Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-30, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26. november 2005 verður ein heilt nýggjur Porsche presenteraður hjá Porsche A.G. í Stutt- gart. Talan verður um Cayman S, sum er bygdur yvir Porsche Boxster-røðina BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Við fyrsta eygnakast líkist Porsche Cayman S einum eyðkendum Porsche sports- vogni, men við sínum sjálv- støðuga designi skilir hann seg hóast alt út frá hinum. Cayman S er ein sera snøggur sportsvognur við karossaríi úr aluminium og stórari baklúku, eins og ein hatchback. Pláss er til nakað av viðføri í 260 litra stóra viðførisrúminum aft- an. Framman er eisini eitt viðførisrúm upp á 150 litrar, so tilsamans er pláss til 410 litrar av viðføri, sum ikki er so heilt lítið fyri ein sportsvogn í hesum klassanum. Sitipláss er ein- ans til tveir persónar. Motorurin er ein heilt nýggjur 6 syl. boxermotor- ur við 295 hk, ið situr í miðjuni á bilinum - framm- an fyri bakaksilin. Motor- urin koyrir frá 0-100 km/t upp á 5,4 sek. Toppferðin er 275 km/t. Saman við PSM (Porsche Satbility Magagment), ið er standard, setur alu-karossa- ríið heilt nýggjan standard fyri koyridynamikki og aktivari trygd. Sum eykaútgerð fæst Cayman S við PASM (Porsche Active Suspension Managment), ið kann senka undirvognin við 10 mm og tilpassar seg automatiskt koyriumstøðunum. Í Danmark kemur bilurin at kosta yvir tvær milliónir krónur. 30 Nr. 122 - 30. juni 2005 Volvo-navnið 90 ár Volvo-navnið sá fyrstu ferð dagsins ljós á svensku SKF kúlu- leguverksmiðjuni í juni 1915. SKF fóru tá at gera kúlulegur til bilar, og hesar kúluleg- ur skuldu hava eitt navn. Eitt av starvs- fólkunum kom við uppskotinum um navnið Volvo, sum merkir "eg rulli". Síðan 1926 hevur navnið verið brúkt á svensku Volvo-bilun- um. Í dag koyra meira enn 8. milliónir Volvo í øllum heiminum. Kelda: www.vpdpresse.dk Porsche Cayman S: Aftur ein nýggjur Porsche í november Porsche Cayman S er ein sera snøggur sportsvognur við karossaríi úr aluminium Bilurin hevur stóra baklúku, eins og ein hatchback. Leggið til merkis dupultu útstoytini Cayman S er ein eyðkendur Porsche, men við sínum sjálvstøðuga designi