hósdagur 30. juni 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 122 - 30. juni 2005
27
Varmakeldu-
konsert við fýra
luttakarum
Tónleikur:
Eingin
varmakelda, uttan eina
góða konsert.
Sunnukvøldið kl. 20
verður ein spennandi
konsert hildin í Ment-
anarhúsinum, har fýra
rættiliga ymiskir sang-
arar fara at seta sín ser-
liga dám á.
Í vikuni gav Hallgrím
Miðberg út eina nýggja
fløgu (umrødd her í
blaðnum týsdagin), og
nú fáa so fólk møgu-
leika at hoyra henda
fyrrverandi
bakaran
syngja nakrar av sínum
sangum.
Honum á baki kemur
Maria Andersen, sum er
móðir navnframu Lenu
Andersen. Nakað her-
fyri gav hon eina fløgu
út, og sum hevur verið
nógv spæld í útvarpum
og heimum. Nú kemur
Maria so til Fuglafjarðar
at syngja nakrar av
hennara sangum.
Umframt Erlu Hansen
og hennara bólk, er
eisini eitt annað spenn-
andi navn á skránni
hetta kvøldið - Kim
Hansen, sum á konsert-
ini fer at spæla egin løg.
sb.
Uppboðssøla og
lutaseðlar
Tiltøk:
Eftir Varma-
keldukonsertina inni í
Mentanarhúsinum verða
tvey áhugaverd tiltøk
uttan fyri húsið.
Í fyrstu atløgu er talan
um eina uppboðssølu av
málningum eftir níggju
av frægu listafólkum
okkara, harav flestu
teirra eru fuglfirðingar
(sí umrøðu aðrastaðni í
blaðnum).
Meðan fólk kortini
eru savnað uttan fyri
mentanarhúsið verður
midnáttarsamkoman
hildin. Her verður fe-
lagssangur og horn-
blástur, eins og tann
spennandi løtan, tá luta-
seðlarnir verða drignir.
Hetta er samstundis
seinasta tiltakið á stevn-
uni í ár.
sb.
Uttan góðar stuðlar
mundi vera trupult
hjá mongum ítróttar-
feløgum kring landið.
Tá tosað verður um
Ítróttarfelag Fugla-
fjarðar slepst neyvan
undan at nevna
trúgva ÍF-stuðulin,
Onnu Larsen
FÓTBÓLTSSÁL
Snorri Brend
Fuglafjørður: - Ahnoy, tað
er einki at skriva um. Tosa
heldur við mannin, Petur!
Anna Larsen vil helst
sleppa undan at siga nakað
um stóra virksemi sítt inn-
anfelags í ÍF. Hon hevur –
uttan stóvegis hóvasták -
bara gjørt hetta av áhuga
fyri felagnum, - og tað hava
so nógv onnur gjørt eisini,
og ikki minst saman við
henni.
Hesin áhugin hevur víst
seg á so nógvar ymiskar
mátar: Við at savna inn
pening, við at vaska ítrótt-
arklæðir, við at skipa fyri
bingo og við at skipa fyri
basarum – you name it!
Síðst, men ikki minst
hevur Anna havt sína dag-
ligu gongd á fótbóltsvøll-
inum, tá ÍF hevur spælt. Og
tá sagt verður ÍF, so er ikki
bert talan um bestu liðini
hjá felagnum.
- Mær hevur eisini dámt
sera væl at hugt eftir teim-
um smæstu. Men, hvussu
nógvar dystir eg havi sæð,
veit eg ikki, sigur Anna
Larsen.
Hon var sjálvandi á vøll-
inum mánakvøldið, tá 1.
deildarliðið hjá ÍF spældi -
og tapti! - móti B36.
Trúgv á øllum
plássum
Áhugin fyri fótbóltinum er
ikki nýggjur, men kom
rættiliga fram, tá ein sonur
hennara byrjaði at spæla
við fótbóltsfelagnum.
Sjálv hevði hon íðkað
nakað av ítrótti, men so við
og við var tað fótbólturin
sum fekk fyrstaplássið, tá
talan var um ítrótt.
