hósdagur 30. juni 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 122 - 30. juni 2005
25
Hesar seinastu vikur-
nar hevur mynda-
maðurin, Olav
Schneider víst fram
nakrar av fotomynd-
um sínum í Ribar-
húsi. Framsýningin
lat aftur í gjár, og nú
verður so gjørt klárt
til nýggja framsýning
LIST
Snorri Brend
Fuglafjørður: Tað er eitt
rættiliga
forvitnisligt
myndevni, sum myndamað-
urin, Olav Schneider úr
Kaldbak hevði valt sær til
hesa framsýningina í bý-
num.
Hann kallaði framsýn-
ingina "Heystsuita" og var
hetta ein søga um børnini
og ein søga um slaktið í 21.
øld.
Á framsýningini vóru ein
hópur av myndum, sum
vístu, hvussu barnaeygu
uppliva alt tað, sum hevur
við slakt at gera.
Myndirnar vísa alt tað,
sum fer fram í sambandi
við slaktið. Men tær vísa
eisini, hvussu børnini lut-
taka í hesum arbeiðinum,
og hvussu tey hava tað sam-
an við teimum vaksnu.
Hesar myndirnar hevur
Olav tikið á ymsum gørð-
um í Kaldbak, Kaldbaks-
botni og á Sundi yvir eitt
trý ára langt skeið - frá
2001 til 2004. Tær flestu
myndirnar
eru
kortini
tiknar á Bøgarði í heim-
bygdini Kaldbak.
Hetta er tó ikki bert ein
fotoframsýning,
tí
við
myndirnar hevur konan,
Sonja Schneider gjørt sínar
hugsanir um tær í yrking-
um.
Ein forvitnislig framsýn-
ing, sum mong hava sæð.
Og sum mong hava gleðst
um.
Ribarhús er vælegnað til framsýningar, eisini av fotomyndum. Hetta hevur myndamaðurin Olav Schneider roynt við góðum
úrsliti
Mynd: Jens Kristian Vang
Ein søga um børn og slakt
DAGRØKT
Snorri Brend
Fuglafjørður: Tað er ikki á
hvørjum degi, at veðrið er
so gott sum seinasta mána-
dag.
Tá ein er dagrøktar-
mamma so er hetta eitt gott
høvi at fara ein túr í býin
við børnunum. Og tað var
júst tað, sum tær báðar
Sunnleyg Olsen og Hanne-
lina Beder gjørdu.
Tær pakkaðu taskurnar
hjá børnunum og fóru til
gongu oman í miðbýin. Í
handlinum hjá Haraldsen
keyptu tær børnunum okk-
urt at drekka, og so var bara
at borðreiða fyri teimum á
borðunum, sum eru sett
upp omanfyri Mentanar-
húsið.
– Vit plaga at vera úti, tá
veðrið er gott. Vit eru oftast
oman fyri bókasavnið, men
valdu í dag, meiri spontant
at fara oman higar, siga tær
báðar.
Børnini eru í so ungum
aldri enn, at alt rokið við og
rundan um varmakeldu-
stevnuna ikki hevur so
stóran áhuga fyri tey.
Øðrvísi var tó í farnu
viku, tá tey kongaligu vitj-
aðu eina lítla løtu í Fugla-
firði. Tá vóru tær báðar við
børnunum eisini á havna-
lagnum, tá sjóverjuskipið
Brimil legði at landi við
forkunnugu gestunum.
– Tá tosaðu børnini ikki
um annað enn Mary!
Tey hugna sær við einum góðum bita í tí góða veðrinum
mánadagin - dagrøktarmammurnar, Sunnleyg Olsen (h.m.)
við sínum børnum og Hannelina Beder við sínum børnum
Mynd: Jens Kristian Vang
– Nú er ikki at sita inni