fríggjadagur 1. juli 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Unglingarnir hjá KÍ
vístu, hvussu eitt
stríðsavrik verður
leverað. Teir fingu
tvey av trimum reyð-
um kortum í dystin-
um, men teir vunnu
dystin, og tað var tað
týdningarmesta
Steypafinala
Jákup Mørk
Tórsvøllur er í hesum døg-
um karmur um rættan
steypahýr.
Mikukvøldið
varð hol sett á eina hend-
ingaríka finaluviku, tá KÍ
og NSÍ dystaðust um
Thomas
Dam
&
Co.
steypið. Og hendingaríkur
er júst eitt orð, sum eisini
hóskar sera væl til dystin.
Avgerandi reytt kort
Tað var alt fyri eitt greitt, at
báðir partar løgdu nógv
fyri. Kanska ikki við tí heilt
poleraða spælinum, men
ferðin varð alt fyri eitt sett í
topp, og serliga var tað KÍ,
sum royndi at trýsta.
Veruligar
møguleikar
komu teir tó ikki til móti
kropssterku
NSÍ-mið-
verjuni, og spakuliga byrj-
aði javnvágin í dystinum
eisini at koppa. Á liðnum
hjá NSÍ vóru fleiri spælar-
ar, sum bæði í ár og í fjør
hava vant seg við fótbólt í
bestu mansdeildini. Og í
fleiri førum tóktist leikferð-
in, sum hetta ber við sær, at
fara upp um tað, sum
klaksvíkingarnir megnaðu.
Um miðjan fyrra hálvleik
tók ein avgerandi hending
seg tó upp. Bogi Løkin hjá
NSÍ og Bjarki Vágstún hjá
KÍ vóru í hornatøkum í vin-
stra borði. Bogi vann frí-
sparki, men eftirfylgjandi
hevndi hann seg á mót-
leikaran, og so hevði dóm-
arin ongan annan møguleika
enn at draga ostaskorpuna
úr lummanum.
Mistu fyrimunin
Tað skuldi givið KÍ góðar
fortreytir at bíta seg veru-
liga fastar í dystin, men
ístaðin var tað NSÍ, sum
svaraði
aftur.
Hjalmar
Dalbúð
fann
bróðurin,
Øssur Dalbúð, við eini
djúpari sending, og hóast
vinkulin var spískur, so
megnaði Øssur at pota í
kassan.
Runavíkingarnir megn-
aðu at halda týdningar-
miklu løtun til steðgin, so-
leiðis at teir við fyrimuni
kundu fyrireika seg til trý
korter sum undirmannaðir.
Men
tann
fyrimunurin
hvarv at kalla alt fyri eitt, tá
komið var út aftur. Eftir
bara
28
sekundum
lá
bólturin
í
meskunum
handan Matthias Samuel-
sen, eftir at Jón Jacobsen
við einum góðum einmans-
avriki hevði álað alt høgra
verjuborð hjá NSÍ sundur.
Av álvara ein skelkur hjá
NSÍ, og tað gekk heldur
ikki long tíð, áðrenn KÍ
eisini legði seg á odda.
Kristoffur Jacobsen hevði
stutt eftir útjavningina hótt
við drønandi skoti, sum
streyk fram við málinum,
men hann sveik ikki, tá
hann fáar minuttir seinni
fekk nýggjan møguleika.
Otto Jacobsen varð spældur
leysur innan fyri verjuna, og
tá hann rullaði tvørturum,
var Kristoffur ísakaldur.
Ljótt spæl
Og so var støðan at kalla
vónleys hjá NSÍ. Teir
royndu at trýsta, men fyri
tað nógva, so vóru tað teir
bláu, sum vóru vanda-
miklari. Teimum eydnaðist
eisini at økja, tá Otto
Jacobsen kundi gera sær
dælt av verjumistaki, og so
lá eitt skrædl í luftini.
