummarhald:
Fagnaðu
summarinum
Formaðurin í Mentanar-
nevndini, Gunvá við Keldu,
nýtti eisini høvi at taka sær
av løttum hesa løtuna
Ein frálíkur møguleiki, sum hesin at vassa í ánni, skal
sjálvandi brúkast
Umhvørvið úti í Grøv í Klaksvík man verða ein av vakrastu blettunum á oynni
Nógv nýttu høvið at gera Miðsummarhaldið til eina rættiliga familjuútferð
Hendan fitta
smágentan helt
tað vera óføra
stuttligt at eta
nátturða úti