Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. september 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 17 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 183 - 23. september 2000 Nr. 183 - 23. september 2000 gult cyan magenta svart Teir komu í fylgi, leiðandi ein og tveir hornaseyðir, oman at lending- ini á Slættanesi. Sandavágsmenn høvdu verið í Vestaru Skor eftir seyðunum, sleptir vórðu í vár. Seyðirnir sýntust vera í hampilig- um standi, og menn vóru fróir ORÐ OG MYNDIR: EDVARD JOENSEN Fimtan komu aftur av teim- um seytjan hornaseyðunum, sleptir vórðu í Vestaru Skor í vár. Og tað rokna menn sum eitt sámiligt úrslit. Tí ikki er óvanligt, at okkurt fer fyri bakka í slíkum støð- um. Boðini komu einar fjúrt- an dagar, áðrenn lagt varð til at fara. Sosialurin var við og slepti út, so rímiligt var, at boðað varð at koma eftir teimum eisini. Avrátt veður so at fara fríggjamorgun. Menn gera seg til reiðar. Bond og onnur útgerð verða funnin fram, og matpakkarnir gjørdir klárir. Avrátt verður at møt- ast klokkan sjey. Tá farið verður eftir seyði í skorunum norðanvert Slættanes, verður vanliga siglt av Oyrargjógv norður á Slættanes. So bátar skuldu eisini gerast klárir til ferðina. Tríggir máttu teir vera, varð hildið, tí eingi óráð skuldu takast fyri. Seyðirnir kundu væntast at vera bæði størri og tyngri, enn tá teir fóru út í vár. Alt varð gjørt til reiðar, og møtt varð trúliga upp fríggjamorgunin, hóast hann stóð hóttandi við regni, sum ikki boðaði frá góðum. Og tað var eisini beinan- veg greitt, at í dag fór ikki at verða farið nakran veg. Soleiðis varð, og menn fóru aftur hvør til sítt dagliga arbeiði. Men við boðum um at møta á sama stað um somu tíð í morgin. Leygarmorgunin vórðu líkindini góð, og farið varð avstað. Bátarnir vórðu flot- aðir, og útgerð og menn fingin í. Síðan varð siglt norður við landinum, har teistar og æður damlaðu so lystiliga í kyrruni, meðan seyður, sum komin var at eta tara, hugdi dølskliga at okkum, sum vit fóru strúk- andi norður við. Fyri Ørgusgjógv liggja boyur, og spurt verður, hvat hetta er. Jú, veit onkur at siga, her skal alibrúk leggj- ast. Summir undrast. Hetta liggur í streymasjógvi, halda teir, so okkurt nýtt man vera komið, síðan til ber at ala her. Tosað verður norður eftir, um líkindi munnu vera at fara í Flatirnar eftir tveim- um seyðum, har ganga. Tað er ein torva fyri norðan. Undir Vestaru Skor, har bert slepst til frá sjónum. Nei, halda menn, tað er ov óslætt norðan fyri Tang- an til, at farið verður í dag. So lagt verður at á Slætta- nesi. Men loypa á land og taka kvikir bátin flóðfrían. Flóðin er uppi, og eitt lítið sindur er at í sjónum, so hann verður drigin so langt niðan, sum til ber, og fanglínan gjørd føst. Vit eru í seinasta bátin- um, og allir samlast við rættina. Onkur fær sær ein bita at ganga uppá, meðan aðrir bara tosa um líkindi, og hvussu man vera vorðið í skorini. Hvussu nógvir munnu fara at koma aftur og so framvegis. Menn hava verið og hugt, og vita at siga, at tað vóru bara fimtan at síggja. Tveir manglaðu, siga teir frá. Hugsað verður um, hvørt tann frammorreyði, sum eg hevði ábyrdina av, tá slept varð, man vera farin. Spennandi verður at vita. Eigarin er heldur ikki heima í dag, so aftur nú liggur líka- sum ein skylda at taka sær av honum, um hann kemur Fongin við sær leiða Á veg upp úr Skorini við heystlambinum hjá løgtingsmanninum Tann frammorreyði í bandi Kannað verður við spenningi eftir, hvørjir teir eru aftur. So verður farið til gongu. Teir ganga hart, teir ungu baksararnir. Spentir eru teir at vita, hvussu til stendur. Teir eldru smæða seg ikki burtur heldur, Elsti