hósdagur 30. juni 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Árliga summarstevn-
an hjá Kirkjuliga
Missiónsfelagnum
byrjar í Skúlanum við
Ósánna í Klaksvík í
kvøld og varir fram
til 3. juli
STEVNUR
Snorri Brend
Klaksvík: Høvuðstalari er
Norvald Yri úr Norra, sum
er bíbliuskúlalærari á Fjell-
haug Skoler. Kona hansara,
Anna, sum er lektari í
sjúkrarøktarvísind á Høg-
skolen í Oslo, luttekur eis-
ini.
Byrjað verður í kvøld kl.
20 við møti í Emmaus, har
evnið er: "Er kristindómur-
in útgingin?"
Fríggjamorgunin verður
bíbliutími kl. 10.30.
Frá og við seinnaparti
fríggjadagin eru møtini í
Skúlanum við Ósánna.
Fyrst missiónsmøti kl. 16,
har Norvald Yri talar og
Anna Yri og Anne-Lene
Olofson greiða frá arbeiði
teirra í Afrika. Kl. 19.30 er
møti við evninum: "Gud
talar til tín persónliga", har
Petur Hans og Thomas
syngja.
Leygarmorgunin er fyrst
bíbliutími kl. 10.30. Eftir
døgurða er gongutúrur og
kl. 16 er møti við Leivi
Nattestad.
Um kvøldið er møti aftur
kl. 19.30 við evninum: "Er
vón fyri einum sum mær?",
har Askham syngur, og
ungdómsmøti kl. 22, har
evnið er: "Vilt tú veruliga
til himmals?"
Sunnumorgunin kl. 11
verður gudstænasta við
altargongd í Christians-
kirkjuni, har Norvald Yri
prædikar. Kl. 15 er familju-
møti í skúlanum, har børn
úr Emmaus syngja.
Summarstevnan
endar
við felagsmøti við KFUM
&K í Christianskirkjuni kl.
18. Evnið er "Enn er rúm"
og kórið í KFUM&K syng-
ur.
Nr. 122 - 30. juni 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Anna Geyti, andaðist týsdagin 28. juni í Saltum í
Danmark, 87 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Saltum kirkju leygardagin
2. juli klokkan 13.
Holgar Jacobsen í Klaksvík, vanliga nevndur
Holgar í Búðunum, andaðist mánadagin á Klaks-
víkar Sjúkrahúsi, 75 ára gamal.
Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
Anna Jespersen, Tvøroyri, andaðist á Suðuroyar
Ellis- og Røktarheimi sunnudagin 26. juni, 81 ára
gomul.
Kistan fór úr kapellinum mikukvøldið klokkan
18 í Tvøroyrar kirkju.
Gravarferðin verður í dag, hósdagin klokkan 13.
Tey, ið vilja minnast Annu, kunnu lata Suðuroyar
Ellis- og Røktarheimi eina gávu. Konto í Suður-
oyar Sparikassa.
Andlát og jarðarferðir
75 ára føðingardagur
Hósdagin 30. juni fyllir Torleif Simonsen í Sandavági 75 ár. Føðingardagurin verður hildin heima.
70 ára føðingardagur
Hósdagin 30. juni fyllir Olfert Debes, Oyri, 70 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
samkenslu, tá ið elskaði maður, pápi, verfaðir,
abbi og langabbi okkara
Elibert Kirke
Saltnes
andaðist og varð jarðaður.
Ein serstøk tøkk til starvsfólkið í Gøtubrá,
fyri hjálpsemi og umsorgan.
Tøkk fyri blómur og kransar.
Hjartans tøkk til øll tykkum, sum hjálptu
til á ymiskan hátt.
Tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Jenny, John, Asta, Elsa og Jaslei
Norsk vitjan á summarstevnuni
Tann 2. juli verður Karin
Poulsen, Klaksvík, 70 ár.
Karin er dóttir til Annu
og Johannes Nolsøe, hon er
ættað úr Gøtugjógv og
hann er ættaður úr Vest-
manna.
Tey settu búgv í Klaks-
vík, og har er Karin so
fødd.
Aftaná lokna skúlatíð, og
á háskúla í Danmark, fór
Karin á lærarskúla í Havn.
Hon tók læraraprógv í
1960. Tað fyrsta árið ar-
beiddi hon í skúlanum við
Gøtugjógv, men síðani tá
við skúlarnar í Klaksvík.
Har arbeiddi hon so fram til
1995, tá ið hon fór frá við
eftirløn.
Í 1965 giftist hon við
Kára Poulsen, undir Gøtu-
eiði, kendur sum Kári av
Skipanesi. Tey fingu 4
børn. Tvíburðar í 1966,
dreingir, Árni og Jóannes, í
1967 fingu tey dóttrina
Onnu Mariu og í 1973
yngsta sonin Sjúrður, sum
doyði í 1991 av ferðsluvan-
lukku.
Karin hevur alt sítt lív
verið ein sera Guðsóttandi
kvinna, og hevur hetta
merkt hana, hvar ið hon so
er. Tey børn ið hon hevur
havt í skúlanum, hava altið
fingið eitt Guðsorð við á
vegnum. Hon er trúføst í
kirkju og á møti í Emmaus
hvønn sunnudag, saman
við manni sínum. Tað ligg-
ur henni tungt á hjartað at
boða um "Jesuspápa"
Hon hevur tey nógvu
seinastu árini verið trúføst
úti í Dagtilhaldinum fyri
eldri. At verða saman við
eldri fólki er nakað henni
dámar sera væl, at fáa lut í
teirra lívsvitan. Saman við
manni sínum, koma tey
nógv í tey ymisku sambýlið
og røktarheim, ið eru her í
Klaksvík, at njóta eina løtu
saman við teimum gomlu.
Stundum halda tey andakt
saman við teimum.
Tvey ommubørn hava
Karin og Kári, Karin, ið er
8 ár og Pravin, ið er 2 ár.
Tey hava nógv at týða fyri
hana, og eisini har leggur
hon stóran dent, at siga
teimum um Jesuspápan.
Sjálvan føðingardagin 2
juli, eru Karin og Kári burt-
urstødd.
Fuglafjørður:
Máln-
ingaframsýningin
á
Varmakeldu letur upp í
fimleikarhøll
skúlans
fríggjadagin 1. juli kl.
16. Brøðurnir Johan og
Rúni Hentze spæla á
trompet, tá framsýning-
in letur upp.
Leygardagin 2. juli
letur framsýningin upp
kl. 15. Tá spælir Sune
Vejlby Brogard, pianist-
ur, klaver.
Framsýningin
letur
upp aftur sunnudagin 3.
juli. kl.15. Tá fara systk-
ini Jósef og Lív Olsen at
spæla klaver. Jósef vann
heiðursmerki í danskari
klaverkapping,
Ber-
lingske Tidendes klaver-
kapping,
fyrr
í
ár.
Málningaframsýningin á
Varmakeldu er opin
allar varmakeldudagar-
nar til kl. 20.
Við á málningafram-
sýningini eru listafólk
bæði úr Fuglafirði og
aðrastaðni.
Eingin stevna uttan list
Karin Poulsen 70 ár
Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar-
pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í
Vikuskiftis Sosialin í litum.
Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar
myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr.
Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag
kl. 12.00
Sosialurin
Litmyndir av
brúðarpørum í