Hon og maðurin, Petur
eiga fimm børn, sum øll
hava verið virkin í ítrótti,
og nú ommubørnini hava
fingið ítróttaraldur, hevur
hetta bara verið við til at
hildið áhuga hennara fyri
fótbóltinum viðlíka.
Hon hevur ikki bert
stuðlað við at fara á vøllin
sum áskoðari, stuðul og
ferðaleiðari, men hevur eis-
ini sitið í nevndini í felag-
num. Og á fólki í býnum
skilst, at hon hevur altíð
verið fús at taka eina hond í
við tí praktiska og dagliga
arbeiðinum, m.a. við at
taka sær av fótbóltsklæðun-
um eftir ein dyst.
- Hvussu nógvar búnar eg
havi vaskað fyri felagið?
Tja, tað veit eg ikki - í tús-
undatali, sigur hon, uttan at
nakar farri av reypi og rósi
liggur í tí.
Heima og úti
Áhugi hennara fyri ÍF er
gamal, men sjálv heldur
Anna, at hon var eitt sindur
spentari fyrr enn hon er nú.
Hon eigur sum vera man
nógvar løtur á vøllinum í
bygdini, men hon hevur
somuleiðis verið við ÍF-
liðum, tá tey hava leikt
dystir á útivølli.
- Fyrr - ja, fyrr, tá kundi
vit reisa land og ríki runt til
dystir, bæði í Miðvági og
aðrastaðni.
- Eingin tosaði um veður
og slíkt. Vit fóru avstað við
fótbóltsliðunum, um tað
var bæði vindur og vánalig
líkindi, sigur hon.
Trupul framtíð
Hjá einumhvørjum ítrótt-
arfelagi er tað altíð ein
spurningur um, hvussu væl
ungdómsarbeiðið
verður
skipað, soleiðis at ein kann
hava nýggj fólk at taka við,
tá onnur fella frá.
Í hesum máli heldur
Anna, at her kundi ein havt
gjørt meiri við hetta.
- Tað er ongatíð gott, tá
ein ikki fær mannað eitt
dreingjalið, men má hava
tríggjar spælarar úr Kolla-
firði við á liðnum.
- Og tað er heldur ikki
gott, tá ein somuleiðis má
hava spælarar úr Kollafirði
við, tá ÍF skal manna sítt
smádreingjalið, sigur Anna,
og harmast samstundis um,
at tað somuleiðis hevur
verið ógjørligt at manna
unglingaliðið.
Hinvegin so kann hon
fegnast um, at kvinnu-
deildirnar eru væl mann-
aðar á øllum stigum - uttan
í bestu kvinnudeildini.
Óhepnir
Hóast
tað
fótbóltsliga
kundi sæð betri út hjá besta
liðinum í felagnum, so
hevur tað ikki tikið áhugan
hjá Onnu fyri felagnum.
Eins og hinir fuglfirð-
ingarnir so fylgir hon væl
við, nær ÍF skal spæla
dystir sínar.
- Men hóast alt hetta, so
taki eg tað róligt. Einki við
at ganga við nervum um
dagin ella tílíkt.
- Eg eri glað tá teir vinna.
Og nakað kedd, tá teir tapa
ein dyst, sigur hon.
Um ÍF-liðið anno 2005
heldur hon sjálv, at liðið er
gott og væl mannað, hóast
teir eru niðast á stigatalvuni
í 1. deild.
- Jú, liðið er gott, men alt
lukkast ikki hjá liðinum.
- Eg haldi, at teir við-
hvørt hava verið eitt sindur
óhepnir, sigur Anna Larsen.
– Eg eri nakað kedd
tá teir tapa
- Nei, tað sum eg havi gjørt, tað er einki at skriva um. Tað eru
so nógv sum hava gjørt so nógv fyri ÍF, sigur ein lítillátin
Anna Larsen, sum av sonnum kann kallast ein ÍF-sál
Mynd: Jens Kr. Vang
Anna Larsen eigur mong sporini her á vøllinum í
Fuglafirði. Hon kann eisini fegnast um ommubørnini
(aftarlaga í myndini) eru virkin í fótbóltinum, og
brúka mangar løtur saman við bóltinum