hósdagur 30. juni 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 122 - 30. juni 2005
Varmakeldan
byrjaði í gjár
Fótbóltur: Orsakað av
fótbóltsskúlanum um
vikuskiftið, hava fyri-
reikararnir av varma-
kelduni avgjørt at lata
tær yngru deildirnar
spæla
sínar
dystir
frammanundan.
Tískil byrjaði stevn-
an fyri tey yngstu lið-
ini longu í gjár kl. 16,
tá pinkurnar hjá ÍFa og
GÍ hittust á vøllinum í
bygdini. Síðani varð
hildið á við fleiri dyst-
um hjá pinkum, smá-
piltum, piltum og gent-
um 10-12 ár.
Eisini í dag verða
tveir dystir á vøllinum,
tá smádreingirnir hjá
grannabygdunum ÍF
og LÍF spæla á hálvum
vølli og síðani smá-
genturnar hjá somu
feløgum.
sb.
Nýggj fram-
sýning í
Ribarhúsi
Listaframsýning: Eft-
ir fotoframsýningina
hjá Olavi Schneider
eiga tveir útlendingar
nú tørn at sýna fram
egin verk í Ribarhúsi.
Tað eru teir báðir
Aleksander Stub og
Thormod Keiser, sum
fara at vísa teim áhug-
aðu málningalist og
keramikk teir komandi
dagarnar - og tað vil
siga eisini um varma-
keldustevnuna.
Framsýningin
hjá
teimum
letur
upp
fríggjadagin kl. 19, og
verður síðani opin í
eina tíð framyvir.
Á stevnuni verður
framsýningin opin so-
leiðis:
Fríggjadagin
við fernisering, leyg-
ardagin frá kl. 11 til
22, sunnudagin frá 14
til 22 og síðani mána-
dagin, tá heimavirkis-
handilin er opin mill-
um kl. 15 og 17:30.
sb.
Brotssparks-
kapping á fót-
bóltsvøllinum
Brotssparkskapping
hevur verið eitt aftur-
vendandi tiltak sein-
astu árini á Varma-
keldu.
Hesa ferð verður
brotssparkskappingin
leygardagin 2. juli kl.
21, bæði fyri vaksin og
børn. Vinnararnir fáa
steyp.
- Vit hava arbeitt og
arbeiða miðvíst fram
móti einum máli: -
Fuglafjørður skal
gerast okkara vakrasti
býur um 10 ár, sigur
Signar á Brúnni,
formaður í mentanar-
nevndini
MIÐBÝARÆTLAN
Snorri Brend
Fuglafjørður: Tað er altíð
nakað serstakt fyri fuglfirð-
ingar at koma til heim-
bygdina, annaðhvørt tað so
er tí ein býr her, ella tí ein
vitjar aftur á slóðina.
Fremmandafólk vitja eis-
ini í hópatali henda vakra
býin. Kanska tey ikki
leggja merki til tað beinan-
vegin, men so líðandi gong-
ur tað upp fyri teimum -
tann reyði tráðurin sum
gongur gjøgnum alla bygd-
ina: Teir vøkru urtagarð-
arnir.
Fyrr í tíðini vóru tað so at
siga bert ríkfólk sum høvdu
egnan urtagarð. Men hygg-
ur tú rundan um teg í bý-
num í dag, so eru tað nú tað
vanliga fólkið, ið hevur
tikið við hesum ítrivinum,
sum tað er at arbeiða í egn-
um urtagarði.
- Ja, tað er líkasum at
hesin áhugin fyri urtagørð-
unum hevur smittað frá
einum húsi til tað næsta.
- Og tað kunnu vit í bý-
ráðnum ikki annað enn
fegnast um, sigur Signar á
Brúnni, sum er heitur tals-
maður fyri at fáa heim-
bygdina so vakra sum tilber
innanfyri 10 tey næstu
árini.
Seyðurin át
Tað er einki at taka seg aft-
ur í, at tað hevur verið ein
miðvís ætlan sum hevur
sermerkt arbeiðið við at
fríðka miðbýin í Fuglafirði.
Eitt avgerandi stig á hesi
leiðini varð tikið fyri eini
15 árum síðani, tá vetrar-
friðingin varð lýst.
- Henda avgerðin var so
avgjørt við til at fáa gongd
á arbeiðið við at fríðka um
her hjá okkum. Hon var eitt
eitt hent hjá okkum í hesum
arbeiðinum, sigur Signar á
Brúnni.
Frammanundan hesum
royndu fólk at gróðurseta í
urtagørðum sínum, - bert
fyri at forsyndast inn á
seyðin, sum gekk leysur og
át planturnar so hvørt tær
komu upp.
