Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 - 1. juli 2005 5 Sum ketta úr høvdatrogi: Undir alt lágmark Leiðarin á Lágar- garði, Marjun Smith, finst hvassliga at framferðarháttinum hjá myndugleikunum í samband við spar- ingarnar, ið eru álagdar Lágargarði SPARINGAR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo - Framferðarhátturin hjá myndugleikunum er átalu- verdur og undir allan krit- ikk. Tey kundu spart okkum fyri alt hetta rokið, nú hann eftir øllum at døma ætlar at finna eina loysn í málinum. Leiðarin á Lágargarði, Marjun Smith, er rættliga ørg inn á myndugleikarnar. Í fjølmiðlunum mikudagin boðaði landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumál- um, Hans Pauli Strøm, frá, at hann hevur í hyggju at loysa trupulleikan við vant- andi játtanini til umsorgan- ararbeiðið. Við Sosialin segði Hans Pauli Strøm, at hann kundi ikki góðtaka, at eitt nú dag- tilboðið og døgurðaútkoyr- ing til pensjonistarnar fell- ur burtur, og at hann vænt- andi hevði eina loysn á málinum í dag, hósdagin. Sjey uppsøgd Tað vóru alt annað enn gleðisboð, sjey starvsfólk á Lágargarði fingu í gjár frá leiðsluni á stovninum. Leiðslan á Lágargarði hev- ur boðað frá, at komandi mikudag gevst røktarheim- ið við mattænastuni, og letur eisini aftur dagstovn- in, har tey eldru millum annað hava fingið fysio- og ergoterapi-viðgerð. Tískil er ikki longur brúk fyri starvsfólkunum í køk- inum, dagstovninum og venjingartilboðnum, ið eru knýtt at dagstovninum. Júst fyri okkara evsta- marki var framvegis ikki greitt, hvørja loysn lands- stýrismaðurin hevði funnið í málinum. Tað er kortini nakað, ið bendir á, at Hans Paula Strøm finnur neyðuga peningin, so skerjingarnar hjá Lágargarði fella burtur. Spurd, um uppsagnirnar verða tiknar aftur, um landsstýrismaðurin finnur neyðuga peningin svarar Marjun Smith: - Ja tað verða tær sjálv- andi. Hesi fólkini hava altíð gjørt sítt allarbesta, og tí vóni eg inniliga, at hesi fólkini vilja halda fram, tí tað kunnu vit ikki vita við vissu, eftir alt rokið, tey hava verið ígjøgnum sein- astu dagarnar. Leiðslan á Lágargarði hevur nú sett seg í samband við løgfrøðing, ið skal tryggja, at tað formliga er í lagi í samband við upp- sagnirnar. Kreppa Leiðarin á Lágargarði for- telur, at tungu boðini um uppsagnirnar veruliga hava sett síni spor á stovnin. Hýrurin er alt annað enn góður millum starvsfólki- bæði tey, ið rakt av upp- sagnunum og restin. - Sjálvsagt eru vit øll eru ógvuliga hørm um støðuna, sum er íkomin. Talan er um veruliga kreppu millum starvsfólki, og vit umhugsa í løtuni at veita teimum kreppuhjálp, sigur Marjun Smith, leiðari á Lágargarði. Fyrrapartin hósdagin fór Petra Persson sum vant út við døg- urða til teir 150 pen- sionistarnar í Havn, sum trúfast hava fingið sín dagliga døgurða frá Lágar- garði. Hon dylur ikki fyri, at tey gomlu vóru ógvuliga skelk- að, nú boð eru komin um, at frá mikudegn- um verður ongin døgurði koyrdur út longur SPARINGAR Terji Nielsen Sjálv er Petra eitt av teim- um arbeiðsfólkunum á Lág- argarði, sum eru søgd úr starvi, og tað stóð henni frítt, um hon vildi koyra døgurðan út hósdagin, ella um hon vildi sleppa undan. Petra sjálv ivaðist tó ikki, tí hon vildi ikki lata ein av- loysara fara út til tey gomlu, nú støðan er so ring. Tár í eygunum Petra Persson sigur, at tey gomlu eru ógvuliga skelkað av tíðindunum um døgurða- tænastuna, sum nú heldur uppat og taka ímóti henni við táurm í