Millum annað skuldi
Kristoffur økt enn meira, tá
hann púra leysur rundaði
málverjan,
men
hann
spældi ov smartur, tá ein
einsamallur verjuspælari
stóð á strikuni, og so
spurdist ikki mál burtur úr
teirri royndini.
Og ístaðin slapp NSÍ
aftur at trýsta seinastu løt-
una. Ikki minst eftir at
Bjarki Vágstún varð rikin
av vølli fyri at sparka
mótstøðumann niður við
deyðbóltsstøðu. KÍ fekk
eisini eina ávaring, tá
Búgvi Olsen smekkaði
hálvfluktara á stólpan, og
fleiri ferðir var um reppið,
at NSÍ kom til veruligar
møguleikar.
Mál komu tó ikki afturat,
men áskoðararnir fingu enn
eitt reytt kort at síggja, tá
Bjarki
Vágstún
móti
dystarloki fekk sítt næsta
gula kort, eftir at hann og
Einar Hansen høvdu togast
nakað.
Og yvir høvur tykist
hetta vera ein generellur
trupulleiki, tá unglingar
spæla. At spælararnir í alt
ov stóran mun spæla sera
hart og beinleiðis ófanta-
ligt. Ofta eisini soleiðis, at
teir spælarar, sum hava
royndir úr bestu deildini,
eru teir, sum ganga á odda í
hesum. Ivaleyst sum eitt
tekin um frustratión, tá tað
ikki altíð er eins lætt at vísa
í verki, hví júst tann spælar-
in skal spæla í bestu
deildini.
Men í so máta var finalu-
dysturin einki undantak. Og
sum heild mundu klaksvík-
ingarnir ikki leggja so nógv
í hetta mikukvøldið. Teir
høvdu vunnið finaludystin
móti NSÍ. Kanska ikki við tí
heilt poleraða fótbóltsspæl-
inum, men teir stríddust
manniliga, og sum lið tókt-
ust teir eisini betri saman-
sjóvaðir enn runavíking-
arnir. Kanska nakað, sum
besta mansliðið í Klaksvík
kundi lært nakað av.
Nr. 123 • fríggjadagur • 1. juli 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
KÍ-NSÍ 3-1 (0-1)
0-1: Øssur Dalbúð, 43.
1-1: Jón Jacobsen, 46.
2-1: Kristoffur Jacobsen, 52.
3-1: Otto Jacobsen, 72.
Dómari: Sune Johansen. Hevði úr at gera við at
halda sinnunum á spælarunum niðri.
KÍ: Matthias Samuelsen - Steffan Kalsøe, Allan
Tungá, Sigmund Jacobsen, Rudolf Eliassen -
Kristian Andreasen, Julian Samuelsen, Kristoffur
Jacobsen, Jón Jacobsen - Bjarki Vágstún, Otto
Jacobsen
GK: Bjarki Vágstún, 38., Jón Jacobsen, 46., Kristian
Andreasen, 65., Rudolf Eliasen, 75.
RK: Allan Tungá 78, Bjarki Vágstún, 88.
NSÍ: Tórður Thomsen - Rógvi Nielsen, Jústinus H.
Hansen, Einar Hansen, Pætur á Líknargøtu - Debes
Danielsen,Búgvi Olsen,Bogi Løkin,Hjalmar Dalbúð
- Øssur Dalbúð, Páll M. Joensen
GK: Jústinus R. Hansen, Øssur Dalbúð, 43
RK: Bogi Løkin
FAKTA UM DYSTIN
KÍ-NSÍ 3-1 (0-1):
Reydligir steypavinnarar úr KÍ
KÍ-liðið, sum altso kann
rópa seg steypavinnarar í
unglingadeildini 2005
Mynd: Jens Kristian Vang
Gjøgnum allar 90 minuttirnar stríddust spælararnir manniliga um hvønn tann einasta bólt.
Tað var kanska ikki altíð líka vakurt, men intensiteturin var alla tíðina í hæddini
Mynd: Jens Kristian Vang