hósdagur 30. juni 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 122 - 30. juni 2005
Notat frá Løgmans-
skrivstovuni kemur
til ta niðurstøðu, at
borgarstjórin í Klaks-
vík, Steinbjørn Jacob-
sen, setti kommunu-
stýrislógina til viks, tá
hann setti pengar í
týska íløgufelagið
Phoenix. Klaksvíkar
kommuna misti eina
millión krónur, tá
felagið fór á heysin
fyrr í ár
NOTAT
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Tá tað fyri nøkrum mánað-
um síðani kom fram, at
týska íløgufelagið Phoenix
var farið á heysin, var
Klaksvíkar kommuna skjót
at boða frá, at hon hevði
sett eina millión í felagið,
og at hesin peningur var
mistur.
Síðani kom løgmans-
skrivstovan inn í málið, og
hon lat tann 27. juni eitt
løgfrøðiligt notat úr hond-
um.
Og niðurstøðan er greið:
Steinbjørn O. Jacobsen
hevur ikki fyrisitið pening-
in, sum hann skal sambært
kommunustýrislógini.
Løgmaður eigur næsta
leik
Nú er notatið sent norður til
Klaksvíkar, har borgarstjór-
in og umsiting hansara
skulu gera viðmerkingar til
málið. Borgarstjórin fer
óivað at senda málið til sín
advokat, áðrenn hann gevur
løgmanni sítt aftursvar.
Tá løgmaður hevur fing-
ið aftursvar frá borgarstjór-
anum í Klaksvík, skal hann
taka støðu til, hvat víðari
skal henda í málinum.
Notatið viðgerð eisini
møguleikarnar, ið løgmaður
hevur í málinum. Hann
kann í fyrsta lagi bert geva
borgarstjóranum í Klaksvík
eina átalu fyri at hava brotið
lógina. Í øðrum lagi kann
hann
melda
Steinbjørn
Jacobsen, av tí at formliga
bendir alt á, at talan er um
lógarbrot. Í triðja lagi kann
hann stevna borgarstjóran-
um
vegna
Klaksvíkar
kommunu. Sambært komm-
unustýrislógini kann løg-
maður stevna borgarstjór-
anum, um hann ber ábyrgd
av, at kommunan hevur ver-
ið fyri missi.
Mest sannlíkt er at løg-
maður fer at nýta fyrsta
møguleikan. Hinir báðir
møguleikarnir, at melda til
fútan ella at stevna vegna
Klaksvíkar kommunu, eru
rættiliga víðgongdir.
Í sambandi við revsimál
kann fútin bert reisa ákæru,
um ein áheitan frá løg-
manni fyriliggur.
Kendi vágan
Eingin ivi er um, at borg-
arstjórin kendi til vágan, tá
hann setti peningin í týska
íløgufelagið. Hetta stendur
greitt í upplýsandi tilfarin-
um, sum íleggjarar fáa í
hendi.
Hinvegin hevur borg-
arstjórin handlað í góðari
trúgv, og hann hevur framt
íløgurnar fyri at økja um
ognirnar hjá kommununi.
Hann kann eisini vísa á,
at íløgufelagið var undir
eftirliti av bæði tí danska og
tí týska fíggjareftirlitinum.
Harumframt hevur grann-
skoðarin ikki gjørt nakra
viðmerking til íløguna í
roknskapinum.
Tann
sannroynd,
at
borgarstjórin handlaði í
góðari trúgv, hevur tó onga
ávirkan á metingina, hvørt
hann hevur brotið lógina
ella ikki.
Støða til spurningin um
endurgjald kann ikki takast,
tí at tapið ikki er uppgjørt
og tí er ógreitt, um komm-
unan fær nakran pening aft-
ur úr týskum trygdargrunn-
um.
Eitt, sum talar ímóti at
stevna borgarstjóran fyri
endurgjald, er, at tapið ikki
er ein avleiðing av van-
ligum keyps- og søluvirk-
semi, men av óreglusemi í
virkseminum hjá leiðslu
felagsins, og hetta kann
borgarstjórin ikki vita, tá
hann setir pening í felagið.
Bakgrund
Bakgrundin fyri málinum
er, at Klaksvíkar kommuna
í tveimum umførum setti
pening í týska íløgufelagið
Phoenix
Kapitaldienst
Gmbh.
Fyrru ferð var tann 23.
mai 2002, tá kommunan
setti 160.000 krónur í fel-
agið. Seinnu ferð var tann
25. juli í 2003, tá kommun-
an setti aðrar 840.000
krónur í Phoenix.
Notatið
staðfestir,
at
sáttmálarnir eru undirskriv-
aðir av borgarstjóranum og
býráðsskrivaranum, men at
"eingin formlig samtykt er
gjørd í býráðnum ella í
fíggjarnevndini sum heim-
ilar sáttmálanum".
Víðari verður sagt, at
sambært borgarstjóranum
"er mest sannlíkt, at fíggj-
arnevndin er kunnað á
fundum 22. mai 2002 og
18. juni 2003". Hetta sigur
borgarstjórin í skrivi til
løgmansskrivstovuna tann
26. mai í ár.
Klaksvíkar
kommuna
hevur eina fíggjarlóg áljóð-
andi góðar 110 milliónir
hvørt ár. Tann eina millión-
in er tí minni enn eitt pro-
sent av samlaðu fíggjar-
lógini hjá kommununi, og
tað er møguliga orsøkin til,
at hetta málið onga veruliga
málsviðgerð hevur fingið í
fíggjarnevndini. Alt bendir
á, at málið um íløgurnar
hevur verið viðgjørt sum
eitt umsitingarligt mál.
Hinir býráðslimirnir vóru
hinvegin als ikki kunnaðir
um, at borgarstjórin hevði
gjørt hesar íløgur, og fingu
ikki boðini fyrr enn Pho-
enix málið av álvara fór á
rull fyrr í ár.
Hóast peningaupphæddin
ikki koppar kommunukass-
anum, er hetta hinvegin eitt
prinsipielt mál um heim-
ildir borgarstjórans at gera
íløgur í slík íløgufeløg, ið
lova høga rentu, uttan at
kunna alt býráðið um íløg-
una.
Steinbjørn O. Jacobsen
vil ikki gera viðmerkingar
til málið enn. Sosialurin
hevur tosað við fleiri av
býráðslimunum, men teir
vóru allir sera fáorðaðir um
málið.
Nú verður bíðað eftir,
hvat løgmaður fer at gera,
tá hann hevur fingið við-
merkingar frá borgarstjór-
anum í Klaksvík.
Løgfrøðiligt notat:
Steinbjørn setti kommunulógina til viks
Eitt løgfrøðiligt notat úr løgmansskrivstovuni staðfestir, at Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, hevur sett kommunustýrislógina til viks, tá hann setti
pening í týska íløgufelagið Phoenix Kapitaldienst
Sostatt er peningurin ikki fyrisitin, sum
hann skal eftir § 42 stk. 2 í kommunu-
stýrislógini, og Steinbjørn O. Jacobsen,
borgarstjóri hevur tí hin 23. mai 2002 og
25. juli 2003 sett til viks § 42 stk. 2 í
kommunustýrislógini.
(Løgfrøðiligt notat úr løgmansskrivstovuni)
”