Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

• Solariumstrálur elva í líka stóran mun til húðkrabba, sum vanligar sólstrálur • Danska Sundhedsstyrelsen mælir ungum undir 18 ár frá at brúka solarium • Jú fyrr, tú byrjar at taka sól, jú størri er vandin fyri at fáa húðkrabba • Fólk við ljósari ella frøknutari húð, ljósum ella reyðum hári og bláum eygum eiga ikki at brúka solarium • Kvinnur, sum taka sól meir enn ein tíma um mánaðin, eru í tvær til tríggjar ferðir størri vanda fyri at fáa móðurmerkjakrabba enn kvinnur, sum ikki taka sól • Á vári 2005 sendu Norðurlond eina felags áheitan til ES um at herða reglurnar fyri nýtslu av solarium Kelda: www.solen.dk FAKTA UM SOLARIUM 14 Nr. 122 - 30. juni 2005 Talið á húðkrabba- tilburðum í Føroyum vaksur alsamt og solarium og vanlig sól eru í allarflestu før- um orsøkin, staðfesta húðlæknarnir Michael Heidenheim og Lars Erik Bryld, sum starvast í Føroy- um í løtuni. Vit mugu koma burtur frá at halda tað vera vakurt og sunt at vera brúnur, ávara teir Húðkrabbi Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Talið á húðkrabbatilburð- um í Føroyum er nærum tvífaldað alsamt seinastu árini. Eins og aðrastaðni, tykist stóra økingin at hanga saman við, at tað seinastu mongu árini hevur verið modernað at vera sól- brendur. Og hóast Føroyar framvegis eru eitt lágvandaøki við lítlum sólarljósi, nyttar tað lítið, um fólk í staðin brúka tess meir solarium - Fólk eiga sum heild at vera sera varin í sólini, ansa eftir ikki at verða sól- skáldað og heilt lata vera við at brúka solarium. Tað er tað besta og einasta vit kunnu gera fyri at fyri- byrgja húðkrabba, siga húðlæknarnir Ymisk sløg Av teimum á leið 20 húðkrabbatilburðunum. sum verða staðfestir um árið í Føroyum, eru 5 móðurmerkjakrabbi. Ser- liga eru tað vandamiklu tilburðirnir av móður- merkjakrabba, sum fylla alt ov nógv í føroysku hagtøl- unum, sambært húðlækn- unum. Av teimum ymsu sløgunum av húðkrabba er móðurmerkjakrabbi uttan samanbering tað mest vandamikla. Verður onki gjørt við sjúkuna, er hon deyðilig, við tað at hon kann breiða seg til eitlarlar (lymfurnar) og onnur støð í kroppinum. Í Danmark doyggja á leið 250 fólk hvørt ár av móður- merkjakrabba, og talið er vaksandi. -Illgrunasom móður- merki er avgjørt tað, við brúka mest tíð uppá, tá tað ræður um húðkrabba. Eis- ini her í Føroyum. Eyð- kennini kunnu verða ymisk, men byrjar eitt móðurmerki onkusvegna at gera vart við seg, eiga fólk alt fyri eitt fara til læknan, siga teir. Vandamikil tekin Eitt móðurmerki, ið vaksur, broytir lit og skap ella verður ójavnt í kantunum, er ofta tekin um, at vandi er á ferð. Tjúkdin er eisini rættiliga avgerandi, men má mátast hjá lækna. Er móðurmerkið farið at skriða, bløða, kennast pínufult ella vorðið meir enn 7 mm, har tað er breiðast, skal tað undir øllum umstøðum skerast burtur. Hevur tú fyrst einaferð fingið móður- merkjakrabba, er vandin fyri at fáa sjúkuna aftur øktur. Illkvom móðurmerki kunnu koma fyri allastaðni á kroppinum, meðan so- kallaður vanligur húð- krabbi oftast sæst í andlit- inum ella aðrastaðni, har sólin sólin sleppur til. Eyð- kennini við hesum slagið av húðkrabba kunnu vera eksemlíknandi reyðligir pínufullir blettir ella sár, sum vaksa ella ikki vilja lekja. Í flestu førum ber til at basa vanligum húð- krabba heilt við skurð- viðgerð, men uttan viðgerð kann vanligur húðkrabbi eisini gerast vandamikil. Brúnt er ikki sunt Hóast fyribyrgjandi ráðini hjá Michael Heidenheim og Lars Erik Bryld eru einføld, viðganga teir, at tað er ringt at náa fólk við boðskap- inum - Ov brún húð er í okkara eygum fyrsta tekin um, at húðin hevur fingið ov nógvar vandamiklar UV strálur. Men so leingi, fólk halda tað vera vakurt at vera brúnur, er ringt at náa kanska serliga tey ungu við hesum boðskapinum, siga teir báðir. Teir leggja aftur- at, at granskarar í dag vita nógv meir um vandan við solarium, enn fyri bert fáum árum síðani. Tað er ikki bara prógvað, at solariumstrálur eru minst líka vandmiklar, sum van- ligar sólstrálur. Eisini vísa kanningar, at fólk kunnu gerast bundin av at taka sól, tí strálurnar stimbra endor- finmongdina í kroppinum, ið elvir til eitt slag av rúsandi vælveru. - Tað besta hevði verið, um vit heilt komu burtur frá halda tað vera vakurt ella sunt at vera brúnur. Vilja fólk framvegis vera brún, kunnu vit bara ráða til at brúka sjálvbrúnandi krem. Tað fer ikki inn í húðina og er heilt vanda- leyst, siga húðlæknarnir. Húðlæknar ávara: Sól og solarium elva til húðkrabba Illkvæmt móðurmerki frá fyrstu eyðkennum til framliðið krabbamein • Sólkrem loyvir tær ikki at verða longri í sólini • Sólkrem verjir fyrst og fremst móti vandamiklari sólskáldan • Flest fólk brúka nógv minni enn tilmæltu mongdina av sólkrem og verða tí snýtt • Vaksin eiga at brúka upp í fullan lógva av sólkrem. Børn skulu brúka upp í ein barnalógva • Sólfaktor 15 er nokk til tey flestu • Klæðir og skuggi eru framvegis besta vernd móti sólini Kelda: www.solen.dk FAKTA UM SÓLKREM Á heimasíðuni www.solen.dk hjá Kræftens Bekæmpelse sæst fyri hvønn dag,hvussu leingi tað er ráðiligt at verða í sólini og hvønn sólfaktor, mæltverður til at brúka SÓLIN BEINT NÚ - Í dag vita vit, at vandin fyri at fáa húðkrabba er líka stórur, um tú nýtir solarium ella ert úti í vanligari sól, siga húðlæknarnir, Michael Heidenheim og Lars Erik Bryld, sum í løtuni starvast í Føroyum Mynd: Bárður Lydersen