Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-30, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 122 - 30. juni 2005 U15-landsliðið í dysti Fótbóltur: Ein fyritreyt fyri at kunna hava eitt gott lið í ovastu deild- unum er, at arbeiðið millum tey yngri er væl skipað. Neyðugt er eisini at geva teimum av- bjóðingar. Hesa avbjóðingina fáa í øllum førum dreingir- nir í dreingjaliðnum hjá ÍF sum á stevnuni fær forkunnuga vitjan av U15-landsliðnum. Hesin dysturin verður fríggjadagin kl. 20:30, og lítil ivi man verða um, at nógv fara at hyggja eftir hesum dyst- inum. sb. Finala í sang- kapping Barnaprix: Tað hevur tikið sína tíð at koma so langt, men nú er so klárt til finaluna í Nósabarna- prix'inum 2005. Finalan verður í staðnum, har ársins kapping byrjaði - Mentanarhúsinum. Í finaluni í ár eru seks sangarar, sum fara at dystast - ella syngja - eftir førimuni, soleiðis at júst tey fara avstað við høvuðsvinninginum. Finalan í hesi stóru sangkappingini verður leygardagin kl. 17. sb. Lille Palle vitjar Undirhald: Finalan í Nósabarnaprix'inum er ikki meiri enn liðug, tá næsta tiltakið verður í Mentanarhúsinum. Kl. 21 leygarkvøldið fer nevniliga Lille Palle at undirhalda fólki við harmoniku síni. Hetta er helst eitt, hann dugir væl, tí í skránni fyri stevnuna verður sagt, at høvið verður hjá fólki at syngja við. sb. Spæla um týdn- ingarmikil stig Fótbóltur: Tað hevur ikki gingið eftir vild í bestu fótbóltsdeildini í ár, hvørki hjá fuglfirð- ingum ella hjá klaks- víkingum. Fuglfirðinginar taptu mánakvøldið 2-0 móti núverandi oddaliðnum B36, og klaksvíkingar fingu ein eyðmýkjandi ósigur við sær úr Vági farna vikuskifti. Leygardagin kl. 19 fara júst hesa bæði liðini, ið hungra eftir stigum, at møtast til dyst í Fugla- firði. Hetta verður uttan iva ein spennandi dystur, tí so nógv stendur uppá spæl í besta liðnum hjá báðum feløgunum. sb. - Eg havi nú búð her í Fuglafirði tey sein- astu sjey árini. Mær dámar so væl her, at eg kundi ikki hugsað mær at farið aftur til Svøríkis, sigur 30 ára gamla Tanja Anthon- iussen, sum starvast sum køkshjálp á Muntra MATSTOVA Snorri Brend Fuglafjørður: - Tá tit eru lidnir við døgverðan, so stendur kaffi har yviri. Tað er í prísinum!, sigur Tanja, sum seinastu fýra árini hev- ur arbeitt í matstovuni Muntra. Við fryntligum brosi tek- ur hon væl ímóti øllum teimum svongu, sum ynskja sær ein døgurðabita ella teim sum ynskja sær okkurt at sløkkja tostan við. Tað er alla tíðina okkurt at gera á eini slíkari mat- stovu, sum Poul Rustin rek- ur í Fuglafirði. Hjá honum er tað ein fongur at hava so gott fólk sum Tanju aftrat sær. Viðhvørt er hon við upp- vaskimaskinuna. Viðhvørt tekur hon av borðunum. Viðhvørt tekur hon ímóti peningi við kassan. Við- hvørt ger hon smyrjibreyð klár. Viðhvørt flysir hon epli. Og viðhvørt fær hon sær eitt lítið prát við onkran av gestunum, hon kennir væl. - Mær dámar væl hetta arbeiðið, sigur Tanja, nú umboð fyri tíðindatænast- una eru komin inn í mat- stovuna at sløkkja hungurin við einum døgverðabita henda mánadagin á mid- degi. Øll kenna Poul Talið á teimum sum eta døgurða á hesi matstovuni er rættiliga skiftandi. Hinvegin so fer eisini rættiliga nógvur matur út av húsinum, tá fólk hava størri og smærri tiltøk heima við hús ella aðra- staðni, og her serliga í Mentanarhúsinum. - Tað vísir seg, sum um at øll kenna Poul, og tey vita tí, at hann dugir at gera góðan mat, sigur Tanja. Á skránni á matstovuni hava tey altíð dagsins rætt ella rættir, tí tað altíð eru tveir kjøtrættir á skránni. Fríggjadag er kortini steikt flak fast á matarlepanum. Hús og børn Tanja hevur búð meginpart- in av lívi sínum í Svøríki. Men røturnar í Fuglafirði, hagani pápi hennara er ættaður, hevur hon ongatíð gloymt. - Síðani eg var lítið barn havi eg ferðast higar hvørt ár. Og mær hevur altíð dámað væl her. - Tá eg so fekk arbeiði á Ellisheiminum í Runavík fyri sjey árum síðani av- gjørdi eg at búseta meg her, sigur Tanja. Tanja er ikki útbúgvin innan matstovuyrkið, men innan heilsuøkið. Hon er tað, tey í Svøríki nevna undirsjúkrasystir, sum er eitt millumting millum eina vanliga sjúkrasystir og ein heilsurøktara. Hon arbeiddi fyrst trý ár í Runavík, áðrenn hon fekk arbeiði her á matstovuni í Fuglafirði. Og sum støðan er nú, er einki sum bendir á at hon fer úr Fuglafirði aftur í bræði. - Eg og sjeikurin hava júst keypt okkum hús her í Fuglafirði. Vit eiga tvey børn, og eru glað fyri at vera her, sigur Tanja. Úr at gera At hava smábørn í húsinum hóskar sera væl við arbeið- ið og arbeiðstíðina á Muntra, her hon møtir seint. - Eg byrji faktist í stjóra- tíð, sigur hon brosandi. Hon møtir vanliga kl. 10:30 og arbeiðir so til kl. 17, onkutíð styttri. Og sum nevnt omanfyri er alla tíðina okkurt at taka hond í. Tá hon kemur er eitt tað fyrsta hon ger at rudda borðini, dekka upp og ann- ars rudda í køkinum. - Jú, her er altíð okkurt at takast við, sigur Tanja. Tanja Anthoniussen hevur áður tænt teimum sjúku. Nú tænir honum teimum, sum í svongd síni leita sær inn á matstovuna Muntra í Fuglafirði. - Her er gott at vera, sigur hon. Mynd: Jens Kristian Vang – Í Fuglafirði er ikki so galið Mær dámar væl í Føroyum, sigur 30 ára gamla Tanja Anthoniussen Mynd: Jens Kristian Vang