maður í ferðini er 75 ár, og kortini millum teir løttu á føti. Her eru, sum vera man, flestir eigarar við. Tó er onkur til skips. Ein er á mentanarferð við løgtingsnevnd uttan- lands og hevur vikar fyri seg. So eru tað blaðmaðurin og ein advokatur úr stórbýn- um, sum er við fyrstu ferð. Ikki tí, onkur royndur haga- maður vestaneftir er eisini við fyrstu ferð. Heldur tað verða stuttligt at uppliva hetta, hann so ofta hevur hoyrt brøðurnar, og nú eis- ini synirnar, tosa um. Gingið verður niðan Grøvina og at garðinum, har tað eftir gomlum siði verður hvílt. Eitt skip stevnir inn á Vestmannaflógva. Stórt skip, tó eingin risi kortini. Tað rekur hart fram við Vestmannalandinum, og hann fer tætt undir Múlan- um og fær alla streymin beint á kroppin. Menn semjast um, at tað er eitt amerikanskt ferða- mannaskip, sum plagar at vitja her á sumri. Onkur nevnir tað við navni. Tá tað rullar upp á tað mesta, verður tikið til, at nú hvølvast teir dýru whiskey- droparnir í salongini. Jú, hann fær mótstøðu og tøvir eitt sindur har fyri Múlan- um, men heldur tó ferðina inn Flógvan. Og vit fara aftur til gongu. Nú verður ikki steðgað á aftur fyrr enn við steinin á Skoradali. Tað fer at kennast úr hon- um, meðan vit sita við stein- in, men eingin nevnir nakað um at venda aftur fyri tað. Hann fer at koma vestan- eftir, tosa teir, og so verður turt. Soleiðis siga teir, sum kenna líkindini, og tað verð- ur ikki hildið annað, enn at vit fara inn í skorina, tá klárt er. Ein biti verður fingin nið- urum, og ryggsekkir og tað, sum ikki er neyðugt at bera við, verður lagt eftir. Enn sum fyrr halda menn gaml- an sið og hava eina stilla løtu, har hvør við sær sjálv- um sigur tað, hann heldur vera fyri neyðini, áðrenn farið verður um upsina. Men leggjast fram eftir grúgvu, onkur verður sit- andi á einum steini, meðan aðrir bara verða standandi við samanløgdum hondum. Onkur tekur húgvuna av høvdinum, meðan tað í still- um verður biðið Farðirvár. So verður farið. Teir royndu ganga bragdliga, meðan nýbyrjararnir eru eitt sindur meira varnir. Um fyrsta ryggin er smegið, og lítið undirlendi er. Tað sæst beint í kolbláan sjógv, so her kylir eitt sindur í kjøtið. Men allir halda fram, og komnir inn í Eystaru Skor, sum vit skulu ígjøgnum, fyri at náa teirri vestaru, eru heilt gott at ganga, og tað líður væl eftir. Tað regnar nú rættiliga illa, og tað verður borið skjótt at, tá komið er at rætt- ini í gjónni, sum skilir skor- arnar báðar. Ein maður verður eftir at ansa eftir, at seyðirnir ikki fara upp í gjónna, men beint í rættina. Hinir fara um næsta ryggin. Og har møta vit beinanveg teimum fyrstu seyðunum, sum halda undan vestureftir. Menn eru spentir. Teir telja níggju, so nú mangla seks til at verða fimtan, sum teir vistu av seinast, teir vóru og hugdu. Teir kanna skundisliga eftir, hvør man eiga, og onkur er beinanveg rættiliga errin av at staðfesta, at hansara sæst burtur úr í stødd. Og jú, tann frammorreyði er við í fylginum, so vónir eru fyri, at hann kemur aftur. Men so eru teir varugir við, at har ganga tríggir seyðir í einum kjálka undir hamrinum, rásin liggur yvir. Tað var verri, tí har plaga teir ikki at fara. Teir hava ongantíð verið har niðri fyrr, siga teir, sum kendir eru. Ivansamt er, hvussu er at koma niður, og skjótt vísir seg, at eitt band er best at hava á sær. Onkur hevur eitt hampiliga langt bakkaband, sum røkkur, so teir fara tveir mans niður. Jú teir sleppa undir seyð- irnar og royna at fáa teir upp sama veg, sum menninir fóru niður, men hóast fleiri royndir eydnast tað ikki. Avrátt verður so, at tríggir skulu niður aftrat. Men nú hendir tað, at seyðirnir fara