hósdagur 30. juni 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 122 - 30. juni 2005
15
Í oktobur síðsta ár
fekk 24 ára gamla
Jannie Dam Jacobsen
staðfest móður-
merkjakrabba. Hon
veit framvegis ikki,
hvør orsøkin var, men
eitt er vist: Jannie
leggur seg aldrin í eitt
solarium aftur
Húðkrabbi
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Fyri 24 ára gomlu róðurs-
kvinnuna
á
Jarnbardi,
Jannie Dam Jacobsen, er
sjúka ikki nakað, ið fyllir
tankarnar. Og sjálv útstrálar
hon eisini fyrst av øllum
okkurt frískt og sunt við
sínum ljósa dæmi og smáu
frøknum.
- Eg eri so avgjørt heldur
ikki ein, sum allatíðina
kanni meg sjálva og gangi
til lækna í tíð og ótíð, sigur
Jannie smílandi.
Tí var tað eisini mest sum
av tilvild, at hon í oktober
síðsta ár varnaðist, at eitt
móðurmerki á lærinum sá
eitt sindur løgið út og tískil
fór til lækna.
Móðurmerkið vaks
- Eg havi altíð havt eitt lítið
móðurmerki á ytru síðu á
høgra læri, á stødd við eina
frøknu. Eg veit faktiskt ikki,
hví eg legði merki til tað,
men knappliga sá eg, at tað
var vorðið størri - umleið á
stødd við eina pupillu, sigur
Jannie, sum tískil fór til
lækna, mest fyri at vita, hvat
tað kundi vera.
Læknin skar beinanvegin
móðurmerkið burtur, so tað
kundi verða kanna nærri.
At talan kundi vera um
húðkrabba, kom Jannie als
ikki til hugs tá, men tvær
vikur seinni vóru boðini
greið: Móðurmerkið var
illkvæmt, og Jannie skuldi
leggjast undir skurð nakrar
dagar seinni.
- Eg bleiv øgiliga kløkk,
og fekk ein klump í hálsin.
Eg dugdi stutt sagt ikki at
ímynda mær, hví eg skuldi
havt fingið húðkrabba. Eg
havi ongantíð verið tann
fyrsta at leggja meg út í
sólina og solarium havi eg
avgjørt ikki brúkt meir, enn
aðrar gentur, heldur minni,
sigur Jannie.
Sjálvt um boðini vóru
skakandi, kom ongantíð
panikkur í Jannie. Læknin
var væl fyrireikaður og
dugdi sera væl at greiða
henni frá sjúkuni. Eisini
legði hann beinanvegin
áherðslu á, at í júst hennara
føri vóru útlitini góð.
Nakrar dagar seinni fekk
Jannie eisini boð um, at
sjúkan ikki hevði breitt seg,
hvørki har sum móður-
merkið var ella til onnur
støð í kroppinum.
Slutt við solarium
Jannie hevur onga bein-
leiðis ábending fingið um
orsøkina til, at hon fekk
húðkrabba. Ikka annað enn,
at møguliga er hennara
ljósa húð serliga viðbrekin,
og at øll kunnu fáa sjúkuna.
Hinvegin er ongin ivi um,
at ov nógv sólarljós er
orsøkin í allarflestu førum
av húðkrabba. Og eitt tað
fyrsta,
læknin
spurdi
Jannie, var eisini, um hon
ofta tók sól.
-Tað gjørdi eg sum sagt
ikki, men nú kundi eg ikki
funnið uppá at lagt meg í
eitt
solarinum.
Mínar
vinkonur fingu eisini ein
hvøkk og eru eisini hildnar
uppat at taka sól. Eins og
tey flestu, haldi eg tað
eisini vera pent at vera eitt
sindur brúnur, men tað er
also ikki vert at risikera
heilsuna fyri. Vilt tú hava
eitt sindur av farvu í
andlitið, kanst tú brúka
sjálvbrúnandi krem. Tað
riggar fínt, sigur Jannie og
leggur afturat, at eftir at
hon
fekk
staðfest
húðkrabba, fóru fleiri av
hennara
vinkonum
til
læknan at verða kannaðar.
- Míni ráð eru avgjørt, at
hevur tú eitt móðurmerki,
sum sær eitt sindur ivasamt
út, skalt tú fara til lækna. Jú
fyrr, jú størri er møguleikin
fyri, at tað ikki er vorðið so
tjúkt, at tað er vandamikið.
Er nakað at ivast í, sker
læknin tað burtur, og tú
fært also ikki ilt. Ikki verri
enn av eini sproytu hjá
tannlækna, sigur Jannie.
