Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 122 - 30. juni 2005 23 Tónleikur, drama og café Ungdómsmøti: Tey ungu í missiónshúsin- um Thabor eru eisini spent til stevnuna um vikuskiftið. Í eina tíð hava tey fyrireikað seg við ym- iskum spennandi til- tøkum í húsinum, nú so nógv fólk kemur til bygdina. Og á skránni fyri stevnuna sæst, at tey rættiliga fara at spenna seg út leygar- kvøldið. Tiltøkini í missións- húsinum byrja kl. 21:30 við ungdóms- møti, har presturin, Bergur D. Joensen úr Havn talar. Á hesum møtinum fer drama- bólkurin Nuntius at framføra eitt stykki, eins og kendi tón- leikabólkurin Proclaim fer at spæla. Seinni um kvøldið - kl. 00:30 - verður tón- leikacafé, har Credo fara at spæla. Har verður eisini andakt og okkurt til matna. sb. Frammanvert Ment- anarhúsið verður nú gjørt eitt øki, sum í framtíðini kann gerast karmur um konsertir og fundir av alskyns slagi. Alt er ein partur av eini størri ætlan at fríðka um miðbýin FRÍÐKAN Snorri Brend Fuglafjørður: Uttan fyri Mentanarhúsið síggjast tríggir mans arbeiða henda vakra mánadag fyrrapart. Teir hava fingið til upp- gávu at fríðka økið oman fyri hetta húsið, sum um vikuskiftið fer at verða karmur um fleiri av tiltøk- unum á varmakeldustevn- uni. Alt arbeiðið er í sjálvum sær so umfatandi, at tað ikki verður liðugt til stevn- una. Men tá alt arbeiðið er liðugt, verður her talan um eitt stórt og vakurt øki, sum er vælegnað til uttandura fundir, konsertir og mong onnur tiltøk (sí aðra grein um hetta í blaðnum). Teir tríggir hava longu gjørt ein stóran part av arbeiðinum, og eru nú farn- ir at nærkast ovaru síðu av húsinum. Flisar og steinar verða lagdir við kønari hond, soleiðis at fólk í framtíðini skulu kunna fegnast um hetta økið. At so veðrið henda mánadagin var av tí allarbesta gjørdi helst sítt til, at alt gekk eitt sindur lættari. Arbeiðið hjá hesum trimum monnunum gongur alsamt framá, til stóra gleði fyri fólkið í býnum. Eitt vakurt øki til mong endamál Teir tríggir menninir, sum eru við í hesum arbeiðin- um eru: Rasmus Larsen úr Danmark, sum er útlærdur anlegsgartnari. Hann verður ætlandi í Føroyum til heystar. Rólant Dam úr Havn, sum arbeiðir sum avloysari, áðrenn hann fer til Danmarkar at lesa víðari. Kristian í Vági, sum er ættaður úr Leirvík, og sum í januar mánaði byrjaði at læra til anlegsgartnara hjá Búgva Róin, sum stendur fyri arbeiðinum. Ymiskar royndir við felags uppgávu Fólkafundur á Varmakeldu Gamalt er at fara út á Varmakeldu náttina millum 3. og 4. juli at drekka sær lekidóm úr heitu kelduni á staðnum. Gamli siðurin datt niðurfyri, men fyri uml. 55 árum síðani tók ítróttarfe- lagið í Fuglafirði upp aftur táttin at savnast úti á Varma- keldu varmakeldunátt. Tvey tey seinastu árini hevur eingin fólkafundur verið á Varmekeldu varmakeldu- nátt, men nú verður siðurin uppafturtikin. Tiltakið á Varmakeldu í ár verður sum undanfarin ár við báli, felagssangi og røðu. Í ár heldur Uni Næs, prestur røðu. Aftan á røð- una verður vísa kvøðin. Høvi verður eisini hjá fólki at práta saman, syngja ella leska sær av kelduni. Bussur fer frá Mentanar- húsinum kl. 23. Kappsigling við før- oyskum seglbátum Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður kappsigling við før- oyskum seglbátum á Varmakeldu 2005. Kappingin byrjar sunnu- dagin 3. juli kl. 15. Vanliga eru einar fimm kappingar árliga, fyri tað mesta í Sundalagnum og á Skálafirði. Vanliga plaga 20 — 30 bátar at verða við hvørja ferð. Við hesari kappingini á Varmakeldu, verður roynt at skapa áhuga fyri kapp- sigling eisini í Fuglafirði og bygdunum har um leiðir. Nr. 1, 2 og 3 fáa steyp.