inn í ein mjóa ytst á eggini, og teimum, sum sita við í erva, tykist, at haðani koma teir ikki aftur. Tað sær út til, at teir fáa ikki vent. Men ein av monnunum, sum niðri er, er sera lagaligur og dugir væl at fara at. Hann fer niður um seyðirnar, og menninir í erva ógvast. Men hvussu er og ikki, fær hann við stavinum potað so mikið undir tann aftasta seyðin, at hann vendir, og brátt eru hinir báðir aftaná. Teir rista við høvdinum í erva. At hatta skuldi bera til, høvdu teir forsvorið. Men allir koma upp aftur við lagaligheit. Bæði seyðir og menn. Tá teir eru komnir uppaftur, tekur ein til, at har vóru báðir hjá løgtingsmanninum uppií. -Hann situr í Íslandi og hugnar sær upp á landsins besta, meðan vit seta lívið í veð fyri hansara seyð. Nú skyldar hann okkum eitt ball afturfyri! Men her er ikki at bíða. Hinir seyðirnir eru farnir vesturum, og tríggjar hava vit ikki sæð enn. Men kom- nir vestur á vestasta ryggin, síggja vit teir oman fyri okkum, og lagið batnar alsamt. Eitt lop hevur verið í summar, og farvegurin sæst týðiligur eftir tí. -Eitt øgiligt skil, heldur ein av fullveldismonnunum. Við hetta lag verður einki land eftir til loysingina. Nú gongur skjótt. Tað gongur sum fótur í hosu at fáa teir eystur eftir rásini, og steðgað verður ikki á, fyrr enn allir eru í rættini. At binda í og leiða upp gongur bæði skjótt og væl. Tann frammorreyði verður bundin í bakkabandið, og fær langt boð beinanveg. Hann er kvikur og fer skjótt undan. Onkuntíð eitt sindur tvørur á vegnum, men kemur rímiliga væl upp á Skoradal, har hann verður bundin við steinin, meðan hvílt verður. Meðan menn rinda møð- ina og fáa sær ein bita, verð- ur dúgliga mett og reypað. Eitt sindur misjavnir á máli um, hvør eigur tann størsta. Fleiri vilja halda sín verða bestan, men semja er skjótt um, at tann frammorreyði er tann minsti, sum komin er aftur. Tað skal tó ikki skilja okkum Tað hevur regnað av grimd alla tíðina, vit hava verið inni í skorini. Men ikki eru vit meira enn setstir at fáa okkum aftur á Skoradali, tá tað slítur í, og vit sita knappliga í besta summ- arveðri. Jú, skjótt er Harranum um. -Nú fór deknurin á Sang- steini, sigur ein av monnun- um, tá elsti maðurin í ferð- ini hevur latið ryggsekkin aftur og flytir seg á ein lítlan stein í miðari rúgvuni at sita. Hann byrjar at syngja. Tvey takkarørindi úr kend- um sálmi sum tøkk fyri, at ferðin gekk væl, og allir eru komnir aftur í øllum góðum. Tá sungið er verður farið aftur til gongu. Nú gongur skjótari hjá summum enn hjá øðrum, men allir hópast tó aftur við garðin oman fyri Slættanes. Har verður aftur steðgað á, áðrenn farið verð- ur beina leið oman til bátarnar. Oman gjøgnum bøin verður skemtað og trivið í okkurt kvæðaørindi. Men tá onkur sambandsmaður held- ur, at vit eiga at syngja »Kong Christian«, øtast full- veldismenninir, og mikil gleimur verður av tí orða- drátti, nú stendst av. Heimferðin gekk upp á stás, og komnir aftur til Sandavágs, verða allir seyð- irnir savnaðir mitt í bygdini til almenna skoðan og met- an. Og áhugin er stórur ein slíkan dag. Menn koma at handla og meta um, og skjótt er semja um ein ávís- an veðr, sum teir meta vera tann stívasta. Men tíðliga er. Ikki meira enn hálvur september, og flugurnar ikki heilt dovnað- ar. So ikki verður hugsað um at fletta enn. Nei, teir fáa nakrar dagar Á veg niður í kjálkan eftir teimum trimum, sum ikki komu upp aftur av sær sjálvum Aftur við rættina á Slættanesi í øllum góðum Siglt verður av Slættanesi suður á Oyrargjógv aftrat á ymsum træðum heima í bønum, har teir nú ganga og hugna sær á góð- um, sevjumiklum eftir- gróðri, til mikkjalsmessan er farin afturum.