Vónar at hjálpa
øðrum
Jannie gongur nú til eftir-
kanning
triðja
hvønn
mánað og hevur gjørt sær
tað til ein vana at halda
eyga við merkjum á húðini.
- Men eg eri ikki blivin
hysterisk, tí nú veit eg so
mikið um sjúkuna, at eg
veit, hvat eg skal halda
eyga við, sigur hon.
Áðrenn alt hetta, visti
Jannie onki um húðkrabba.
Og eitt tað ringasta, tá hon
sjálv fekk staðfest sjúkuna,
var næstan ongan at hava at
tosa við, sum visti, hvat
hetta snúði seg um. Hesa
tíðina helt Jannie seg nógv
til ein gamlan floksfelaga,
ið hevði verið í eini
líknandi støðu, og tað var
ein sera kærkomin gáva, tá
sjeikurin gav henni bókina
Okkara Millum hjá Føroya
Felag móti Krabbameini.
Jannie
las
alla
bókin
beinanvegin, men søgan hjá
eini kvinnu, sum hevði havt
júst
sama
slag
av
húðkrabba, sum Jannie,
hjálpti serliga nógv.
- Eg ringdi alt fyri eitt til
hana, og sjálvt um eg als
ikki kendi hana, hjálpti tað
ótrúliga væl at tosa við ein,
sum hevði roynt alt hetta á
sínum egna kroppi, sigur
Jannie og leggur afturat, at
hetta eisini er orsøkin til, at
hon sjálv nú fortelur sína
søgu alment.
- Eg havi ikki fjalt út
yvir, at eg havi havt húð-
krabba. Hinvegin havi eg
heldur ikki tímað at tosað
so nógv um tað - kanska tí
eg í øllum hesum ongantíð
havi følt meg sjúka. Men eg
havi ikki gloymt, hvussu
stóran týdning tað hevði
fyri meg at lesa um eina
kvinnu, sum var í somu
støðu. So tá Krabba-
meinsfelagið spurdi, um eg
vildi siga mína søgu, valdi
eg at siga ja. Vónandi kann
hon hjálpa onkrum á sama
hátt, sigur Jannie Dam
Jacobsen.
- Ver serliga varin í
sólini í summar,
ljóðar ávaringin frá
donsku veðurstov-
uni, DMI. Sambært
veðurfrøðingum
verður vandamikla
UV-strálingin í
summar munandi
hægri enn vanligt
Tað eru serliga UV-
strálurnar, sum
kunnu geva
húðkrabba
UV-STRÁLUR
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Grundað á samanber-
ingar við mátingar sein-
astu tíggju árini, metir
danska veðurstovan, at
strálingin verður út við
10 % hægri í summar.
Hetta er millum tað
hægsta,
veðurstovan
hevur mált, verður sagt.
Viknað ozonlag
Óvanliga sterka stráling-
in er úrslit av tí viknaða
ozonlagnum yvir norða-
ra pólringinum. Petur
Skeel, veðurfrøðingur,
greiðir frá, at tað er
sólin, sum skapar ozon-
lagið, so tað virkar sum
eitt filtur, sum forðar
teimum vandamiklu UV-
strálunum at náa jørðina.
Um summarið verður
ozonlagið styrkt, sum
tað skal, men av tí at lítil
og ongin sól er norðan-
fyri pólringin vetrar-
hálvuna, viknar ozon-
lagið munandi. Um várið
flytur veika ozonlagið
seg so suðureftir og fær
stóra ávirkan á UV-strál-
ingina um okkara leiðir.
Hartil kemur, at økta
luftdálkingin ger stór hol
í ozonlagið, so tað í støð-
um als ikki verjir móti
vandamiklu strálunum.
Krabbameinsfeløg í
Norðurlondum stúra nú
av álvara fyri vantandi
virðingini hjá fólki fyri
vandamiklu UV-strálun-
um
- Fólk geva sær til
dømis alt ov lítið far um,
at UV-strálingin kann
vera nógvar ferðir hægri
um middagsleiðtið mill-
um 12 og 15, enn restina
av degnum. Tú kanst
verða skáldaður eftir
bert 10-15 minuttum í
middagssólini, og tað
eru júst sólskáldanir,
sum eru ein av høvuðs-
orsøkunum
til
húð-
krabba, ávarar Kræftens
Bekæmpelse sambært
Politiken.
Jannie fekk húðkrabba
- Eg kundi ikki funnið uppá at lagt meg í eitt solarium aftur. Tað er stutt sagt ov vandamikið og býtt at taka kjansin, sigur 24 ára
gamla Jannie Dam Jacobsen, sum hevur havt húðkrabba
Mynd: Bárður Lydersen
Veðurfrøðingar:
Sólin enn
vanda-
miklari í
summar