leygardagur 9. juli 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 9. juli 2005
3
The Dreams -
Meðan vit bíða
eftir MTV
Ungi punkbólkurin The
Dreams verður millum
bólkarnar á G! í ár. Bólk-
urin spældi á Jóansøku-
festivalinum næst seinasta
vikuskiftið, og stendur
kanska frammanfyri einum
altjóða gjøgnumbroti.
The Dreams vóru herfyri
í London og kappaðust í
kappingini "A cut" hjá
MTV, har verður kappast
um at sleppa at hita upp
fyri amerikonsku song-
kvinnuna Anastaciu. Hóast
royndir at yvitala teir, so
vilja ungu punkararnir ikki
bróta tann 80 síðir langa
sáttmálan um tagnaðar-
skyldu, sum teir hava
skrivað undir. So enn vita
vit einki, um teir hava
vunnið, eru komnir víðari í
kappingini, ella eru smit-
aðir burtur úr.
nud
Ein ovfarakát
lama á Gøtusandi
Føroya ivaleyst festligasti
bólkur Lama Sea, verður
millum bólkarnar á G!.
Listin á nøvnum, sum
luttaka á G! veksir alsamt,
og higartil eru 34 nøvn á
honum. Milum hesið er nú
eisini Lama Sea.
Lama Sea hava, síðan teir
spældu seg í prix hálv-
finaluna, veruliga gjørt vart
við seg á føroyska tón-
leikapallinum. Herfyri lut-
tóku teir á MjúS. Tað ber
ikki til at tosa um spæli-
gleði, talan er um ov-
farakæti, tá Lama Sea fara
á pallin, og hon smittar.
nud
Gotiskur málmur
á G!
Íslensku Stillbirth fara at
spæla gotiskan tungmálm á
G!, og siga sjálvir, at hetta
er størsta konsert teir enn
hava spælt. Stillbirth spæla
sera tungan málmstónleik,
og hava bólkar sum Dimmu
Borgir, Iron Maiden og
Cradle of Filth sum fyri-
myndir.
Við sangara tveimum
gittarleikarum, bassleikara,
ljómborði og trummum
ætlar bólkurin at rokka á
G!
nud