Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 122 - 30. juni 2005 Fasta sambandið millum Eysturoy og Borðoy er ein tann størsta avbjóðingin í nýggjari tíð, ikki bara til Klaksvík og Norðuroyar - hetta er ein avbjóðing til í fyrsta lagi alt meginøkið og í øðrum lagi til allar Føroyar. Við hesum sambandi verður støðan hjá høvuðsstaðum í Norðoyggjum, Klaksvík, sum øki endiliga av. Sum partur av meginøkinum verða nógvar fortreytir grundleggjandi broyttar. Øll skulu venja seg við, at støðan sum útjaðraøki er av, og høvðusstaður norðoyinga nú verður at kappast á jøvnum føti við landsins høvuðsstað. Hetta er ein sera spennandi støða. Hetta er ein støða við ómetaligum møguleikum, avbjóðingum og ein støða við ikki sørt av óvissu fyri allar partar. Hvønn veg fer útviklingin? Hvønn veg fara almennu íløgur- nar? Hvønn veg fer kapitalurin. Hvønn veg fer fólk- ið í arbeiðsførum aldri. Hvussu verður bústaðar- mynstrið. Vit hava so vítt okkum kunnugt ongar veruligar kanningar ella vísindaligar rannsóknir, ið kunnu siga nakað um demografisku, sosialu og bú- skaparligu avleiðingarnar av tí kollvelting, sum Norðoyartunnlin veruliga er. So her er nógv óvissa, og sera spennandi verður at síggja, hvussu gongdin verður á øllum samfelagsøkjum. Eitt er tó púra vist. Norðuroyggjar og serstakliga Klaksvík hava ómetaliga nógv at geva megin- økinum. Klaksvík fer inn í meginøkið við einum dyggum farmi av mentan, vitan, initiativi og búskaparligari megi. Hesin býur hýsir fólki við sera stórum førleikum serstakliga á vinnuøkinum, og tað er als eingi ivi um, at hetta verður ein veldugur vinningur fyri meginøkið. Tað eru so eisini í stóran mun klaksvíkingar sjálvir, ið koma at gera av, hvussu nógv býurin og íbúgvarnir koma at vinna av at gerast partur av meginøkinum. Her hevur serstak- liga vinnulívið sín størsta møguleika síðan slupp- tíðin byrjaði at gerast førandi á fiskivinnuøkinum eins væl og á øðrum økjum við. Fasta sambandið fer eisini at broyta fortreytirnar á útbúgvingar- og mentanarøkinum. Tann stóri spurningurin verður, hvar miðdepilin fyri útbúgving og mentan í hesum parti av meginøkinum skal verða í framtíðini. Vitan og gransking verða sum frálíður eins týdningarmikil sum at veiða fisk og førleikar at skapa virðisøking úr tí, sum kemur upp á land. Her verður kapping í meginøkinum. Kapping um hvør býur ella býarsamkipan kann geva borgarunum, serstakliga yngra ættarliðinum og vinnulívinum tær bestu sømdir. Henda kapping er neyðug og hon fer at gagna menningini í nýggja og víðkaða meginøk- inum. Vit ynskja øllum føroyingum og her serstak- liga norðoyingum tillukku við, at eitt týðandi vega- mót í tunnilssambandinum millum meginøkið og Norðoyggjar er rokkið. DAGSINS MEINING Sosialurin Størsta avbjóðing VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Spurin fær svar Rolf Guttesen rg@geogr.ku.dk Í eini viðmerking til greinir mínar í "Vinnusíðunum" í Sosialinum um búskap og valuta og annað, sum har uppií hongur, setir Mann- bjørn Jákupsson mær ein spurning. Eg skrivaði 15. juni: "Fyri mongum árum síðani segði general de Gaull eisini "non", og parkeraði Frankaríki burturfrá EEC (sum tað kallaðist tá) í fleiri ár." Og soleiðis var tað. Mannbjørn skrivar, at hetta má vera komið skeivt fyri, og heldur fram: "de Gaulle helt í áravís Bret- land uttanfyri europeisku felagsskapirnir." Og tað er eisini rætt. Mannbjørn