Nú tóktist sum um tað
vanliga fólkið fekk eyguni
upp fyri møguleikanum at
tey eisini kundu hava ein
urtagarði í náðum fyri
seyði. Og úrslitini sóust
eisini so líðandi.
Kapping
At fólk fóru at gera meiri
við urtagarðar sínar, fang-
aði eisini áhugan hjá lim-
unum í býráðnum.
Kommunan ynskti nú at
fáa fólk at gera enn meiri
við urtagarðar sínar, og
hevur tí í nøkur ár skipað
fyri eini kapping um vakr-
astu urtagarðarnar í Fugla-
firði og Kambsdali annað-
hvørt ár.
Henda kappingin varð
soleiðis eisini hildin í fjør
og verður tískil aftur næsta
ár. Við kappingina í fjør var
vakrasti urtagarðurin á
Kambsdali, meðan urta-
garðurin hjá Signari sjálv-
um gjørdist nr. 3.
Kappingin var skipað so-
leiðis, at tríggir teir vakr-
astu urtagarðarnir fingu
eina virðisløn, meðan 17
aðrir urtagarðar fingu eitt
heiðursbræv sum viður-
kenning fyri gott og vakurt
arbeiði.
- Vit eru sera fegnir um
tað arbeiðið sum fólk
leggja í urtagarðar sínar.
Tað er sum at fólk hugsa
sum so: - Kann grannin
gera sær ein urtagarð, so
kann eg eisini!
- Og tað síggja vit so úr-
slitið av í dag við teimum
mongu vøkru urtagørðun-
um í kommununi, sigur
Signar.
Eitt skínandi virki
Eitt er so hvat kommunan
og tað einstaka heimið ger.
Men kommunan hevur
eisini kunnað fegnast um,
at vinnulívið hevur gingið í
somu fótasporum sum onn-
ur í býnum.
Signar biður okkum fara
oman
á
Havsbrún
at
hyggja, hvussu vakurt tað
sær út rundan um hetta
virkið, sum hevur havt so
stóran fíggjarligan týdning
fyri mong heim í býnum.
- Ja, farið bara oman
hagar at hyggja, hvussu tað
sær út nú og hvussu tað sá
út fyri 10 árum síðani.
- Nú skínur tað næstan
rundan um virkið, sigur
Signar við einum brosi.
Hesa broytingina hava
fólk í Fuglafirði sjálvandi
lagt merki til, men eisini
útlendingar hava givið hesi
broytingini ans.
Einaferð
vóru
nakrir
mans úr Danmark á vitjan í
Fuglafirði, og vóru tá eisini
á Havsbrún. Teir kendu til
líknandi sildaverksmiðjur í
Danmark, men teir máttu
bara við undran eygleiða
økið rundan um virkið.
- Slíkt høvdu teir aldrin
sæð áður, sigur Signar.
Urtagarðar eru eisini
fyri vanliga fólkið
Arbeiðið við at gera
Fuglafjørð til vakrasta
býin í Føroyum, er ikki
nakað sum verður gjørt
eftir einari løtu ella eftir
einum ári.
Bæði í tí einstaka
heiminum og frá kommu-
nalari síðu má ítøkiliga
farast til verka skal ein
røkka málinum.
Kommunan
hevur
leingi gingið á odda fyri
at fáa hesar ætlanirnar til
veruleika. Og tann sum
ferðast um miðbýin í dag
fær sjón fyri søgn.
Tey seinastu árini eru
mangt og hvat hent á hes-
um øki, sum enn einaferð
verður karmur um ein
stóran part av tiltøkunum
á stevnuni um viku-
skiftið.
Ein stórur partur av
arbeiðinum er bygdur
upp kring um snotuliga
Mentanarhúsið í miðbý-
num. Kring um hetta hús
er nú asfalt lagt á, og
næsta stigið verður at
avmerkja P-básar til einar
100 bilar.
Frammanvert eru menn
í dag farnir undir at
hampa økið og gera tað
klárt til ein uttandura pall
(sí grein aðrastaðni um
hetta arbeiðið).
Her miðar ein eftir at
kunna skipa fyri konsert-
um og fundum út frá ein-
um palli, sum skal gerast
úr glasi.
Kommunan má ganga á odda
- Hygg bara eftir
Havsbrún í dag.
Tað næstan skínur
rundan um virkið,
- so nógv, at sjálvt
útlendingar
undrast, sigur
Signar á Brúnni,
her er hann er
avmyndaður í
egnum urtagarði
Mynd: Jens Kristian
Vang