hósdagur 30. juni 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 122 - 30. juni 2005
Fuglfirðingar
røða og seta
Fundir: Eins og vanligt
er verður varmakeldan
sett leygardagin kl. 14.
Byrjað verður við eini
skrúðgongu av fótbólts-
vøllinum
oman
til
Mentanarhúsið, har set-
anin verður. Í ár verður
tað mentamálaráðharrin,
Jógvan á Lakjuni, ið
sjálvur er ættaður hag-
ani sum setir stevnuna.
Á sama staði verður
eisini ein annar fundur -
eina fólkafundur - hildin
um nøkurlunda somu tíð
dagin eftir.
Sunnudagin kl. 14:30
verður nevniliga ein
fólkafundur hildin á
økinum
oman
fyri
Mentanarhúsið, har ein
annar
fuglfirðingur,
Frits Johannesen fer at
halda røðu og horn-
orkestrið í býnum fer at
spæla.
sb.
Bocciakapping
uttan fyri
Mentanarhúsið
Bocciakapping verður
uttan fyri Mentanar-
húsið leygardagin 2. juli
kl.14.30.
Boccia er eitt sera
nógv spælt spæl í Italia
og hevur sín uppruna í
teimum grisku kúlu-
kastleikunum. Boccia
verður spælt á einum
avmarkaðum vølli, uml.
2,5 metur breiður og 18
m langur. Endamálið við
spælinum er, at hvør
luttakari fær sínar kúlur
so nær málkúluni sum
gjørligt
6 luttakarar frá ÍSB og
6 kendir fuglfirðingar
fara at kappast í bland-
aðum liðum. Fuglfirð-
ingarnir eru Sigurd Sim-
onsen, Jógvan á Lakj-
uni, Durita Djurhuus,
Sunrid Traðará, Frits
Jóhannesen og Elisabeth
Eldevig.
Mexikansk
uppboðssøla
Beint aftan á Nósaprix-
finaluna verður mexi-
cansk uppboðssøla á
plássinum oman fyri
Mentanarhúsið.
Mexikansk uppboðs-
søla er ein uppboðssøla,
har fólk lata eina 20
krónu í ein peninga-
kistil, meðan ein klokka
gongur í ávísa tíð. Til
ber sjálvandi fleiri ferðir
at leggja 20 krónu í
kistilin. Tann seinasti, ið
hevur lagt 20 krónu í,
innan klokkan ringir,
fær vinningin. Vinning-
urin á hesari uppboðs-
søluni er eitt lamb.
BILAR
Snorri Brend
Fuglafjørður: Í góðveðr-
inum mánadagin sást ein
rættiliga forkunnugur bilur
koyra í býin - ein Volvo
Amazon frá 1967.
Tað er Jákup Frants Lar-
sen sum eigur henda bilin,
og sum hann ognaði sær
fyri fimm árum síðani úr
Danmark.
Bilurin er í góðum standi.
Hann hevur bert havt ein
annan eigara, og hevur ein-
ans koyrt 92.000 km. hesi
sløku 40 árini.
Hesa seinastu tíðina hev-
ur hann verið til eina yvir-
háling hjá Bilaumvæling í
Havn, og fyri tveimum vik-
um síðani var hetta arbeiðið
liðugt.
Hetta er tó ikki ein bilur,
sum Jákup Frants ætlar at
brúka gerandisdagar, men
tá sólin skínur, eins og
henda
góðveðursmána-
dagin í Fuglafirði.
Umframt henda Volvo-
bilin eigur hann eisini ein
34 ára gamlan Ford Taunus,
sum verfaðir hansara upp-
runaliga átti. Hesin bilurin,
ið stendur í bilhúsi í Oynd-
arfirði, er eisini í góðum
standi, og her sæst ikki
rust-blettur á.
Og jú, sum vituligt er, er
Jákup Frants eisini limur í
felagnum Ellisakfør. Tað
hevur hann verið í eini 10
ár.
UEFA hevur sett krav
fram um at øll lið í
bestu deildunum
skulu hava skýli til
áskoðarar sínar. Hetta
kravið ætla fuglfirð-
ingar sær eisini at
fylgja
FÓTBÓLTUR
Snorri Brend
Fuglafjørður: Tey, ið hava
verið til dystir í býnum,
hava helst mangan ynskt
sær eitt skýli, har tey kundu
sett seg niður undir einum
dysti.
Hesin møguleikin hevur
ikki verið til staðar, og tí
hava áskoðararnir higartil
verið noyddir at staðið uppi
framvið vøllinum teir 90
minuttirnar, ið dystirnir
vara.
Men frá 1. januar 2007 er
liðugt við tí: UEFA krevur
nú nevniliga, at øll liðini í
bestu
deildunum
skulu
hava eitt skýli til áskoðarar,
har í minsta lagi 300 fólk
fáa sitið.
- Og hetta kravið ætla vit
eisini at fremja her í bý-
num, sigur Signar á Brúnni,
formaður í mentanarnevnd-
ini í Fuglfjarðar býráð.
Vøkur laðing
Vøllurin í Fuglafirði er
eftir Signarsa meting ein
sera vakur vøllur.
Fyri mongum árum síð-
ani varð hann laðaður upp
við gróti, og fyri tey, ið
hava eyga fyri slíkum, man
tað vera einki minni enn ein
frægd at síggja hesa ótrú-
liga vøkru laðingina á yms-
um støðum kring vøllin.
- Hetta arbeiðið er so væl
úr hondum greitt, at her er
einki sjunkað øll hesi árini,
sigur hann.
Nú skal so enn eitt stig
takast í at útbyggja vøllin,
og er ætlanin at hetta
kravda skýlið skal setast
upp við laðaða bakkan í
ovaru síðu.
Tekniska umsitingin í bý-
ráðnum er longu farin undir
at fyrireika hetta málið. Og
fyri tey hevur tað størsta
týdning, at hesin vakurt
laðaði bakkin ikki verður
oyðilagdur av hesi orsøk.
Arbeiðið skal haraftrat
leggjast soleiðis til rættis,
at fólk sum standa fram við
vegnum í erva, eisini kunnu
síggja leikararnar á vøllin-
um.
- Vit miða so eftir at gera
arbeiðið liðugt næsta ár, og
at peningurin tí verður játt-
aður til hetta á fíggjarlógini
fyri 2006, sigur Signar á
Brúnni.
So er bert eftir at vóna, at
1. deildarliðið hjá ÍF fram-
haldandi verður við í bestu
mansdeildini í fótbólti.
Eitt skýli til fótbóltin
Higartil hava áskoðararnir verið noyddir at standa fram við vøllinum ella uppi á vegnum omanfyri vøllin. Áðrenn 1. januar 2007 er ætlanin at gera eitt skýli í
ovaru síðu, til í minsta lagi 300 áskoðarar
Mynd: Jens Kristian Vang
Skjótt 40 ára gamli Volvo Amazonurin tekur seg væl út í summarveðrinum í Fuglafirði
mánadagin. Slíkar dagar kemur bilurin út úr bilhúsinum - annars ikki
Mynd: Jens Kristian Vang
Eitt ellisakfar út í sólina