hósdagur 30. juni 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nýggi Seat Toledo er
eitt heilt nýtt konsept.
Bilurin, ið er ser-
merktur og smartur,
er eisini sera prakt-
iskur og ein tann
rúmligasti í sínum
klassa við stórum
viðførisrúmi, sum er
heilar 500 litrar
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
At Seat hava fingið sín
egna stíl, er nýggi Seat
Toledo besta dømi um.
Talan er um eitt heilt nýtt
konsept. Hesin Toledo er
triðja generatión. Fyrsti
Toledo kom á marknaðin í
1991.
"Smag og behag er vidt
forskellig" sigur orðatakið.
Tað er í øllum førum gald-
andi fyri nýggja Toledo, ið
hevur eina útsjónd aftan,
sum tey flestu hava eina
meining um.
Designið er eisini rættu-
liga sermerkt og smart,
bæði nútímans og nakað í
gamlan stíl.
Bilurin er praktiskur og
ein tann rúmligasti í sínum
klassa við stórum viðføris-
rúmi, sum er heilar 500
litrar. Innan er nógv gjørt
burtur úr við tilfari í góðum
gjøgnumførdum kvaliteti.
Variabla
elektroniska
servostýringin við auto-
matiskari sjálvupprætting
og væl virkandi undirvogn-
urin geva bilinum koyri-
eginleikar í toppklassa. 16"
hjól eru standard.
Fýra motorar eru at velja
ímillum, tveir bensin og
tveir diesel. Bensinmotor-
arnir eru: 1,6 litur við 102
hk, og 2,0 litur FSI við 150
hk. Dieselmotorarnir eru:
1,9 litur TDI við 105 hk, og
2,0 litur við 140 hk.
Reference og Stylance
Hvat útgerð viðvíkur fæst
Toledo í útgávunum Refe-
rence og Stylance. Hóast
Reference er standard út-
gávan, er talan um ein væl
útgjørdan bil. Saman við tí
at forsetrini kunnu slillast í
hædd, kann rattið stillast
bæði í hædd og aftur og
fram, so lætt er at finna sær
ta heilt røttu koyristøðuna.
Setrini eru gjørd í góðum
kvaliteti við innbygdum
skúmi, sum tekur burtur
ristingar, og ger at tey
ferðandi ikki møðast undir
koyring.
ASR (antispinn), og ESP
(Elektronsik
Stabilitets
Program), DSR (Dynamic
Steering
Responce),
ISOFIX
(til
at
festa
barnastólar), og seks airbag
er standard. Stylance hevur
t.d. koyriteldu, tokulyktir,
og fartpilot.
Nú fáa nýggir bilar eisini
karakter fyri, hvussu fót-
gangaravinarligir teir eru.
Framman er Toledo gjørdur
soleiðis, at hann gevur eftir,
um ein fótgangari verður
ákoyrdur, so persónurin fær
minst møguligan skaða.
Umframt Referance og
Stylance fæst Toledo við
nógvari ymiskari eykaút-
gerð. Bilurin kann síggjast
og roynast hjá Bilasøluni í
Hoyvík. Prísirnir byrja við
kr. 223.000,- fyri ein
Referance við 1,6 litur
bensinmotori.
Seat Toledo 1,9 TDI Stylance
Motorurin
1,9 litur 4 syl.TDI (diesel) 105 hk
v. turbo og pumpu-dysu innspræning
0-100 km/t
12,4 sek.
Oljunýtsla
18,2 km/l
Dekkstødd
205/55-16
Stødd og vekt
Longd
446,0 cm
Breidd
177,0 cm
Hædd
157,0 cm
Eginvekt
1.375 kg
Viðførisrúm
500 litrar
Prísur
kr. 277.000,-
Søluumboð
P/F Bilasølan
Vegurin Langi
Tel. 315354
www.bilasolan.fo
Nr. 122 • hósdagur • 30. juni 2005 • 79. árg.
Seat Toledo:
Flott spanskt "designstudie"
Spanska bilverksmiðjan
Sociedad Española de
Automóviles de
Turismo (SEAT) varð
sett á stovn 9. mai 1950
í Barcelona. Í dag
hoyrir Seat til VW-kon-
sernina og eru limir í
Audi-group saman við
Lamborghini. Teir hava
ein av heimsins dugna-
ligastu bildesignum,
Walter de Silva, sum
designstjóra.
Baklúkan til 500 litra stóra viðførisrúmi er stór og fer langt upp
Útsjóndina aftan hava tey flestu eina meining um, hon er
bæði nútímans og nakað í gamlan stíl
Toledo innan.
Forsetrini kunnu
slillast í hædd, og
rattið kann stillast
bæði í hædd og
aftur og fram, so
lætt er at finna sær
ta heilt røttu
koyristøðuna
Nýggi Seat Toledo er eitt heilt nýtt
konsept. Bilurin, ið er sermerktur og
smartur, er eisini sera praktiskur og
ein tann rúmligasti í sínum klassa