eygunum. - Tey gomlu eru skelkað, og tey spyrja hví so er. Eg kann ikki siga, hvussu tað ber til, tí tað er ikki mítt borð. Eg má viðganga, at tað kennist ógvuliga svárt, tí fleiri eru av teimum gomlu, sum ongan avvarð- andi hava, ið kann koma við døgurða til teirra. Spurningurin er so, hvussu nú verður við teimum, sig- ur Petra Persson. Hon sigur, at fleiri av teimum gomlu hava lítla og onga kontakt við onnur fólk enn heimahjálpina og tann, sum kemur við døg- urða til teirra. - Tað er eisini ein trygd fyri tey avvarðandi, at tey eldru fáa døgurða koyrdan út. Tørvurin á hesi tænast- uni er øgiliga stórur. 150 pensionistar fáa døgurða umvegis hesa tænastuni, men tað kundi verið væl fleiri, tí bíðilistin er langur. Tíverri hava vit ikki møgu- leika fyri at lata fleiri enn 150 døgurðar út av hús- inum, sigur Petra Persson. Sjálv sigur Petra, at hon bæði vónar og væntar, at tað verður funnin ein loysn upp á trupulleikan, men hon heldur, at tað ongantíð skuldi verið komið so mik- ið langt, at tey gomlu fáa boð um, at tænastan við at koyra døgurða út heldur uppat. - Tey gomlu eru skelkað Petra Persson var hósdagin sum vant úti við døgurða til 150 pensionistar í høvuðsstaðnum, men mikudagin fer hetta í søguna. Mynd: Bárður Lydersen Kostráðgevin á Landssjúkrahúsinum, Ulla Sissel Brandi, sigur, at úrslitið kann verða, at eldru fara at tapa seg, um døg- urðatilboðið frá Lág- argarði dettur burtur SPARINGAR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo - Tá tú einaferð hevur tapt teg, verður tað ómetaliga torført er at fáa vektina upp- aftur. Ulla Sissel Brandi er kost- ráðgevi á Landssjúkrahúsin- um, og hon ber ótta fyri, at fyrsta avleiðingin av vant- andi døgurðatilboðnum hjá teimum eldru verður, at tey gomlu fara at tapa seg. - Kosturin hjá teimum eldru er ómetaliga týdning- armikil fyri teirra heilsu. Missa tey eldru døgurðatil- boðið er stórur vandi fyri, at tey missa motivatiónina at eta, og tá er skjótt, at tey tapa seg. heldur kostráðgevin. Hon leggur afturat, at fáa tey eldru ikki neyðuga kost- in, viknar teirra heilsustøða skjótari, enn hon vildi, um tey fingu neyðuga kostin. Skeiv raðfesting Ulla Sissel Brandi heldur tað er ein margháttlig rað- festing hjá landsstýrinum, um vantandi játtanin til um- sorganararbeiðið hevur við sær, at døgurðatilboðið hjá teimum gomlu dettur burtur. - Tað bítur seg sjálvt í halan. Fáa tey eldru ikki neyðuga kostin gerast tey skjótt verri fyri, og hetta hevur við sær at teimum tørvar meira røkt. Meira røkt krevur fleiri pengar, og tískil spara myndugleikarnir einki við at skerja játtanina, vísir Ulla Sissel Brandi á. Døgurðatilboð dettur burtur: Tey eldru tapa seg Góð ráð til eldri fólk, ið hava lítlan matarlyst, og sum tapa seg. 1) Etið lítið av breyði og havragrýni 2) Etið lítið av frukt og grønmeti 3) Etið eplir, rís ella pasta í minni nøgdum 4) Etið ofta fisk ella fiskaviðskeri (helst av ymiskum slagi) 5) Vel mjólkap og ost við høgum feitt prosenti 6) Vel kjøt og viðskera við høgum feitt prosenti 7) Nýtið nógv smør, margarin ella olju 8) Nýtið endliga sukur 9) Etið altíð vitamin- ella mineraltablett aftur við matinum. (Helst við einum eyka D-vitamin ískoyti) -Kosturin hjá teimum eldru er ómetaliga týdningarmikil fyri teirra heilsu. Missa tey eldru døgurðatilboðið er stórur vandi fyri, at tey missa motivatiónina at eta, og tá er skjótt, at tey tapa seg. heldur kostráðgevin, Ulla Sissel Brandi Mynd: Bárður Lydersen