fríggjadagur 1. juli 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 123 - 1. juli 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Ein triðingur av
fólkinum í vestur-
afrikanska landinum
Niger hevur ov lítið
til matna. ST hevur
biðið onnur lond
hjálpa teimum, men
eingin lurtar.
Neyð
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Miseydnað grøði og áhald-
andi álop frá grashoppum
hava gjørt, at umleið 3,5
milliónir fólk í vestur-
afrikanska landinum Niger
svølta. Hjálparfelagsskapir
siga, at 40 prosent av allari
grøði er farin fyri skeyti, og
teir
vænta,
at
fleiri
hundraðtúsund fólk fara at
doyggja í hungri, fáa tey
ikki hjálp sum skjótast.
-Tað er einki minni enn
ein vanlukka, at altjóða
samfelagið ikki ger nakað
fyri at hjálpa hesum part-
inum av Afrika, sigur Jan
Egeland, sum er varaðal-
skrivari í ST. .
-Fyri einum mánað síð-
ani bað ST um 100 mil-
liónir krónur til at hjálpa
teimum svøltandi í Niger
við, men enn hava vit bara
fingið 20 milliónir, og tað
er ein vónbrot, sigur Jan
Egeland við Aftenposten.
Børn doyggja
Viðurskiftini í Niger eru
sera trupul, og landið er
næstan altíð í neyð. Tað
turra veðurlagið egnar seg
sera illa til landbúnað. Tann
einasta týðandi útflutnings-
vøran, sum landið hevur, er
uran, men prísurin á urani
er fallin tey seinastu árini.
Á einum altjóða yvirliti
yvir livikorini í heimsins
londum er Niger nummar
173 og næstniðast. Bara í
Sierra Leone eru livikorini
verri enn í Niger.
Í næstu viku hittast leið-
ararnir í heimsins ríkastu
londum
á
Gleneagles-
hotellinum í Skotlandi at
umrøða ymsar spueningar,
og
ímillum
evnini
er
fátækradømið í Afrika. Og
har er nóg mikið at tosa
um. Bara í Niger fáa
350.000 børn ov lítið at eta
ella ov vánaligan mat, og í
høvuðsstaðarumráðnum
doyggja fleiri børn um
dagin.
-Børn doyggja í hungri,
men trupulleikin er, at
eingin leggur nakað í tað,
sigur Johanne Sekkenes,
sum stendur á odda fyri
arbeiðinum hjá felagsskap-
inum Læknar uttan Landa-
mark í Niger.
Eingin hoyrir teirra
neyðarróp
Hvønn dag doyggja børn í Niger í hungri, men eingin leggur
nakað í tað, sigur felagsskapurin Læknar Uttan Landamark.
Mynd: Reuters
Enski flogskiparin,
sum rendi á eitt týskt
flogfar, ið var á veg
ímóti Buckingham
Palace, er deyður.
Hetja
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Tann 15. september í 1940
varnaðist RAF-flogskiparin
Ray Holmes, at eitt týskt
bumbuflogfar av Dornier-
slagnum var á veg ímóti
ensku kongsborgini Buck-
ingham Palace. Hurricane-
flogfarið hjá Holmes hevði
einki lóður eftir, so hann
fekk ikki skotið týska
flogfarið niður. Ístaðin fyri
valdi hann at renna á velið
á týska flogfarinum, so tað
datt niður. Harvið hevði
hann bjargað kongsborgini.
Flogfarið
hjá
Ray
Holmes fekk so stóran
skaða av samanstoytinum,
at tað datt eisini niður. Við
650 kilometra ferð nærk-
aðist tað jørðini, men tað
eydnaðist Ray Holmes at
leypa út í fallskíggja, og
haðani sá hann flogfar sítt
bresta niður í gøtuna Buck-
ingham Palace Road.
Ray Holmes helt fram
sum flogskipari hjá Royal
Air Force, og tá kríggið
endaði, fór hann at arbeiða
sum tíðindamaður. Í fjør
varð flogfar hansara grivið
uppaftur úr Buckingham
Palace Road í sambandi við
ein film um dirvi hansara.
Tey seinastu árini hevur
Ray Holmes verið sjúkur av
krabbameini, og fyrradagin
doyði hann. Hann var 90
ára gamal.
Bjargaði Buckingham Palace
undan at verða bumbað
Illir niður-
setumenn
Nógvir ísraelsmenn, sum
hava búsett seg í Gaza-
geiranum, sýta fyri at
flyta haðani, og teir sein-
astu dagarnar er spenn-
ingurin ímillum niður-
setumenninar og myndug-
leikarnar vaksin nógv.
