hósdagur 30. juni 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 122 - 30. juni 2005
9
- Grønland hevur
verið hildið at liggja
langt burturi, men vit
hava nógv tilknýti til
fleiri av grønlendsku
skipunum, sum part-
vís hava føroyska
manning. Tað er lítil
munur á teirra skip-
um og okkara. Vit
hyggja út um land-
oddarnar, men enn er
ov tíðliga at siga
nakað um, hvat – ella
um nakað - fer at
spyrjast burtur úr,
sigur Hákun Stein-
grímsson, deildar-
leiðari á Sjódeildini
hjá Trygging-
arfelagnum Føroya
Tryggingar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Herfyri fekk Sosialurin eitt
"tips" um, at Sjódeildin hjá
Tr y g g i n g a r f e l a g n u m
Føroyar, sum áður gekk
undir navninum, Sjóva-
tryggingin, hevur í umbúna
at tryggja nakrar útróðrar-
bátar, sum eru bygdir í
Føroyum og seldir einum
felag í Grønlandi.
Hákun
Steingrímsson,
deildarleiðari á Sjódeildini,
sigur, at tey ikki eru farin at
tryggja
útróðrarbátar
í
Grønlandi, men váttar, at
tey eisini hyggja at møgu-
leikum fyri tryggingum
uttanfyri landoddarnar.
Spurdur, um hann vil
vátta, at fyrispurningur er
komin
um
at
tryggja
nevndu útróðrarbátar, sigur
Hákun, at hann hvørki vil
vátta ella avsanna hetta í
løtuni.
Sosialurin skilir tó á væl-
vitandi keldu, at Sjódeildin
hevur fingið fyrispurning
um tryggingar í Grønlandi.
Hyggja út um…
Hákun
Steingrímsson
sigur, at Sjódeildin at kalla
bara tryggjar skip og bátar
undir føroyskum flaggi –
og eisini skip, sum í eina tíð
eru undir øðrum flaggi.
- Fara føroysk skip undir
annað flagg í eina tíð,
fylgja vit vanliga skipun-
um, tí vit meta, at hetta
hevur týdning fyri føroysk
áhugamál, sigur hann.
Deildarstjórin leggur tó
aftrat,
at
verður
eitt
føroyskt skip, sum í eina tíð
hevur siglt undir øðrum
flaggi, selt til eitt nú
Spaniu, hevði tryggingin
ikki fylt skipinum.
- Føroyar eru eitt av-
markað samfelag í vavi. Vit
vita av hvørjum øðrum – og
kenna hvønn annan. Slík
viðurskifti broytast, tá ið
farið verður langt út um
landoddarnar.
Hákun dylur tó ikki, at
Sjódeildin hyggur út um
landoddarnar og metir um
teir møguleikar, sum eru.
Kanska seinni…
- Grønland hevur verið
hildið at liggja langt burtur,
men havandi í huga tað
tilknýti og tey áhugamál,
sum føroyskir fiskimenn
hava í Grønlandi, hyggja vit
eisini at hesum møgu-
leikum.
Í løtuni torir hann tó einki
at siga um, hvørt Sjó-
deildein í framtíðini fer
undir munandi tryggingar-
virksemi í okkara granna-
londum.
- Sum er, dugi eg ikki at
siga meira um hesi viður-
skifti, men kanska verður
okkurt at frætta seinni,
sigur Hákun Steingríms-
son, deildarleiðari, at enda.
Sjódeildin:
Vit hyggja út um landoddarnar
Hákun Steingrímsson vil
hvørki vátta ella avsanna, at
Sjódeildin hevur fingið
fyrispurningar um
tryggingar av útróðrarbátum
í Grønlandi, sum eru bygdir í
Føroyum
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Fara føroysk skip undir
annað flagg í eina tíð, fylgja
vit vanliga skipunum, tí vit
meta, at hetta hevur týdning
fyri føroysk áhugamál, sigur
Hákun Steingrímsson,
deildarleiðari á Sjódeildini
hjá Tryggingarfelagnum
Føroyar
Tríati ár í
ferðavinnu
Ferðavinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í morgin, 1. juli, hevur
Maria á Lofti í Sandavági
starvast innan føroysku
ferðavinnuna í tríati ár.
Øll árini hevur "basin"
hjá henni verið Flogvøll-
urin í Vágum.
Tey fyrstu 17 árini var
Maria í starvi hjá Flog-
felag Føroya, og seinni
hevur hon havt ábyrgdina
av sølu- og marknaðar-
deildini hjá Atlantsflogi.
Maria, sum er gift Kára
á Lofti, er sera fryntlig og
gongur við lív og sál upp
í sítt arbeiði.
Eftir at løgtingslógin
um djórasjúkur kom í
gildi í 2001, varð
almenna húsdýra-
nevndin tikin av,
samstundis sum
Heilsufrøðiliga
Starvsstovan fekk
ábyrd av eftirlitinum
við innflutningi av
húsdjórum til Føroya
Innflutningur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Broytingarnar, sum komu í
kjalavørrinum
av,
at
húsdýranevndin varð tikin
av,
ørkymlaðu
nógvar
bøndur. Teir stúrdu fyri, at
ein sonn flóðalda fór at
verða av alskyns dýrasløg-
um, ið ikki frammanundan
hava verið vanlig í Føroy-
um. Ein aðalfundur hjá
Meginfelag Búnaðarmanna
tók um hetta mundið undir
við
eini
áheitan
frá
nevndini um, at limirnir
ikki fóru undir innflutning
av neytum. Tískil eru
heldur eingi neyt skrásett at
verða innflutt til landið
uttan skotsku hálendisneyt-
ini í Koltri.
Ingibjørg Egholm, djóra-
lækni, hevur vegna Heilsu-
frøðiligu
Starvsstovuna,
eftirlit við innflutningi av
øllum kríatúrum, og hon
hevur galdandi kunngerðir
á økinum at arbeiða eftir.
Slangur og hundar
Ein av kunngerðunum, sum
er galdandi á økinum, er
ein kunngerð um eksotisk
dýr. Her er ein listi yvir dýr,
sum eru bannað at flyta inn,
og millum hesi teljast eitt
nú
bardagahundar
og
kyrkingarslangur.
Sambært blaðnum, Bú-
stólpi, sum Meginfelag
Búnaðarmanna gevur út,
hevur rákið verið, at fólk
vilja hava ymisk sløg av
kríatúrum.
- Fólk fara langt fyri at
finna sær hund ella kettu,
ið onnur ikki hava. Dýrini
koma vanliga úr okkara
grannalondum
og
Skotlandi, sjálvt um tey
hava sín uppruna aðra-
staðni á knøttinum. Tað er
eisini komið fyri, at onkur
hundur er komin longu
leiðina
beinleiðis
úr
Ruslandi!
Ókend árin…
Blaðið veit at siga, at tað
finnast eingi hagtøl og
skjalatilfar um, hvørji árin
hesin økti innflutningur
hevur á heilsustøðuna hjá
húsdýrahaldinum
í
Føroyum.
- Tó verður sagt, at
snýkar og ormasløg eru
funnin, sum eingin áður
hevur vitað um, skrivar
Bústólpin.
Eddie, sum er ein frensur í
Havn, er komin úr Ameriku
Mynd: Óli Rubeksen
Ikki loyvt at innflyta kyrking-
arslangur og bardagahundar
Kelda: Heilsufrøðiliga Starvsstovan