Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fuglfirðingar bjóða til varmakeldustevnu um vikuskiftið við áhugaverdari og fjølbroyttari skrá VARMAKELDA Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Fuglafjørður: Yvirskriftin oman fyri er 1. reglan í sangi, sum ein bólkur í býnum gjørdi so vælkendan fyri mongum árum síðani. Nú stendur árliga stevnan í býnum fyri framman – varmakeldustevnan - og fólkið vónar sjálvandi, at veðrið verður júst soleiðis sum sangurin ber boð um. Mánadagin var júst ein slíkur dagur, sum øll ynskja sær á eini stevnu: Sólin skein oman og niðan. Tað var hiti í luftini. Og gleðin lýsti av fólki, nú enn ein slíkur sóldagur kom undan kavi. Fólkið í býnum hevur fyrireikað seg til varma- keldustevnuna í longri tíð. Hvør einasti teirra ynskir, at henda stevnan gerst ein góð stevna fyri fólkið í bý- num og teir mongu gest-ir- nar, sum plaga at leita sær higar. Skráin spennir víða og hevur nakað fyri øll og allar aldursbólkar innan ítrótt, mentan, tónleik, andalig til- tøk og annað, sum fólki dámar. So er bert eftir at vóna, at veðrið verður eins gott og mánadagin. Um so er, eru allar fortreytir skaptar fyri eini góðari varmakeldu- stevnu 2005. Góða varmakeldustevnu. Nú er summartíðin gylta Tey spæla sær á sandinum – og møguleikarnir til strandflogbólt eru av teimum bestu her. At so veðrið eisini er til vildar, ger bara spælið enn betri Mynd: Jens Kristian Vang