Mánadagin byrgdu illir
niðursetumenn fleiri týð-
andi við býirnar Tel Aviv,
Jerusalem og Haifa vegir
av, og í fleiri støðum vóru
beinleiðis samanbrestir
ímillum niðursetumenn
og løgregluna. Aðrastaðni
steðgaði
ferðslan,
tí
niðursetumenn
høvdu
tveitt seym og tunnur á
vegirnar, og løgreglan
noyddist at lýsa í útvarp-
inum, at fólk máttu taka
vatn við sær í bilin í tí
nógva hitanum, tí ferðslan
gekk nógv seinni enn
vanligt.
Ein felagsskapur, sum
ungir niðursetumenn hava
stovnað, hevur hótt við at
leggja alt tað ísraelska
samfelagið lamið fyri at
mótmæla avgerðini hjá
Ariel Sharon, forsætisráð-
harra at flyta niðursetu-
fólkini úr azageiranum.
Fleiri ungfólk eru tikin og
hava fingið fongsulsrevs-
ing, men tað hevur víst
seg, at tey halda fram við
mótmælunum, so skjótt
tey sleppa leys aftur,
skrivar
Reuters
úr
Jerusalem.
Kvinnur
royna
sjálvmorð
Í árunum frá 2000 til
2002 royndu meiri enn
13.000 fólk í Noegi at
taka meiri heilivág, enn
læknarnir høvdu fyri-
skrivað. Nógv tey flestu
gjørdu tað við tí fyri eyga
at taka lívið av sær, og tøl-
ini vísa, at í flestu førum
var talan um ungar kvinn-
ur.
Gudrun Dieserud, sál-
arfrøðingur og granskari,
sigur við blaðið hjá
norska læknafelagnum, at
tað eru serliga kvinnur í
aldrinum 20 til 24 ár, sum
royna at beina fyri sær við
at taka meiri heilivág enn
ásett, og at fimm av
hvørjum túsund kvinnum
doyggja av heilivágeitran.
Tølini avdúka, at tað er
sera ymiskt frá landsparti
til
landspart,
hvussu
nógvar kvinnur royna at
beina
fyri
sær,
men
granskararnir duga ikki at
siga, hví so er.
Aftenposten skrivar, at
sjálvmorð er ein stórur
trupulleiki í Noregi. Í
2003 tóku 502 fólk lívið
av sær, 128 kvinnur og
374 menn. Sambært blað-
num hava sjálvmorðini
ikki verið so mong í tali
síðani 1976.
Stjóraskifti
í Boeing
Fyri trimum mánaðum
síðani noyddist stjórin í
amerikonsku flogverks-
smiðjuni Boeing at leggja
frá sær, tí tað kom fram, at
hann hevði havt í so tætt
samband við eina kvinnu,
sum arbeiddi í fyritøkuni.
Síðani hevur leiðslan í
felæagnum leitað eftir
einum, ið kundi taka við
eftir Hary Stonecipher, og
fyrradagin bleiv so kunn-
gjørt, at nýggi stjórin eit-
ur
James
McNemey.
Hann hevur verið stjóri í
fyritøkuni 3M, sum hevur
eitt sera breitt virkisøki.
Men nýggi stjórin hevur
eisini royndir innan flog-
ídnaðin, tí eitt skifti var
hann leiðari á teirri deild-
ini hjá General Motors,
sum ger motorar til
flogfør.
Boeing er væl fyri, nú
nýggi stjórnin tekur við.
Felagið hevur fingið ikki
færri enn 266 bíleggingar
frá flogfeløgum, sum vilja
hava flogfør av slagnum
Boeing 787 Dreamliner,
skrivar AP.
Viður-
skiftini
avgerandi
Granskarar hava kannað,
hví norðmenn stundum
eru fyri limaskapi í ES, og
hví teir stundum siga nei.
Kanningin
vísir,
at
gongur tað væl í Noregi,
eru norðmenn ímóti, at
landið skal fara upp í ES.
Gongur tað harafturímóti
illa í Noregi, taka tey
flestu undir við limaskapi
í
Evropasamveldinum.
Tað er niðurstøðan hjá
granskarunum, sum hava
kannað tær ymsu mein-
ingakanningarnar um ES-
limaskap í árunum frá
1998 til 2003.
Eitt nú vísir kanningin
hjá granskarunum, at
veksur arbeiðsloysið í
Noregi eitt prosentstig,
økist
undirtøkan
fyri
limaskapi í ES seks pro-
sentstig.
Harafturímóti
vísir tað seg, at rentu-
hækkingar,
hækkandi
oljuprísur ella veksandi
inflasjón hava sera lítla
ávirkan á, hvat norðmenn
halda um ES-limaskap.