Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-01, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 123 - 1. juli 2005 Tað er nú endaliga greitt, hvørji tey átta eru, sum skulu umboða Føroyar í fimleiki á komandi oyggjaleikum FIMLEIKUR Jákup Mørk Venjarin hjá landsliðnum í amboðsfimleiki Henrik Bertelsen hevur, saman við hjálparvenjaranum Duritu Knudsen, valt teir fim- leikarar sum skulu umboða Føroyar á Oyggjaleikunum sum verða í Hetlandi í summar. Fimleikararnir eru 10 í tali, fýra menn og 6 kvinn- ur. Átta av fimleikarunum, sum dagliga íðka fimleik í Føroyum, umboða feløgini Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Ljósið og Fimleikafelagið Støkk, meðan tveir av fimleikar- unum dagliga eru staddir í Danmark, og umboða ávíkavíst feløgini AIF í Aalborg og Hermes í Keyp- mannahavn. Fimleikararnir eru: Anita Knudsen, Kristina Tofte- gaard, Silja Højgaard og Sonja Joensen úr Støkk. Høgni R. Øster, Rósing Dam og Øssur Eiriksfoss úr HF. Elinborg Durhuus úr Ljósinum, Marit Magnus- sen úr Hermes og Helgi W. Olsen úr AIF. Tá vit eftir dystin fingu orðið á fegna KÍ-liðskipar- an, Julian Samuelsen, duldi hann ikki fyri, at tað fyrst og fremst hevði verið talan um eitt stríðsavrik, tá liðið tryggjaði sær Thoms Dam steypið. - Soleiðis er tað altíð, tá vit spæla. Vit hava kanska ikki so góðar fótbóltsspæl- arar, sum hini liðini hava, men vit stríðast altíð sera væl. Vit hava eina sterka verju, sum bara hevur latið eini 4-5 mál farið ígjøgnum í ár. Og so eru vit góðir í kontra-spælinum. Tað vistu vit fór at verða lykilin í dag, og tað eydnaðist so eisini. Men tit komu afturum, stutt eftir eftir at runavík- ingarnir fingu eina útvís- ing. Hvussu stóran týdning hevði tað, at tit javna alt fyri eitt eftir steðgin? - Sjálvandi kom skjóta málið væl við, men eg ivist ikki í, at vit høvdu vunnið kortini. Vit vóru púrasta vísir í, at vit fóru at vinna dystin. Vit hava spælt móti runavíkingunum allan vegin uppeftir, og vit hava næstan altíð vunnið, so tað var ongantíð nakar ivi fyri okkara viðkomandi, segði Julian Samuelsen. Stríðsvilji fram um spæl Fimleikalandsliðið úttikið Stríðsviljin vigaði mest, og so kom poleraða fótbóltsspælið í aðru røð, helt liðskiparin hjá KÍ eftir dystin Mynd: Jens Kristian Vang Marit Magnussen er eitt av sterkastu kortunum á føroyska fimleikalandsliðnum til komandi oyggjaleikirnar Steypavinnarar hjá NSÍ Smádreingirnir, sum vunnu Cadbury-steypið. Standandi frá vinstru Abraham Løkin venj- ari, Johan Símun Jacobsen, Súnfríður Jacobsen, Karl Løkin liðskipari, Monrad H. Jacobsen, Eirikur Johannesen, Viljormur í Heiðunum, Nemanja Koncar, Jákup Petur Simonsen. Húkandi frá vinstru: Olaf Rasmussen, Sammy Kechtan, Magnus Sørensen, Per Langaard, Viggo Hansen, Àrni Frederiksberg, Kristian Joensen, Remi Langaard,Werner Hentze Hóast tað ikki eydnaðist unglingunum úr Runavík at ogna sær Thomas Dam steypið, so merkir tað á ongan hátt, at runavík- ingar eru steypaleysir í ár. Seinasta vikuskiftið vórðu fleiri steypafinalur, og her eydnaðist tað NSÍ at taka tvey steyp heim við sær. Gentur 14-17 ár spældu í sínari finalu móti AB, og her vann NSÍ 3-2. Heidi á Lakjuni og Heidi Sevdal skutu eitt mál hvør, og eitt mál var sjálvmál. Og eisini smádreingirnir hjá NSÍ vunnu, tá teir í finaluni um Cadbury steypið spældu móti HB. Her vann NSÍ 2-0, og vóru tað Símun Jacobsen og Karl Løkin, sum syrgdu fyri málunum í teirri uppgerðini. -jm Gentur 14-17 hjá NSÍ, sum vunnu kappingina um Mótasteypið: Standandi frá vinstru eru tað Unn Hansen, Eir Hansen, Kirstin Gaardbo, Ljubinka Koncar, Jacoba Langaard liðskip- ari, Polula Lassen, Lív Olsen, Annika Petersen, Hansa Hansen, Egil Olsen venjari, Eyðun Gaardbo venjari. Húkandi eru Estrid Jensen, Amy Streymoy, Heidi á Lakjuni, Heidi Sevdal, Elly Jóannesarsson, Lydia Isaksen. Á myndini eru eisini Petur Knudsen og Meinhard Olsen