Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 122 - 30. juni 2005 UTTAN ÚR HEIMI Amerikanskar og suðurkoreanskar herdeildir eru førar fyri at basa Norðurkorea, sjálvt um landið hevur kjarnorkuvápn, sigur ovasti amerikanski generalurin í Suðurkorea. KOREA Árni Joensen: fartekst@mail.dk -Okkara egnu og tær suðurkoreonsku herdeildir- nar eru førar fyri at forða øllum ágangi úr Norður- korea, og er tað neyðugt, eru vit eisini førir fyri at basa landinum, sjálvt um tað kanska hevur kjarn- orkuvápn. Orðini eigur amerikanski generalurin Leon LaPonte, sum er ovasti fyri teimum amerikonsku herdeildunum í Suðurkorea. Sjálvur held- ur hann, at norðurkoreanar hava minst tvær kjarnorku- bumbur umframt eina munagóða rakettskipan, hvørs langtberandi rakettir eru førar fyri at raka mál í sjálvum USA. Síðani í februar hevur norðurkoreanska stjórnin sýtt fyri at tingast við USA, Kina, Japan, Russland og Suðurkorea um landsins kjarnorkuútgerð, men sein- astu tíðina hava tekin verið um, at stjórnin er sinnað at taka tingingarnar uppaftur, skrivar Reuters. Tað hevur sett tað diplomatiska virk- semið í gongd, og so seint sum mánadagin var ein suðurkoreanskur ráðharri í Washington og tosaði við Dick Cheney, varaforseta um støðuna. Samstundis skrivaði russiska tíðinda- stovan Interfax frá norður- koreonskum embætis- monnum, at stjórnin í Pyongyang fyrireikar seg til at taka tingingarnar uppaftur. Amerikanska stjórnin hevur gjørt greitt, at hon hevur ongar ætlanir um at leypa á Norðurkorea, men amerikanararnir eru kortini fyrireikaðir. Tann 18. juli fer tann serligi lærdi háskúlin hjá amerikanska herinum at skipa fyri einari ráðstevnu, sum skal lýsa, hvat kann henda, um kríggj brestur á ímillum USA og Norðurkorea, skrivar Reuters úr Washington. Vatikanið í Rom hevur nú gjørt av, at fyrrverandi pávin Jóhannes Páll Annar skal verða halgimenni. Vatikanið Árni Joensen: fartekst@mail.dk Fleiri hava ta uppfatan, at Jóhannes Páll Annar var eitt halgimenni, longu meðan hann var á lívi, og tá hann fór til gravar tann 8. apríl, rópti mannamúgvan á Pæturstorginum "Santo subito". Vatikanið hevur seinni upplýst, at har hava teir fingið umleið teldu- postar um dagin frá fólki, sum vilja hava fyrrverandi pávan til halgimenni. Vanliga kann ein deyður ikki gerast halgimenni fyrr enn í fyrsta lagi fimm ár eftir sín deyða, men hesa ferð hevur eftirmaðurin, Benedikt 16., gjørt av at víkja frá hesari regluni. Tað sigst, at hann tók avgerðina, longu áðrenn hann gjørdist pávi. Tað er kortini ein spurn- ingur, hvussu skjótt Jóhannes Páll Annar alment verður lýstur halgi- menni. Erkabiskuppurin Stanislav Dziwisz, sum var skrivari hansara, segði við polska sjónvarpið fyrra- dagin, at vónandi verður tað longu í august, men hann legði tó afturat, at so skjótt verður tað kortini neyvan. Danmark er fyrimynd Politikarar og onnur leiðandi fólk í londum sum Fraklandi og Týsk- landi kundu fingið okkurt gott burtur úr einari vitjan í Danmark, heldur OECD. Felagsskapurin vísir á, at Týskland og Frakland hava stórar trupulleikar av arbeiðsloysi, men at soleiðis er tað ikki í Danmark. Orsøkina sigur OECD vera, at tann danski arbeiðsmarknað- urin er nógv smidligari, og hesum eiga týskarar og fransmenn at læra av, sigur búskaparfrøðingurin Paul Swain, sum hevur verið við til at skriva eina nýggja frágreiðing fyri OECD. Í Týsklandi, Fraklandi, Spania, Italia, Grikka- landi