hugsar um viðurskiftini millum EEC og tey nýggju umsøkjaralondini, Bret- land, Danmark og Norge. Har setti de Gaulle so harðar treytir fyri upptøku Bretlands, at ongin vón var um semju. de Gaulle dámdi ikki at USA gjørnum bret- land skuldi fáa nakað at siga í EEC-høpi. Ta hending, sum eg hevði í tonkunum, snúði seg meira um innanhýsisviður- skiftir í EEC. Í 1965 kom eitt politiskt útspæl frá kommisiónini millum ann- að um fígging av landbún- aðarskipanini. Tað hevði ført við sær, at EEC skuldi hava egnar inntøkur, og tað dámdi generalinum einki. Hann kallaði franska um- boðsmannin í "Coreper", ein nevnd Bruxelles við føstum umboðum úr lima- londunum, aftur. Haraftrat luttóku franskir ministarar ikki í ráðsfundum í fleiri ár. Fronsku stólarnir stóðu tómir, og tí kallaðist tiltakið "la politique de la chaisse vide. Hendingin er viðgjørd á síðu 86-87 í frálíku bókini hjá Michael Seidelin "Den stenede vej mod unionen", sum kom út í fjør. Annars sigi eg Mann- bjørni takk fyri tey penu og sakligu orð um greinir mínar. Tað gleðir meg at lesarar fáa nakað burturúr, og at innihaldið ikki er heilt burturvið. Tað kann kanska til tíðir vera turrisligt. Eg skrivi ikki sum expertur, bara sum eygleiðari og journalistur. Jehova Vitni í Føroyum Tíðindaskriv Nógvum dámar ikki hugs- anina um at skula akta onnur. "Eg geri, sum mær lystir," siga tey. Men í roynd og veru dámar okkum øllum lýdni í gerandisdegnum. Hvørja ferð vit akta eitt vegaskelti ella fylgja eini ávísing, sýna vit í ávísan mun lýdni. Og hvør kann av røttum nokta fyri, at lýdni er neyðugt fyri at halda lóg og landaskil? Hvussu hevði tað ikki verið, um øll nokt- aðu at akta ferðslureglunar! Harvið verður ikki sagt, at úrslitið altíð er gott, tá ið menniskju útinna myndug- leika hvør yvir øðrum. Fyri langari tíð síðani segði Biblian, at "eitt menniskja ræður yvir øðrum, tí til vanlukku". (Prædikarin 8:9) Finst yvirhøvur nakar stjórnari, sum vit kunnu líta á, og sum vit av góðum grundum eiga at akta? Og um so er, hvussu kunnu vit so vita, hvør tað er? Og hvussu verður tað at liva undir hansara stjórn? Hetta eru spurningar, sum verða svaraðir í hug- vekjandi almenna fyrilestr- inum "Hvørjum skylda vit lýdni?" Fyrilesturin verður sunnudagin 3. juli kl. 14:00 á Eysturskúlanum í Tórs- havn og er partur av um- dømisstevnuni hjá Jehova Vitnum. Stevnan við heitinum "Gudlýdni" verður 1.-3. juli 2005, og skráin byrjar kl. 9:30 hvønn dag. Øll eru hjartaliga væl- komnum at lurta eftir allari skránni. 150 Jehova Vitni vitja í Føroyum JEHOVA VITNI Í FØROYUM Tíðindaskriv Í sambandi við bíbliu- stevnuna hjá Jehova Vitn- um í Føroyum, sum verð- ur hildin 1.-3. juli á Eyst- urskúlanum í Havn, koma umleið 150 Jehova Vitni á vitjan. Gestirnir koma ser- stakliga úr Danmark; talan er bæði um føroyingar bú- sitandi niðri og um danir, sum vitja fyrstu ferð. Ein stórur partur av teim- um vitjandi fara helst at taka lut í arbeiðnum við at bjoða til stevnuna, sum hevur heitið "Gudlýdni". Serliga í Havn kunnu fólk vænta sær vitjan í næstum. Harafturat er eisini skipað fyri útferðum við báti og bussi, og eisini verður eitt føroyakvøld, har donsku gestirnar sleppa at royna føroyska matin. Føroyska stevnan er ein mini-útgáva í eina stevnurøð, sum verður hildin kring allan heimin í 2005, og sum vanliga hevur omanfyri 15 milli- onir luttakarar. »Hvørjum skylda vit lýdni?«