Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 126 - 6. juli 2005 Føroysku bogaskjútt- arnir hava hvørja ferð havt okkur slag av málmi við í skjáttuni seinastu tíggju árini, og tí kunnu vit vænta, at bogaskjúttarnir aftur í ár gera sítt íkast til føroyska medaljubunkan BOGASKJÓTING Stefan í Skorini Ein ítróttargrein, ið vit før- oyingar hava staðið okkum væl í seinastu nógvu árini, er bogaskjóting. Serliga eru tað hjúnini Sigrid og Schandorff Vang, ið hava gjørt okkurt gott hálið mill- um ár og dag. - Vit hava góðar vónir um, at vit fáa okkurt heið- ursmerki aftur í ár, sigur Schandorff Vang, ið hevur verið ein av oddamonnun- um innan bogaskjóting í Føroyum. Hann sigur, at úrslitini hava verið góð seinastu tíðina, men at veðrið hevur órógva fyrireikingarnar til tíðir. Tó hevur veðrið ikki darvað meira enn so, at fleiri av skjúttunum hava sett persónlig met í vár. - Í compound eru vit eins væl fyri, og vit vóru fyri tveimum árum síðani, men í recurve hava vit fingið styrkt liðið, sigur Schan- dorff. Í recurve fara vit at síggja Absalon Hansen, Rógva Mohr, Anniku Vang og Rakul Dam. Í compound verða Sigrid Vang, Schan- dorff Vang, Jógvan Nicla- sen, Per Holm Andersen og Jóannes Poulsen. Munurin á recurve og compound er tann, at recurve er tann klassiski bogin, meðan compound bogin er meira nútímans útgerð - uttan at koma nærri munin á hesum báð- um. Hvør einstakur boga- skjútti hevur møguleika at vinna fýra medaljur - tvær í individuellari kapping og tvær í liðkapping. Absalon við aftur Ein bogaskjútti, ið verður spennandi at fylgja, er Absalon Hansen. Hann fekk eina silvur í recurve í 1997, men hevur síðani havt ein steðg í skjótingini. Nú hevur hann so aftur tikið bogan í hond, og vónandi kann hann endur- taka úrslitið frá 1997. Absalon Hansen eigur eisini eitt gullmerki frá Oyggjaleikunum, men tað var í eini aðrari ítróttar- grein. Absalon framdi nevniliga tað bragd at vinna gull í marathon í 1989, tá leikirnir vóru í Føroyum. Fyri tveimum árum síð- ani fingu vit bert medaljur í compound, tá Schandorff fekk bronsu og silvur í einstaklingakappingini, og fyri lið fingu vit silvur og gull. Ein skjútti, ið møguliga kann gera seg galdandi í ár, er Annika Vang, dóttir Schandorff og Sigrid. Hon er so at siga uppvaksin við bogaskjóting, og pápin metir, at hon kann røkka langt, um hon er væl uppløgd, tá kappingin fer í gongd. Bogaskjóting væl umtókt Schandorff Vang metir, at støðan í føroyskari boga- skjóting er á leið tann sama, sum hon hevur verið seinastu árini uttan tey stóru sveiggini í áhuganum millum fólk. Eitt nýtt felag er sett á stovn í Vágunum, men hetta felagið er bert fyri vaksin fyribils. Tey hava tó ætlanir um at byrja við børnum í framtíðini. Frammanundan eru feløg í Havn og í Runavík. - Í Havn er pláss fyri 60 børnum hvønn vetur, og tað er fullteknað. Felagið kundi tikið 100 børn inn, um orka var til tess í felagnum, greiðir Schandorff Vang frá. - Vit hava nakrar yngri skjúttar, sum kunnu røkka landsliðnum, men tað ræður um at halda teimum til, sigur Schandorff. Medaljutungir bogaskjúttar Absalon Hansen Annika Vang Jóannes Poulsen Rógvi Mohr Schandorff Vang Sigrid Kristianna Vang Jógvan Niclasen Per Holm Andersen Rakul Dam Hóast unga aldurin er Annika Vang avgjørt ein av teimum, sum føroyingar vænta sær nógv av á leikunum