og Belgia liggur arbeiðsloysið um 10 prosent, men í Danmark er tað bara umleið 5 prosent. OECD sigur, at ymsar nýskipanir, sum vórðu settar í gildi á danska arbeiðsmarknað- inum í nítiárunum, hava verið medvirkandi til, at danski búskapurin er vorðin ein tann sterkasti í Evropa. Frammanundan var hann ein av teimum veiku. Royki- bannið breiðir seg Alt fleiri lond skerja samtykkja lógir og reglur, sum verja tey, ið ikki roykja, og nú hava myndugleikarnir í Norð- urírlandi gjørt av at gera tað sama. Heilsumálaráð- harrin, Sharon Wood- ward, sigur við AP, at politikararnir fara at við- gera tær nýggju reglurnar teir næstu mánaðarnar, og ætlanin er, at tær skulu koma í gildi innan árslok, sigur hon. Bretska stjórnin um- hugsar eisini at seta tiltøk í verk fyri at verja tey, sum ikki roykja. Fyri einum góðum ári síðani samtyktu myndugleikar- nir í Írlandi at banna royk- ing á vertshúsum og mat- stovum, og síðani hava altsamt fleiri politikarar í Bretlandi kravt, at til- svarandi reglur verða settar í gildi har. Higartil hava lond sum Noreg, Svøríki, Írland og Italia samtykt lógir, sum skerja møguleikarnar hjá fólki at roykja á arbeiðs- plássinum og á matstov- um, og finska stjórnin hevur boðað frá, at hon fyrireikar eina tilsvarandi lóg. Nógv happing á arbeiðs- plássum Ein kanning hjá felagnum Ledernes Hovedorganisa- tion vísir, at happing er ein trupulleiki á 16 prosentum av teimum almennu og privatu arbeiðsplássunum í Danmark. Harafturat vísir kanningin, at á 40 prosentum av arbeiðs- plássunum eru tey sálar- ligu viðurskiftini hjá starvsfólkunum ikki í lagi. Lars Andersen hjá LH sigur við TV2, at happing- in og teir sálarligu trupul- leikarnir standast ofta av viðurskiftum, sum eru trupul at beina burtur. Tá talan er um happing, kann støðan gerast so álvars- som, at annar av pørtunum noyðist at finna sær annað arbeiði. Tí er tað umráð- andi, at leiðslan leggur uppí so tíðliga sum gjør- ligt, sigur Lars Andersen. Sambært LH kann tað ofta loysa seg at leita sær serkøna hjálp, og felagið sigur seg eisini hava stað- fest, at eftirspurningurin eftir serkønari hjálp er veksandi. Tók alt aftur frá konuni Tað vakti stóran ans, tá fyrrverandi stjórin í heimsins størsta trygging- arfelagi gav konu síni partabrøv fyri 12 mil- liardir krónur, eftir at myndugleikarnir høvdu gjørt av at kanna hansara fíggjarviðurskifti. Mong hildu, at tann 80 ára gamli Maurice Green- berg gav konuni parta- brøvini fyri at tryggja sær, at hann ikki skuldi missa tey, bleiv hann funnin sekur í sviki, og tað er helst tað, sum nú hevur fingið hann at taka gávu- na aftur frá konuni, skriv- ar Wall Street Journal. Maurice Greenberg noyddist at siga stjóra- starvið í American Inter- national Group frá sær, tá løgreglan gjørdi av at kanna fíggjarviðurskifti hansara. Í hansara stað kom Martin J. Sullivan, og hann hevur neyvan nakað ímóti at verða sitandi í stjórastólinum, tí sambært Wall Street Journal fær hann slakar 35 milliónir krónur í løn í ár. Megnar hann at røkka teimum málum, sum nevndin í felagnum hevur givið honum tey bæði næstu árini, fær hann sambært blaðnum næstan 80 milliónir krónur sum eyka samsýning oman á lønina. USA er ført fyri at basa Norðurkorea Leon LaPonte, generalur (vm.), sigur, at USA er ført fyri at basa Norðurkorea. Mynd: Reuters Jóhannes Páll pávi Annar verður halgimenni. Hann verður halgimenni